490381344 1123687629775474 8700503795218194949 N

Nú er farið undir at skipa Sjúkrahúsverkið sum universitetssjúkrahús

Hátíðarhald var í dag í Skálanum í H-bygninginum á Landssjúkrahúsinum, nú farið er undir at skipa Sjúkrahúsverkið sum universitetssjúkrahús. 
Lógarbroytingin kom í gildi 1. juni 2025 og við hesum binda vit okkum til at arbeiða fram móti at gerast eitt universitetssjúkrahús, við at menna sjúkrahúsverkið til eitt universitetssjúkrahús.
Á hátíðarhaldinum bjóðaði Maria Skaalum Petersen, leiðari á Heilsugranskingareindini, vælkomin, meðan Súsanna Bertholdsen, landstýriskvinna, Steinar Eirikstoft, forstjóri í Sjúkrahúsverkinum, og Martin Tvede Zachariasen, rektari á Fróðskaparsetrinum, bóru fram røður.
Sjúkrahúsverkið og Fróðskaparsetrið fara nú at arbeiða tætt saman um at skipa Sjúkrahúsverkið sum universitetssjúkrahús, hava heilsustarvsfólk møguleika fyri bæði at starvast og at granska á sjúkrahúsinum. Tað fer væntandi at økja áhugan hjá fleiri læknum, sjúkrarøktarfrøðingum og øðrum heilsustarvsfólki at starvast innan føroyska Sjúkrahúsverkið.

 

Send viðmerkingar ella hugskot til okkum fyri at betra um virksemið í Sjúkrahúsverkinum
Rís og rós