Blóðroyndir

Niðanfyri sæst hvar tú kanst taka blóðroyndir og EKG. Vel títt økið fyri at síggja upplatingartíðir og hvussu tú kanst bíleggja tær eina tíð.

Ávísing til blóðroynd fæst hjá kommunulækna, sjúkrahúslækna ella serlækna. Úrslitini uppá blóðroyndirnar fáast einans við at venda sær til læknan.

Tórshavn

Bílegg tíð til blóðroynd á Landsjúkrahúsinum her

Ambulatoriið hjá Rannsóknarstovuni liggur til høgru fyri leiðbeingingina í forhøllini á Landssjúkrahúsinum.

Opið er hvønn gerandisdag millum kl. 8:00 - 14:00.

Hevur tú bílagt tíð frammanundan, skal tú skráseta teg á einum skermi við dyrnar til bíðirúmið. Tað gert tú við at nýta bíleggingarnummarið, sum tú hevur fingið á tína fartelefon. 

Hevur tú IKKI bílagt tíð frammanundan, tekur tú eitt nummar við dyrnar til bíðirúmið.

Klaksvík

Bílegg tíð til blóðroynd á Klaksvíkar Sjúkrahúsi her

Ambulatoriið á Rannsóknarstovuni er opið hvønn gerandisdag millum kl. 8:00 - 10:00. Tá er ikki møguligt at bíleggja tíð.

Til ber at bíleggja sær tíð til blóðroynd og EKG at takast eftir kl 10:00, mánadag til hósdag.

 

Tvøroyri

Ambulatoriið á Rannsóknarstovuni er opið hvønn gerandisdag millum kl. 8:00 - 13:00. 

Tað er ikki neyðugt at bíleggja tíð áðrenn.

Vágur

Blóðroyndir verða tiknar á Heilsumiðstøðini í Vági týsdagar og tórsdagar kl. 9:00 -11:00.

Tað er ikki neyðugt at bíleggja tíð áðrenn.

Runavík

Blóðroyndir verða tiknar á Læknamiðstøðini í Runavík týsdagar kl. 8:30 - 10:00

Tað er ikki neyðugt at bíleggja tíð áðrenn.

Gøta

Blóðroyndir verða tiknar á Læknamiðstøðini í Gøtu hósdag kl. 8:15 - 9:30

Tað er ikki neyðugt at bíleggja tíð áðrenn.

Hvussu fyrireika seg til blóðroynd?

Skal eg vera fastandi?
Til ávísar blóðroyndir krevst at tú ert fastandi. Spyr læknan, sum gevur tær ávísingina, um tú ivast.

At vera fastandi merkir

  • Tú mást ikki eta ella drekka annað enn vatn eftir kl. 22 kvøldið fyri, sum blóðroyndirnar skulu takast.
  • Tú kanst drekka 1-2 gløs av vatni
  • Tú mást ikki roykja 2 tímar áðrenn blóðroyndirnar skulu takast
  • Lívsneyðugur heilivágur verður tikin sum vanligt, tó verður miðað móti at taka blóðroyndirnar áðrenn.

Svar uppá prøvar og kanningar
Svar á kanningar fæst við at venda sær til egnan lækna.
Svartíðin uppá blóðroyndir o.a. kanningar er ymisk – frá tímum til dagar og vikur. 

Blóðroynd á børnum
Okkara ynski er, at barnið fær eina jaliga uppliving, tá tað kemur á sjúkrahús, eisini um tað skal prikast. Um barnið er sera bangið, eiga foreldrini/avvarðandi kortini at siga barninum frá frammanundan, hvat skal fara fram. Tá tit koma er tað eisini gott hjá okkum at fáa at vita, hvørjar tankar barnið hevur gjørt sær, soleiðis at vit møta barninum, har tað er.

Barnið kann fáa staðdoyving (EMLA- plástur/krem) á armin. Plástrið/kremið virkar soleiðis, at húðin sovnar, so barnið ikki merkir prikið. Plástrið/kremið kann keypast á apotekinum. Børn 0-2 mánaðir kunnu í mesta lagi fáa 1 plástur, tvs. bert á annan armin, og børn 3-11 mánaðir í mesta lagi 2 plástur. Umráðandi er at fylgja nýtsluleiðbeiningini, sum fylgir við pakkanum.  

Vilt tú gerast blóðgevi?

Les um hvussu tú kanst gerast blóðgevi her

Á teimum trimum sjúkrahúsunum eru umleið 2.200 blóðgevar skrásettir. Hetta er umleið 4½ prosent av føroyingum. Samanlagt geva tey blóð umleið 2.200 ferðir um árið.

Send viðmerkingar ella hugskot til okkum fyri at betra um virksemið í Sjúkrahúsverkinum
Rís og rós