9 Petø 17

Petö-endurvenjingarskeið á Klaksvíkar Sjúkrahúsi

Heystskeiðið í 2024 verður í viku 42, 43 og 44.

Endurvenjingarskeiðið er fyri børn, við CP og øðrum kropsligum avbjóðingum, í aldrinum 0 til 14 ár.

Endamálið er, at børn innan hendan málbólk fáa møguleika at venja intensivt í 3 vikur fyri at betra um, ella viðlíkahalda teirra funktiónsstøði.

Treytin fyri luttøku er, at barnið hevur CP ella aðrar kropsligar avbjóðingar, og er ávíst av barnalækna. 

Venjingarnar eru 2 tímar um dagin, 5 dagar um vikuna, í 3 vikur.

Neyðugt er, at foreldur/stuðul er við til venjingarnar. Ynskiligt er at tey, ið eru um barnið dagliga, bæði frá stovni og heimi, kunnu verða við til vegleiðing í venjingum, sum barnið eftirfylgjandi kann gera dagliga.

Venjingarnar ganga fyri seg í bólkum og tí er neyðugt, at børnini megna at arbeiða í bólki.

Á venjingarskeiðnum verður atlit tikið til einstaka barnið og miðað verður ímóti, at børnini á ein stuttligan hátt, við sangi, spæli og rørslum, kunnu betra um teirra rørslutarn.

Tilmeldingarfreistin er 9. okt. Ynskja tit at melda til, ella hava tit ivamál og spurningar, send teldupost til benadicta@ks.fo ella ring til okkum á fysiurgisku deild á Klaksvíkar Sjúkrahúsi, á tel. 404668 ella 235467.



Send viðmerkingar ella hugskot til okkum fyri at betra um virksemið í Sjúkrahúsverkinum
Rís og rós