Stroke 2026 H1

Varpa ljós á slagtilburðir

Í dag, týsdagin 12. mai, verður Stroke'dagurin 2026 hildin fyri at varpa ljós á slagtilburðir og týdningin at handla skjótt. Endamálið við degnum er at økja vitanina um slagtilburðir:  ábendingar, fyribyrging og viðgerð.
Ein slagtilburður er ein álvarslig sjúka og ein av vanligastu orsøkunum til varandi brek hjá vaksnum. Tó kunnu nógvir slagtilburðir fyribyrgjast við røttum lívsstíli og góðari heilsurøkt.

Tað er umráðandi at kenna tekinini um slagtilburð aftur. Vanlig tekin kunnu vera:
•    lamningur ella skeivleikar í andlitinum,
•    veikleiki í øðrum arminum,
•    trupulleikar við at tosa ella orða seg.

Um illgruni er um slagtilburð, er umráðandi at ringja 112 beinanvegin. Skjót hjálp kann bjarga lívi og minka um álvarsligar avleiðingar.

Stigtakarar til “Strokedagin” eru Hjernesagen, Dansk Råd for Genoplivning og TrygFonden. Dagurin verður hildin hvørt ár í mai mánaði í samstarvi við eina røð av kommunum, sjúkrahúsum, fyritøkun og sjálvbodnum - og eisini apopleksieindini á Landssjúkrahúsinum. 

Send viðmerkingar ella hugskot til okkum fyri at betra um virksemið í Sjúkrahúsverkinum
Rís og rós