Landssjúkrahúsið verður grønari
Landssjúkrahúsið hevur, í samstarvi við Landsverk, gjørt avtalu við P/F Fjarhitafelagið um at leggja fjarhita inn í Landssjúkrahúsið. Tað merkir, at oljufýringin verður skift út við grøna orku.
Arbeiðið byrjar í heyst, tá Fjarhitafelagið fer undir at leggja fjarhitaleiðing frá Frælsinum, og yvir til hitamiðstøðina í Eirargarði 7. Fjarhitin fer eftir ætlan at verða klárur at nýta fyrst í 2026.
Talan er ikki bara um eitt stig á grønu leiðini, men eitt risa lop. Við hesi umlegging verða umleið 1 millión litrar av brenniolju spardir á hvørjum ári. Tað svarar til ein triðing av allari oljunýtsluni hjá landinum til bygningsupphiting í 2024!
"Avtalan við P/F Fjarhitafelagið er enn eitt stig á leiðin hjá Landssjúkrahúsinum at gerast grønari og at brúka burðardyggar orkuloysnir. Sum eitt av størstu arbeiðsplássum í landinum eiga vit at gera okkara til, at landið gerst meira burðardygt", sigur Steinar Eirikstoft.
Tað mesta av Landssjúkrahúsinum verður í 2026 hitað við fjarhita. Undantakið er H-bygningurin, sum longu nýtir eina sjóhitaskipan í Álakeri.
Tá umleggingin er liðug, er tað bert dampframleiðslan í Felagsvaskarínum á Landssjúkrahúsinum, sum brúkar olju.
Arbeitt verður við at leggja restina av Sjúkrahúsverkinum og Apoteksverkinum um til grøna orku.
Á myndin eru f.v.: Hákun Djurhuus Jacobsen, orkufrøðingur hjá Landsverki, Sigurð Ó. Vang, deildarleiðari á Verkætlanardeildini á Landsverki, Hans Christian Dam, stjóri í Fjarhitafelagnum, Súsanna Bertholdsen, landsstýriskvinna í heilsumálum, Annita á Fríðriksmørk, nevndarforkvinna í Fjarhitafelagnum, Steinar Eirikstoft, forstjóri í Sjúkrahúsverkinum, Jóan Símun Saltá, depilsleiðari á Tænastudeplinum á Landssjúkrahúsinum.