Talgild Heilsa Logo Hor Pos

Nýtt THS skiftir navn til Talgild heilsa

Programmið og verkætlanin “Nýtt THS”, sum er partur av heilsuverkinum og hevur ábyrgdina av at menna eina nýggja talgilda heilsuskipan í Føroyum, skiftir nú navn til Talgild heilsa.

Navnabroytingin er liður í arbeiðinum at gera verkætlanina greiðari og lættari at kenna aftur fyri bæði starvsfólkum í heilsuverkinum, samstarvspørtum og borgarum. Nýggja navnið endurspeglar kjarnuna í arbeiðinum: at menna og fremja talgildar loysnir, sum styrkja føroyska heilsuverkið.

Talgild heilsa arbeiðir við at menna eina modernaða og samanhangandi heilsuloysn, sum skal gera tað lættari hjá starvsfólkum at samstarva um viðgerð, røkt og fyribyrging, samstundis sum borgarar fáa betri atgongd til egnar heilsuupplýsingar.

Endamálið er at skapa eina trygga og framtíðartryggjaða talgilda loysn fyri føroyska heilsuverkið, har dátur og skipanir stuðla undir eina betri og meira samanhangandi heilsutænastu.

Navnið Talgild heilsa verður tikið í nýtslu beinanvegin og verður framyvir brúkt í øllum samskifti um verkætlanina og arbeiðið við nýggju talgildu heilsuloysnini.

Búmerkið er ein mynd av, hvat uppgávan, sum Talgild heilsa skal loysa, er: At savna og skipa fleiri ymsar smálutir í eina nýggja, greiða og samanhangandi heild. Okkara talgildu heilsuupplýsingar gjøgnum lívið liggja ymsastaðni, hjá ymsum aktørum, stovnum og skipanum. Talgild heilsa skapar samanhangin.

Send viðmerkingar ella hugskot til okkum fyri at betra um virksemið í Sjúkrahúsverkinum
Rís og rós