650279531 1358198006324434 1574422440464294573 N

Medisinskar seingjadeildir flyta í H-bygningin 8. september

Týsdagin 8. september flyta medisinsku seingjadeildirnar B7 og B8 á 1. hædd í H-bygninginum.

Sjúklingar, ið áður hava verið innlagdir á B7 og B8, verða nú framyvir innlagdir á H1 eystaru megin. Tað eru serliga sjúklingar við apopleksi og neurologiskum sjúkum – eins og sjúklingar við hjarta- og lungnasjúkum, ið koma at vera innlagdir á eystursíðuni.

Á H1 seingjadeildini eru einastovur, ið er eitt frambrot fyri bæði sjúklingar og teirra avvarðandi. Tey, ið framyvir verða innløgd á medisinsku seingjadeildina, fara at hava betri umstøður at vera saman við sínum nærmastu. Eisini verða nýggjar isolatiónsstovur tiknar í brúk, ið er eitt týdningarmikið ískoyti at brynja sjúkrahúsverkið til framtíðina.

Fyri at koma í samband við deildina kann ringjast til høvuðsnummarið hjá Landssjúkrahúsinum á +298 304500 og biðja um medisinsku seingjadeild.

Send viðmerkingar ella hugskot til okkum fyri at betra um virksemið í Sjúkrahúsverkinum
Rís og rós