Oyrnalækni

Hoyriklinikkin bjóðar viðtalur á Suðuroyar Sjúkrahúsi

Eina ferð um mánaðin bjóðar Hoyriklinikkin borgarum í Suðuroynni til viðtalu á Suðuroyar Sjúkrahúsi.  
 
Viðtalurnar eru serliga ætlaðar børnum og eldri borgarum, men um tøkar tíðir eru, kunnu onnur eisini fáa tíð til viðtalu.
 
Tilboðið fevnir um hoyrikanningar, hoyriscreeningar av nýføðingum, tillaging av hoyritólum og regluligt eftirlit við hesum. 
 
Viðtalurnar á Suðuroyar Sjúkrahúsi verða avtalar beinleiðis millum Hoyriklinikkina og borgaran.

Send viðmerkingar ella hugskot til okkum fyri at betra um virksemið í Sjúkrahúsverkinum
Rís og rós