9 Petoe 304

Petö-endurvenjingarskeið 2026 á Klaksvíkar Sjúkrahúsi

Heystskeiðið í 2026 verður í viku 41, 42 og 43 á Klaksvíkar Sjúkrahúsi.

Endurvenjingarskeiðið er fyri børn, við CP og øðrum kropsligum avbjóðingum, í aldrinum 0 til 14 ár.

Endamálið er, at børn í hesum málbólki fáa møguleika at venja intensivt í 3 vikur fyri at betra um ella viðlíkahalda teirra funktiónsstøði.

Treytin fyri luttøku er, at barnið hevur CP ella aðrar kropsligar avbjóðingar, og er ávíst av barnalækna. 

Venjingarnar eru 2 tímar um dagin, 5 dagar um vikuna, í 3 vikur.

Neyðugt er, at foreldur/stuðul er við til venjingarnar. Ynskiligt er at tey, ið eru um barnið dagliga, bæði frá stovni og heimi, kunnu verða við til vegleiðing í venjingum, sum barnið eftirfylgjandi kann gera dagliga.

Venjingarnar eru skipaðar í bólkum og er tí neyðugt, at børnini megna at arbeiða í bólki. 


Á venjingarskeiðnum verður atlit tikið til einstaka barnið og miðað verður ímóti, at børnini á ein stuttligan hátt við sangi, spæli og rørslum, kunnu betra um teirra rørslutarn.


Tilmeldingarfreistin er 07. sept. 2026.


Tit eru vælkomin at ringja 404668 ella 235467 um ivamál eru.


Send viðmerkingar ella hugskot til okkum fyri at betra um virksemið í Sjúkrahúsverkinum
Rís og rós