11 Ambulantviðtala LS 2

Verkætlan við talgildum viðtalum innan gastro ambulatoriskt virksemi royndarkoyrd

Medisinski depilin hevur seinasta mánaðin koyrt eina royndarskipan innan gastroenterologiska økið, har sjúklingar eru til telefonviðtalu.

Samanlagt hava níggju sjúklingar úr Suðuroy verið til telefonviðtalu hesa tíðina verkætlanin hevur verið royndarkoyrd.

Undir royndarverkætlanini hevur læknin í hvørjum einstøkum føri mett um, hvat slag av viðtalu tann einstaki sjúklingurin í gastro ambulatoriinum skal hava. Læknin metir um tað er neyðugt, at sjúklingurin møtir á Landssjúkrahúsinum ella um televiðtala er møgulig.

Við møguleikanum fyri telefonviðtalum sleppa teir sjúklingar, sum ikki hava tørv á tí, undan at ferðast á Landssjúkrahúsið til viðtalur, og sparir tað teimum fyri bæði tíð og orku.

Á Medisinska deplinum eru tey fegin um tað eyka uppmerksemi, sum er komið á televiðtalur til medisinskar sjúklingar og  væntast kann, at hesin møguleiki eisini fer at blíva meira brúktur á øðrum serøkjum, eitt nú hjarta- og lunga økini, umframt til persónar við diabetes.

Send viðmerkingar ella hugskot til okkum fyri at betra um virksemið í Sjúkrahúsverkinum
Rís og rós