Ove Berg Jacobsen Kongens Fortjensmedalje

Ove fingið Kongens Fortjensmedalje

Fríggjadagin 20. februar var hátíðarhald í veitsluhøllini á Landssjúkrahúsinum, tá Ove Berg Jacobsen fekk handað Kongens Fortjenstmedalje fyri 40-ára trúgva tænastu í Sjúkraflutningstænastuni.

Í yvir 40 ár hevur hann verið har, tá tørvurin var størstur. Í regni og kava, nátt sum dag – altíð klárur at hjálpa. Tað er ikki bara eitt starv. Tað er eitt kall.

Sjúkraflutningstænastan er tryggleikin, vit líta á, tá lívið er viðbrekið. Og í mong ár hevur Ove verið ein partur av júst tí tryggleikanum. Eitt kent andlit, ein rólig rødd, ein hjálpandi hond.

Takk, Ove, fyri títt stóra hjarta og títt trúfesti.

Hjartaliga til lukku við heiðrinum – tú hevur uppiborið hann.

Send viðmerkingar ella hugskot til okkum fyri at betra um virksemið í Sjúkrahúsverkinum
Rís og rós