Per Busk Settur Sum Stjori

Per Busk settur sum nýggjur forstjóri fyri Sjúkrahúsverkið og sjúkrahússtjóri á Landssjúkrahúsinum

Landsstýriskvinnan í heilsumálum hevur avgjørt at seta Per Busk sum forstjóra fyri Sjúkrahúsverkið og sjúkrahússtjóra á Landssjúkrahúsinum. Hann tekur við starvinum 1. juli 2026.

Per Busk hevur drúgvar leiðsluroyndir frá danska heilsuverkinum og serliga frá sjúkrahúsøkinum. Hann hevur í nógv ár verið sjúkrahússtjóri á Esbjerg Sygehus og hevur seinasta góða hálva árið verið virkandi sjúkrahússtjóri. Harumframt hevur hann havt leiðandi størv í Region Syddanmark, har hann millum annað hevur arbeitt við sjúkrahúsætlanum, heilsutrygd, præhospitalsøkinum og sjúkrahúsrakstri. 

 

Per Busk er útbúgvin cand.scient.pol. frá Aarhus Universiteti í 1993. Hann hevur harumframt leiðsluútbúgvingina KIOL frá 2004. 

 

 

Í starvinum fær Per Busk ovastu ábyrgdina av Sjúkrahúsverkinum, sum fevnir um Landssjúkrahúsið, Klaksvíkar Sjúkrahús, Suðuroyar Sjúkrahús og Sjúklingahotellið í Keypmannahavn. Starvið fevnir samstundis um ábyrgdina sum sjúkrahússtjóri á Landssjúkrahúsinum. 

 

Við setanini fær Sjúkrahúsverkið ein royndan leiðara við hollari vitan um sjúkrahúsrakstur, fyrisiting og menning av heilsutænastum.

Send viðmerkingar ella hugskot til okkum fyri at betra um virksemið í Sjúkrahúsverkinum
Rís og rós