Uttanlandstænastan dagførir teldupostsamskiftið
Mikudagin 8. apríl skiftir Uttanlandstænastan skipan til teldupostsamskifti. Í hesum sambandi kann væntast, at svartíðin fyrstu tíðina verður eitt sindur longri enn vanligt.
Vit vilja tí heita á samstarvs- og viðskiftafólk um at halda eyga við, um tey fáa svar, umframt at siga frá, um okkurt hevur skund, og skal avgreiðast sama dag ella dagin eftir
Teldupostur og telefonnummar verða tey somu – patient@ls.fo og 304750.
Telefontíðir eru eisini óbroyttar og eru framvegis týsdag og fríggjadag kl. 9-12.
Vit takka fyri, at tit bera yvir við okkum hesa fyrstu tíðina.