Granskingarverkætlan um knæ- og mjadna skurðviðgerð
Í næstum byrjar granskingarparturin av verkætlanini um knæ- og mjadna skurðviðgerð. Talan er um verkætlanina KLIMAKS, sum er ein nýhugsandi máti at betra um viðgerðina hjá sjúklingum, ið fáa knæ- ella mjadnalið skift. Endamálið við verkætlanini er at leggja viðgerðina um til sokallaðar fast-track skurðviðgerðir, har sjúklingurin kemur skjótari fyri seg aftur og fær eina betri heildaruppliving.
Allir sjúklingar, sum luttaka, skulu svara spurnablaði innan og eftir skurðviðgerð. Dáturnar, ið koma burturúr, skulu brúkast til at menna ein tryggan og effektivan leist fyri viðgerðir í framtíðini. Eisini verða dátur frá teimum, ið ynskja at luttaka, skrásettar frá læknum, sjúkrarøktarfrøðingum og fysioterapeutum. Tað verður gjørt bæði í sambandi við skurðviðgerðina, ímeðan sjúklingurin er innlagdur og í uppfylgjandi vitjanum.
Verkætlanin er eitt samstarv millum Skurðdepilin á Landssjúkrahúsinum og trý sjúkrahús í Danmark: Bispebjerg, Hvidovre og Næstved-Slagelse-Ringsted Sygehuse. Tað er Niclas H. Eysturoy, yvirlækni og toymisleiðari á Skurðdeplinum, ið leiður verkætlanina.