Parkinson Rehabilitering
Í døgunum 9. mars til 20. mars var Parkinson Rehabilitering á Suðuroyar Sjúkrahúsi við fjølbroyttari skrá. Seks luttakarar vóru við hesaferð. Á skránni var m.a.:
Intensiv venjing við fysio - og ergoterapeuti
gongutúrar
logopædur
kostráðgevi
sálarfrøðingur
dansur og sangløta.
Luttakarirnir hava eftirmett rehabiliteringina og siga tey m.a.:
“Ásanna týdningin av venjing og kosti. “
“Gott at møtast við sínum líkum og deila felags avbjóðingar”
“Gott toymi”
Næsta forkanning verður 31/8 og skeiði verður í viku 40 og 41. Pláss er fyri 8 luttakarum. Fyri at kunna luttaka, má kommunulæknin ella neurologiska ambulatorium á Landssjúkrahúsinum senda Ergo- og Fysioterapiini á Suðuroyar Sjúkrahúsi eina ávísing.
Sí brot frá rehabiliteringini her.