23 Røntgen 3

Landssjúkrahúsið

CT skanning av krúnulívæðrum

Ein CT skanning er ein framkomin røntgenkanning, ið vísir meira nágreiniligar myndir av gøgnum, vevnaði og beinagrind, enn ein vanlig røntgenmynd. CT av krúnulívæðrum er ein kanning av æðrunum í hjartanum, og kanningin kann m.a. staðfesta kálkingar og tronga.

Nærri kunning um kanning

Innan kanning

Tak blóðroynd
Okkum tørva eina blóðroynd av tínum kreatinini áðrenn kanningina. Hevur tú diabetes, skal blóðroyndin ikki vera eldri enn 1 viku.  Hevur tú ikki diabetes, skal blóðroyndin ikki vera eldri enn 3 mánaðir. Tú fært blóðroyndarseðil útflýggjaðan frá ávísandi lækna.

Tak tín heilivág sum vant
Heilivágur ávirkar ikki kanningina, so tú kanst taka tín heilivág sum vant.

Barnakonur og bróstageving
Boða okkum frá í góðari tíð um tú ert við barn ella gevur bróst, av tí at tað kann ávirka, hvussu ella hvør kanning verður gjørd.

Nýt ikki smúkkur o.a. metal
Áðrenn kanningina – og helst heimanifrá – skulu allar smúkkur og metallutir takast av.

Tú mást ikki:

  • drekka kaffi, té ella kola frá midnátt kvøldið fyri kanning

  • roykja 2 tímar áðrenn kanning

  • íðka ítrott ella annað, ið er kropsliga krevjandi áðrenn kanning

  • nýta krem á yvirkroppinum á kanningardegnum

Undir kanning

Í fyrireikingar rúminum
Tú møtir í bíðirúminum til CT skannaran á 1. hædd, eftir avtalu við H1, har ein sjúkrarøktarfrøðingur tekur ímóti tær. Pulsur og blóðtrýst verða mátað, og tú fært eitt lítið katetur (venflon) lagt í eina æðr við einari nál. Er pulsurin ov høgur, fært tú heilivág fyri at lækka hann, og tað hevur við sær bíðitíð, ímeðan heilivágurin virkar. Pulsurin skal helst liggja undir 60, fyri at fáa eina kanning við góðari góðsku. Tað verður strembað eftir at skanna, meðan hjartað er í hvílufasu, fyri at fáa minst rørðslur á myndirnar.

Í kanningar rúminum
Tveir radiografar taka ímóti tær og fyrireika teg til skanningina. Tú liggur á einari legu, og fært elektrodur, sum máta hjartaslátturin, á bringuna og búkin.

Katetrið í æðrini verður bundið saman við einari kontrastsproytu, og kontrast verður sprænt inn undir sjálvari skanningini. Tað er ein klár væta ið hjálpir røntgenlæknunum at síggja gøgnini meira nágreiniligt, og ger tað lættari at tulka myndirnar. Tú kanst fáa kensluna av hita í kroppinum, trongd til at lata vatnið og metal smakk í munnin. Hetta fer tó skjótt burtur aftur.

Fyri at víðka um æðrarnar í hjartanum soleiðis at tær betur síggjast á skanningini, fært tú nitroglycerin sproytað undir tunguna. Hetta kann geva eitt sindur av høvupínu eftirfylgjandi tímarnir.

Kanningartíð
Kanningin tekur uml. 30 min. tilsamans, og harumframt mæla vit til, at tú ert á Røntgendeildini í 30 min. eftir kanningina, av tí at tú hevur fingið kontrast.

Eftir kanning

Tú hevur fingið kontrast
Kontrast kann elva til ovurviðkvæmi, og tí mæla vit til, at tú bíðar í móttøkuni á Røntgendeildini í 30 min. eftir kanning.

Merkir tú nakað óvanligt, skalt tú siga frá í móttøkuni á Røntgendeildini.

Ovurviðkvæmi kann m.a. vísa seg við úslett, kvalmu, spýggju ella trongd. Onkra hendingaferð kann kontrast innspræning elva til anafylaktiskt sjokk, sum er álvarsligt og krevur viðgerð umgangandi. Tað er tó sera sjáldsamt, og sjúkrahúsið hevur alla útgerð umframt útbúgvin starvsfólk at viðgerða hetta.

Koyring
Tú kanst koyra bil eftir kanningina, hóast tú hevur fingið kontrast.

Drekk ríkiligt
Drekk nógv restina av degnum t.d. vatn, saft ella juice. Tá ið kroppurin fær nokk av vætu, hjálpur tú nýrunum at fáa kontrastið úr kroppinum aftur. Eftir einum døgni, er alt kontrasti farið úr kroppinum við landinum, og hetta hvørki sæst ella merkist.

Uppfylging

Svar verður latið ávísandi lækna, og tú skalt sjálv/ur biðja um svarið, uttan so at onnur avtala er gjørd. Tú fært nærri kunning um svartíðina á kanningardegnum.

Hevur tú spurningar, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Røntgendeildina.

Samband

Deild

Røntgendeildin á Landssjúkrahúsinum
J. C. Svabosgøta, 41-49
2. hædd í B bygninginum
Tlf: 30 47 20

Vitjanartíð

Opið er mánadag til fríggjadag frá kl. 08.00 - 12.00.
Telefontíðin er mánadag til fríggjadag frá kl. 09.00 - 11.00.

Leiðandi starvsfólk

Lisa Frederiksberg, Funktiónsleiðari
Lisa.Frederiksberg@ls.fo
Alice Lamhauge, Toymisleiðari
alita@ls.fo

Hent kunning

Leiðbeining

Leiðbeiningin liggur við høvuðsdyrnar í forhøllini á Landssjúkrahúsinum. 

Leiðbeiningin útvegar lyklar til Gestalonina, til starvsfólkaíbúðirnar og umsitir nógvar aðrar uppgávur.

Leiðbeining er mannað alt samdøgrið, allar dagar, tó skal ringjast á høvuðsdyrnar millum kl. 23.00-07.00.


Tel. 304500

Teldupostur: leidbeining@ls.fo

Parkering

Við høvuðsdyrnar á J.C. Svabosgøtu
Til ber at parkera í 1 tíma við parkeringsøkið við høvuðsdyrnar. Tó er ikki altíð lætt at finna P-pláss. Er tú sjúklingur, ið skalt til viðtalu, verður tí mælt til, at tú kemur á Landssjúkrahúsið í góðari tíð.

Væntar tú at verða longri á Landssjúkrahúsinum, ber til at fáa veitt eitt serstakt loyvi til longri parkering við at venda tær til Leiðbeiningina í forhøllini. Tú skalt tá upplýsa nummarplátu á tínum bili, og leggja loyvið, tú fært útflýggjað, á eitt sjónligt stað í bilinum.

Við Sandágerð
Niðanfyri Landssjúkrahúsið til høgru eru tvey stór parkeringspláss. Her er loyvt at lata bilin standa í 8 tímar. 

Á Eirargarði
Hevur tú avtalu ella onnur ørindi á Eirargarði, er møguligt at parkera óavmarkaða tíð. 

Um tú ert blóðgevi
Skalt tú geva blóð, ber til at parkera á serstøkum parkeringsøki til blóðgevar, niðanfyri Landssjúkrahúsið við Álaker, har inngongdin til Rannsóknarstovuna er. Har er óavmarkað parkering fyri blóðgevar. Onnur, ið ikki skulu geva blóð, eiga ikki seta bilin frá sær á hesum parkeringsøki.

Matur

Á Landssjúkrahúsinum eru fleiri møguleikar at fáa ein betri bita. Maturin kann njótast í hugnaligum umhvørvi við borðini í forhøllini, í Skálanum ella takast við heim. Morgunmatur kann keypast Mánadag til Leygardag. Eisini ber til at keypa smyrjibreyð, skundverðar, dessertir og ymiskt søtt til góman.

Heitur matur
Gerandisdagar kann heitur matur keypast til døgurða, umframt okkurt søtt omaná. Døgurði er at fáa ímillum kl. 11:30 - 13:00. Sí dagsins rætt her.

Salatbarr
Gerandisdagar kanst tú gera tær fjølbroytta salat við heimabakaðum smábreyði í salatbarrini. Salatbarrin er sjálvtøka og er opin frá kl. 11:30 – 16:30.

Skálin í H-bygninginum
Skálin er opin gerandisdagar frá kl. 10.00 - 14.00. Til ber at keypa døgurða, suppu ella dessert og salatbarr frá kl. 11.30 - kl. 13.00. Mána-, miku- og fríggjadag ber eisini til at keypa rísvelling við kanelsukri. Í upplatingartíðini ber somuleiðis til at keypa skundverðar og okkurt søtt. 

Orkuríkar vørur
Køkurin hevur heimagjørdan proteindrykk, orkuríkan snaps, suppur, fromasjur og ísar. Hetta kann keypast í Kafeini og Skálanum, sí vøruúrval her. Køkurin ger eisini tyggi- og svølgivinarligan mat, sum er til keyps í Køkinum. 

Upp- og afturlatingartíðir í Kafeini
Mándag-fríggjadag kl. 08:00 – 20:30
Leygardag kl. 10:00 – 20:30
Sunnudag kl. 14:30 – 20:30

Blómur

Vitjandi eru vælkomin at taka avskornar ella turkaðar blómur við til innløgd á Landssjúkrahúsinum. Tað er tó ikki loyvt at taka plantur við mold við inn á klinisk øki. 

Internet

Á Landssjúkrahúsinum er gestanet, ið er opið til øll at brúka. Netið eitur Heilsunet-Guest.

Sosialir miðlar

Landssjúkrahúsið brúkar bæði Facebook og Instagram til leggja tíðindi, myndir, kunning og størv út til tykkum at síggja.

Tit eru vælkomin at fylgja við. 

Royking

Tað er ikki loyvt at roykja á Landssjúkrahúsinum. Uttanfyri høvuðsdyrnar er eitt tilskilað økið til royking.

Gisting

Sjúklingar og barnakonur búsitandi uttanfyri Suðurstreymoy, sum ikki verða innløgd, hava møguleikan at gista í Gestalonini.  Tað sama er galdandi fyri avvarðandi. 

Gestalonin á Landssjúkrahúsinum er staðsett á Eiragarði 4. 

Les meira um Gestalonina her.

Send viðmerkingar ella hugskot til okkum fyri at betra um virksemið í Sjúkrahúsverkinum
Rís og rós