6W3A9632 Enhanced NR (1)

Steno Miðstøðin tikið munandi tøk fyri fólk við diabetes

Steno Miðstøðin í Føroyum hevur lagt fram ársfrágreiðing fyri 2024, har dentur verður lagdur á framstig, nýggj átøk og styrkt samstarv innan- og uttanlands. Tað hevur verið eitt ár við menning á fleiri økjum – frá betri tilboðum til sjúklingar til stinnari granskingargrundarlag og vitanardeiling. 

Eitt høvuðsfokus í 2024 hevur verið at fyrireika eitt nýtt viðgerðarátak til fólk við diabetiskari fótsjúku. Somuleiðis hevur Steno Miðstøðin útgivið faldaran “Livið væl við diabetes 2” á føroyskum, sum er borðin út til allar kommunulæknaviðtalur í Føroyum. Samstundis er biobanki á veg á Landssjúkrahúsinum, sum er eitt týðandi stig fyri føroyska heilsugransking. 

Brúkaraluttøka, altjóða samstarv og undirvísing hava verið kjarnuøki, og í 2025 verður farið undir enn fleiri átøk, eitt nú eitt betrað tilboð til børn og ung við diabetes 1 í samstarvi við Familjudepilin á Landssjúkrahúsinum.

Arbeitt verður við støðugt at menna heilsuverkið saman við borgarum, starvsfeløgum og samstarvsfeløgum bæði í Føroyum og uttanlands. Ársfrásøgnin gevur innlit í hetta arbeiðið, sum hevur til endamáls at betra um lívsgóðskuna hjá fólki við diabetes og hormonsjúkum í Føroyum. Tak niður ársfrásøgnina her.

Send viðmerkingar ella hugskot til okkum fyri at betra um virksemið í Sjúkrahúsverkinum
Rís og rós