Img 3982

Neurologiska ambulatoriið flutt á B7

Neurologiska ambulatoriið á Landssjúkrahúsinum, ið áður hevur húsast í Útistovu oman fyri vegin, eru nú flutt niðan á B7. Á Neurologiska ambulatoriinum starvast sjúkrarøktarfrøðingar og læknaskrivarar.

Danskir serlæknar í neurologi manna Neurologiska ambulatoriið tríggjar vikur um mánaðin. Á heimasíðuni hjá Sjúkrahúsverkinum (her) ber til at lesa meira um Neurologiska ambulatoriið og hvussu ein kemur í samband við ambulatoriið.

Vælkomin í Neurologiska ambulatoriið.

Send viðmerkingar ella hugskot til okkum fyri at betra um virksemið í Sjúkrahúsverkinum
Rís og rós