Att.19Ywuajt Cxo1qqkttvszhmdeoa34smk8ullhudowly

Marin hevur tikið 4 ½ ára serlæknaútbúgving á Landssjúkrahúsinum og hjá kommunulæknaskipanini, har hon hevur verið í ymiskum læknaviðtalum.

Marin hevur verið ávikavist hjá kommunulækna Joan Skibenæs, Heilsudepilin við Skálafjørðin, hjá kommunulækna Davið Guðnason, Læknamiðstøðin í Vági og nú tað seinasta árið hevur hon verið í viðtaluni hjá Dorrit Bech Joensen, kommunulækna í Læknamiðstøðini í Vági.

Í Føroyum er útbúgving av serlæknum í almennum medisini skipað í samstarvi millum Landssjúkrahúsið, Kommunulæknaskipanina og Videreuddannelsesregion Øst í Danmark.

Útbúgvingartíðarskeiðið fevnir um ymiskar kliniskar starvstíðir á sjúkrahúsi og í kommunulæknaviðtalu, umframt eina røð av skeiðum v.m. í Danmark og í Føroyum.

Í løtuni eru 16 læknar undir útbúgving til kommunulækna. Tann næsti læknin verður eftir ætlan liðugur 30. november 2026 og tríggir læknar verða eftir ætlan lidnir í 2027.

Vit á Landssjúkrahúsinum fegnast um at verða við til at útbúgva nýggjar kommunulæknar.

Send viðmerkingar ella hugskot til okkum fyri at betra um virksemið í Sjúkrahúsverkinum
Rís og rós