Jenny Østerø í Jákupsstovu er liðug við útbúgving sum serlækni í almennum medisini
Jenny Østerø í Jákupsstovu er liðug við útbúgving sum serlækni í almennum medisini.
Jenny hevur tikið 4 ½ ára serlæknaútbúgving á Landssjúkrahúsinum og hjá kommunulæknaskipanini, har hon hevur verið í tveimum ymiskum læknaviðtalum.
Jenny hevur verið ávikavist hjá kommunulækna Arnhold Jensen, Læknamiðstøðin við Sandin í Klaksvík og nú tað seinasta árið hevur hon verið í Læknaviðtaluni í Fuglafirði hjá Kristu Jørmundsson, kommunulækna.
Í Føroyum er útbúgving av serlæknum í almennum medisini skipað í samstarvi millum Landssjúkrahúsið, Kommunulæknaskipanina og Videreuddannelsesregion Øst í Danmark.
Útbúgvingartíðarskeiðið fevnir um ymiskar kliniskar starvstíðir á sjúkrahúsi og í kommunulæknaviðtalu, umframt eina røð av skeiðum v.m. í Danmark og í Føroyum. Í løtuni eru 15 læknar undir útbúgving til kommunulækna. Tríggir læknar verða eftir ætlan lidnir í 2027, í apríl og í september.
Landssjúkrahúsið fegnast um at verða við til at útbúgva nýggjar kommunulæknar og ynskir Jenny hjartaliga til lukku við útbúgvingini.
Mynd: Frá vinstru, Elin Holm, yvirlækni og forkvinna í Útbúgvingarnevndini á Landssjúkrahúsinum, Gunnvá Guttesen, varastjóri, Jenny Østerø í Jákupsstovu, serlækni í almennum medisini og Turid Holm Johannessen, kommunulækni og útbúgvingarsamskipari í almennum medisini.