Steno 1 Aim 1

Týdningarmikil gransking um diabetes 1

Steno Miðstøðin í Føroyum hevur nú innlimað luttakara nr. 30 í “Steno 1” granskingarverkætlanina, sum var málið. Sostatt er inklusjónsmálið fyri Føroyar rokkið, og tað fegnast vit um.

Steno 1 er ein altjóða, randomiserað klinisk kanning, har vit fylgja nøkrum granskingarluttakarum fyri at kanna um styrkt, fjøltáttað viðgerð kann minka um fylgisjúkur, ið eru knýttar at hjarta-æðra sjúkum, hjá persónum við diabetes 1. Verkætlanarfrágreiðingin er útgivin í altjóða tíðarritið, og úrslit verða væntandi komandi árini.

Vit vilja serliga takka øllum fólkunum við diabetes, sum hava valt at luttaka. Við tykkara íkasti eru vit við til at menna nýggja vitan um viðgerð og fyribyrging av fylgisjúkum. Eisini takka vit øllum okkara samstarvspørtum fyri gott samstarv um granskingarverkætlanina.

Lesið meira her: The Steno 1 study: Multifactorial intervention to reduce cardiovascular disease in type 1 diabetes-rationale and protocol of the prospective, randomized, open-labelled multicentre study - PubMed

 

Send viðmerkingar ella hugskot til okkum fyri at betra um virksemið í Sjúkrahúsverkinum
Rís og rós