7 Barnsburð 94

Pinkubarnaskreeningin verður víðkað frá 1. oktober

Frá 1. oktober 2025 verður PKU blóðroyndin í hælinum á nýføðingum víðkað til eisini at fevna um ílegukanningar fyri CTD, HLCS, CF og GSDIIIa gjørdar á PKU-kortinum, smb. “Tilmæli um kanning av ílegusjúkum í Føroyum”.

PKU-royndin verður send til Statens Serum Institut (SSI), Danmark, sum kannar øll pinkubørn í ríkinum.

Í Sjúkrahúsverkinum er tað Diagnostiski depilin á LS, sum varar av screeningum av hesum slagi, og bioanalytikarar á øllum trimum sjúkrahúsunum taka blóðroyndina.

Les “Tilmæli um kanning av ílegusjúkum í Føroyum” her.

Send viðmerkingar ella hugskot til okkum fyri at betra um virksemið í Sjúkrahúsverkinum
Rís og rós