Sjúkrahúsverkið fingið nýggjan sjúkrabil

Í dag hevur Sjúkrahúsverkið fingið nýggjan sjúkrabil, staðsettur á Suðuroyar Sjúkrahúsi. Tilgongdin at fáa nýggja bilin byrjaði í 2024 og hevur sostatt verið drúgv, men í dag er hann loksins komin á sjúkrahúsið.

Starvsfólkini í Sjúkraflutningstænastuni á Suðuroyar Sjúkrahúsi hava brúkt part av degnum at rigga nýggja sjúkrabilin til, so hann nú er klárur, tá  tørvur verður á honum - og tey lata væl at.

Fyri at tryggja, at brúkið og harvið eisini slitið av sjúkrabilunum í Sjúkrahúsverkinum er javnt, er ein skipan við umbýti av sjúkrabilunum í verkinum. Nú nýggi sjúkrabilurin er komin á Suðuroyar Sjúkrahús, verður ein av hinum sjúkrabilunum sendur norður um, har hann verður partur av Sjúkraflutningstænastuni á Landssjúkrahúsinum við tilknýti til Lambareiði.

 

Send viðmerkingar ella hugskot til okkum fyri at betra um virksemið í Sjúkrahúsverkinum
Rís og rós