Sekretariatet for lægelig videreuddannelse Øst og serlæknar á vitjan
Í farnu viku hevði Landssjúkrahúsið ein stóran bólk av fólki á vitjan. Tað vóru fakfólk frá Sekretariatet for lægelig videreuddannelse Øst og serlæknar, ið fáast við læknaliga útbúgving, ið vóru á Landssjúkrahúsinum hesar dagarnar.
Landssjúkrahúsið samstarvar í høvuðsheitum við Region Øst, tá ið tað snýr seg um útbúgving av yngri læknum.
Vitjanin hevði til endamáls at eftirmeta og menna ta læknaligu víðariútbúgvingina, og fyrsti dagurin var serliga lagdur til at seta sjóneykuna á sergreinarnar kring landið.
Byrjað varð við inspektorvitjan á Skurðdeplinum, har royndir læknar skuldu meta um dygdina av útbúgvingini á staðnum.
Nærum allir deplar á Landssjúkrahúsinum, eins og kommunulæknaøkið, fingu vitjan av postgraduat kliniskum lektorum (PKL), sum eisini kunnu geva íblástur og vegleiðing til víðari menning.
Tveir seinnapartar varð skipað fyri vegleiðaraskeiði fyri sjúkrahúslæknum og kommunulæknum. Tað er sera týdningarmikið fyri Landssjúkrahúsið, at samstarvað verður um at tryggja eina dygdargóða útbúgving av okkara komandi læknum.