Kunning um flyting og broyttar avgreiðslutíðir hjá Psykiatriska depli
Psykiatriski depilin flytur partar av sínum ambulanta virksemi í H-bygningin komandi dagarnar.
Í sambandi við flytingina verða broytingar í telefontíðini, og avgreiðslutíðin fyri móttiknar teldupostar kann eisini vera longri enn vanligt.
Telefontíðin verður soleiðis hesar dagarnar:
Fríggjadagin 20. november kl. 13.00–15.00
Mánadagin 23. november kl. 13.00–15.00
Týsdagin 24. november kl. 13.00–15.00
Mikudagin 25. november verður vanlig avgreiðsla aftur.
Hevur tú tørv á at seta teg í samband við okkum?
Fyri bílegging av heilivági: psykmed@ls.fo
Fyri aðrar fyrispurningar: psykinfo@ls.fo
Takk fyri tolsemið meðan vit flyta.