260527 Kunningarfundur Krabbameinsatoek 005

Kunnaðu um átøk innan krabbameinsøkið

Sjúkrahúsverkið skipaði mikudagin í farnu viku fyri kunningartiltaki um átøk innan krabbameinsøkið. Millum áhoyrararnir vóru løgtingslimir, umboð frá trivnaðarnevndini í Løgtinginum, Krabbameinsfelagið, Sjúklingafelagið, kommunulæknar o.o.

Eyðdis Hartmann Niclasen, landsstýriskvinna í heilsu- og orkumálum, setti tiltakið og síðani greiddu læknar, depilsleiðarar og stjórar frá verandi tiltøkum, raðfestingum og framtíðarætlanum á økinum.

Greitt varð eitt nú frá útgreiningareindina, átøk innan sjúkustaðfesting, verkætlan um palliatión í Suðuroy, endurvenjing og endurmenning hjá krabbameinssjúklingum. Verður hugt eftir krabbameinsætlanini frá 2022, eru fleiri tilmæli partvíst ella sett í verk.

Krabbameinsøkið er eitt at størru økjunum í Sjúkrahúsverkinum og starvsfólkið ger eitt ómetaliga stórt arbeiði. Hendan sjúkan rakar breitt og eru tað tí nógvir sjúklingar og avvarðandi, sum hava tørv á so stórari hjálp sum yvirhøvur gjørligt. Í Sjúkrahúsverkinum eru vit heppin, at vit hava nógv røsk og ágrýtin starvsfólk, sum hvønn dag leggja nógva orku í at hjálpa teimum raktu.

Sí fleiri myndir á Facebook-vanganum hjá Landssjúkrahúsinum.

Send viðmerkingar ella hugskot til okkum fyri at betra um virksemið í Sjúkrahúsverkinum
Rís og rós