Palliativa toymið víðkar um tænastuna
Frá 1. september 2026 ber til at ávísa allar sjúklingar við lívshóttandi sjúku og tørvi á serkønum palliativum innsatsi til palliativa toymið. Kommunulækni ella sjúkrahúslækni kann ávísa til palliativa toymið.
Visiterað verður eftir hesum leisti:
-
Ávísing verður send í Cosmic til Palliativa toymið, og allir læknar kunnu ávísa
-
Í ávísingini skriva tit navn, p-tal, bústað, telefonnummar og fyrsti avvarðandi, navn á kommunulækna
-
Er samstarv við nærverk, kommunu ella Almannaverkið
-
Ávísingardiagnosa
-
Sjúkrasøga og lýsing av almenstøðu
-
Lýsing av palliativa tørvinum hjá sjúklinginum og av sjúkueyðkennum so sum vaml, pína, trongd og angist
-
Medisinlisti
-
Sjúklingurin skal havi givið samtykki
Um ávísing verður avvíst, tvs. um palliativa toymið út frá upplýsinginum í ávísingini ikki metir, at sjúklingurin hevur tørv á serkønum palliativum innsatsi, seta vit okkum í samband við ávísandi lækna, soleiðis at vit í felag kunnu leggja eina ætlan.
Palliativa toymið er eitt tvørfakligt toymi, sum er staðsett á Medisinska ambulatorium á Landsjúkrahúsinum. Toymið er sett saman av yvirlæknum, sjúkrarøktarfrøðingum og skrivara, sum hava tætt samstarv við fysioterapeut, ergoterapeut, kostráðgeva, prest og sálarfrøðing í Sjúkrahúsverkinum og við allar viðkomandi stovnar, deildir og heimatænastur um landið.
WHO allýsir palliatión soleiðis: “Palliativ viðgerð, røkt og umsorgan skal bøta um lívsgóðskuna hjá sjúklingum og teirra avvarðandi, tá ið sjúklingurin hevur lívshóttandi sjúku. Hetta verður gjørt við at fyribyrgja og linna líðingina við tíðliga at staðfesta og meta um sjúkuna, og grundað á tað, viðgera pínu og aðrar trupulleikar bæði av likamligum, sálarligum, psykososialum og andaligum slagi.” (Palliatión í Føroyum, s. 5, Heilsumálaráðið 2019)
Palliativa toymið
Medisinskt ambulatorium, E-lonin
J. C. Svabosgøta 41-49
FO-100 Tórshavn