Leiðreglur fyri viðgerð fyri barnloysi
Fyri at koma í viðgerð fyri barnloysi, skalt tú venda tær til tín kommunulækna, og verða ávíst til gynækologiskt ambulatorium á Landssjúkrahúsinum.
Áðrenn tú setir teg í samband við kommunulæknan, skalt tú tryggja tær, at tú lýkur treytirnar fyri at fáa viðgerð. (sí leiðreglurnar niðanfyri)
Verður tú av Sjúkrahúsverkinum ávíst til fertilitetsviðgerð, verður viðgerðin veitt í Danmark. Landsjúkrahúsið stendur fyri útgreiningini, meðan viðgerðin verður veitt í Keypmannahavn. Tú/tit fáa ferð, uppihald og viðgerð goldin av Sjúkrahúsverkinum, meðan tit sjálvi skulu gjalda fyri heilivág.
Bíðitíð kann væntast fyri at koma til útgreining.
Tal av børnum
Sjúkrahúsverkið fíggjar 2 x 3 viðgerðir til pør til 2 felags børn, og 2 x 3 viðgerðir til stakar kvinnur til 2 børn.
Leiðreglur fyri fertilitetsviðgerð
- Av heilsuávum og í mun til møguleikan fyri at viðgerðin skal eydnast, skal kvinnan vera yngri enn 40 ár tá, hon verður ávíst til viðgerðar fyri barnloysi, og skal ikki vera fylt 41 ár, tá eitt nýtt viðgerðarumfar byrjar. Er talan um eggdonatión, skal kvinnan verða yngri enn 39 ár, tá hon verður ávíst til viðgerð fyri barnloysi.
- Er talan um pør, skal maðurin av heilsuávum verða yngri enn 55 ár.
- Er talan um pør, skulu tey hava havt óviljað barnloysi, tvs. uttan graviditet, í minst eitt ár.
- Av heilsuávum verður tilmælt, at BMI hjá kvinnuni er millum 18 og 35.
- Kvinnan skal ikki vera steriliserað. Er talan um pør, skal hvørgin teirra vera steriliseraður.
- Heilsa og/ella lív hjá kvinnuni skal ikki setast í vanda av viðgerð fyri barnloysi, viðgongu ella barnsburði.
- Er ivi um foreldraførleika, skal heilsustarvsfólkið við samtykki frá parinum/kvinnuni leggja málið til Familjufyrisitingina at taka støðu til. Noktar parið/kvinnan at geva samtykki til at læta málið til Familjufyrisitingina, skal heilsustarvsfólkið sýta viðgerð fyri barnloysi.
Kærumyndugleiki
Um tú ynskir at kæra um avgerð um viðgerð fyri barnloysi, ber til at kæra til Styrelsen for Patientklager um heilsufakligt virksemi. Kærufreistin er 2 ár eftir, at viðgerð fyri barnloysi var noktað, les meira her.