Heilsutænastur í nærumhvørvinum
1. juni 2025 var lógaruppskotið um heilsutænastur í nærumhvørvinum sett í gildi, og er avgerð tikin um, at fyrstu royndarskipanirnar verða gjørdar í Suðuroynni.
Endamálið við royndarskipanini er at veita borgarum betri heilsutænastu í nærumhvørvinum, ið fyri tann einstaka fer at merkja, at viðgerðir og tænastur verða lættari at koma til.
Fyrsta átakið verður innan palliatión í tíðarskeiðinum 1. juli – 30. septembur 2025.
Osla Christensen við serútbúgving innan krabbasjúkrarøkt, er sett til hesa royndarverkætlan. Í tíðarskeiðinum verður kannað, hvør tørvurin er, og fyrireika veiting av vegleiðing og ráðgeving innan palliatión til sjúklingar, avvarðandi og starvsfólk.