Flouroskopi

Gjøgnumlýsing (flouroskopi)

Ein gjøgnumlýsing (flouroskopi) er ein røntgenkanning, har man við livandi myndum kann síggja hvussu ymiskir partar av kroppinum arbeiða, sum t.d. spísirørið og magin, ella hvussu landi rennur ígjøgnum landrásina o.a. Eisini er m.a. møguligt at leggja katetur inn í nýrakokuna, vegleitt av gjøgnumlýsing. Oftast eru tað ein  røntgenlækni og ein radiografur ið gera kanningina saman.

Skráseting
Minst til at tøppa títt p-tal inn á skrásetingarpultin, ella sig frá móttøkuni á Røntgendeildini at tú ert møtt/ur.

Send viðmerkingar ella hugskot til okkum fyri at betra um virksemið í Sjúkrahúsverkinum
Rís og rós