Landssjúkrahúsið
Gjøgnumlýsing (flouroskopi)
Ein gjøgnumlýsing (flouroskopi) er ein røntgenkanning, har man við livandi myndum kann síggja hvussu ymiskir partar av kroppinum arbeiða, sum t.d. spísirørið og magin, ella hvussu landi rennur ígjøgnum landrásina o.a. Eisini er m.a. møguligt at leggja katetur inn í nýrakokuna, vegleitt av gjøgnumlýsing. Oftast eru tað ein røntgenlækni og ein radiografur ið gera kanningina saman.
Skráseting
Minst til at tøppa títt p-tal inn á skrásetingarpultin, ella sig frá móttøkuni á Røntgendeildini at tú ert møtt/ur.
Nærri kunning um kanning
Innan kanning
Tak blóðroynd áðrenn kanning
Til onkrar røntgenkanningar er neyðugt at ávíkavist drekka kontrast, ella geva kontrast inn í æðrarnar undir kanningini. Um so er fært tú nærri kunning um hetta í innkallingarbrævinum.
Tak tín heilivág sum vant
Heilivágur ávirkar ikki kanningina, so tú kanst taka tín heilivág sum vant.
Barnakonur og bróstageving
Boða okkum frá í góðari tíð, um tú ert við barn ella gevur bróst, av tí at tað kann ávirka hvussu ella hvør kanning verður gjørd.
Nýt ikki smúkkur o.a. metal
Áðrenn kanningina – og helst heimanífrá – skulu allar smúkkur og metallutir takast av.
Børn til kanning
Smá børn mugu hava foreldur ella avvarðandi við inn í kanningarrúmið, men helst ikki meir enn ein persón, av tí at vit nýta røntgenstrálir. Er neyðugt at hava foreldur ella avvarðandi við inn í kanningarrúmið, skulu hesi hava blýggjfyriklæði á, fyri at verja ímóti røntgenstrálunum. Størri børn klára sum oftast eina røntgenkanning sjálvi.
Undir kanning
Røntgenlæknin og radiografurin greiða tær frá, hvussu kanningin skal gerast, og avgerða hvørjum klæðum tú skalt lata teg úr, og um tú skalt standa, sita ella liggja. Síðan verður røntgentólið stillað inn, fyri at fáa só góðar myndir sum til ber. Tað er ymiskt, hvussu nógvar livandi myndir skulu takast, alt eftir hvat tú skalt kannast fyri. Onkuntíð er neyðugt at ávíkavist drekka kontrast, ella spræna kontrast inn í æðrarnar. Kanningin kann sostatt taka alt frá umleið 5-30 min.
Tað er týdningarmikið at vera púra still/ur undir kanningini. Annars kann verða neyðugt at taka myndirnar av nýggjum.
Eftir kanning
Um tú hevur fingið kontrast
Drukkið
Um tú hevur drukkið kontrast, er týdningarmikið at drekka nógva vætu 1-2 dagar eftir kanningina, fyri ikki at fáa trekan maga. Tú kanst uppliva, at opningurin gerst ljósari enn vanligt. Hetta er púra vanligt, og hvørvur aftur av sær sjálvum aftaná nakrar dagar.
Sprænt inn
Kontrast ið verður sprænt inn í æðrarnar, kann elva til ovurviðkvæmi, og tí viðmæla vit at tú bíðar í móttøkuni á Røntgendeildini í 30 min. eftir at innspræningin varð byrjað. Merkir tú nakað óvanligt, skalt tú siga frá í móttøkuni á Røntgendeildini. Ovurviðkvæmi kann m.a. vísa seg við útslett, kvalma, spýggju ella trongd.
Onkra hendingarferð kann kontrast innspræning elva til anafylaktiskt sjokk, sum er álvarsligt og krevur viðgerð umgangandi. Tað er tó sera sjáldsamt, og sjúkrahúsið hevur alla útgerð umframt útbúgvin starvsfólk til at viðgerða hetta.
Uppfylging
Svar verður latið ávísandi lækna, og tú skalt sjálv/ur biðja um svarið, uttan so at onnur avtala er gjørd. Tú fært nærri kunning um svartíðina á kanningardegnum.
Hevur tú spurningar, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Røntgendeildina.
Samband
Deild
Røntgendeildin á Landssjúkrahúsinum2. hædd í B bygninginum
Tlf: 30 47 20
Vitjanartíð
Leiðandi starvsfólk
Lisa Frederiksberg, FunktiónsleiðariLisa.Frederiksberg@ls.fo Alice Lamhauge, Toymisleiðari
alita@ls.fo
Hent kunning
Leiðbeining
Leiðbeiningin liggur við høvuðsdyrnar í forhøllini á Landssjúkrahúsinum.
Leiðbeiningin útvegar lyklar til Gestalonina, til starvsfólkaíbúðirnar og umsitir nógvar aðrar uppgávur.
Leiðbeining er mannað alt samdøgrið, allar dagar, tó skal ringjast á høvuðsdyrnar millum kl. 23.00-07.00.
Tel. 304500
Teldupostur: leidbeining@ls.fo
Parkering
Við høvuðsdyrnar á J.C. Svabosgøtu
Til ber at parkera í 1 tíma við parkeringsøkið við høvuðsdyrnar. Tó er ikki altíð lætt at finna P-pláss. Er tú sjúklingur, ið skalt til viðtalu, verður tí mælt til, at tú kemur á Landssjúkrahúsið í góðari tíð.
Væntar tú at verða longri á Landssjúkrahúsinum, ber til at fáa veitt eitt serstakt loyvi til longri parkering við at venda tær til Leiðbeiningina í forhøllini. Tú skalt tá upplýsa nummarplátu á tínum bili, og leggja loyvið, tú fært útflýggjað, á eitt sjónligt stað í bilinum.
Við Sandágerð
Niðanfyri Landssjúkrahúsið til høgru eru tvey stór parkeringspláss. Her er loyvt at lata bilin standa í 8 tímar.
Á Eirargarði
Hevur tú avtalu ella onnur ørindi á Eirargarði, er møguligt at parkera óavmarkaða tíð.
Um tú ert blóðgevi
Skalt tú geva blóð, ber til at parkera á serstøkum parkeringsøki til blóðgevar, niðanfyri Landssjúkrahúsið við Álaker, har inngongdin til Rannsóknarstovuna er. Har er óavmarkað parkering fyri blóðgevar. Onnur, ið ikki skulu geva blóð, eiga ikki seta bilin frá sær á hesum parkeringsøki.
Matur
Á Landssjúkrahúsinum eru fleiri møguleikar at fáa ein betri bita. Maturin kann njótast í hugnaligum umhvørvi við borðini í forhøllini, í Skálanum ella takast við heim. Morgunmatur kann keypast Mánadag til Leygardag. Eisini ber til at keypa smyrjibreyð, skundverðar, dessertir og ymiskt søtt til góman.
Heitur matur
Gerandisdagar kann heitur matur keypast til døgurða, umframt okkurt søtt omaná. Døgurði er at fáa ímillum kl. 11:30 - 13:00. Sí dagsins rætt her.
Salatbarr
Gerandisdagar kanst tú gera tær fjølbroytta salat við heimabakaðum smábreyði í salatbarrini. Salatbarrin er sjálvtøka og er opin frá kl. 11:30 – 16:30.
Skálin í H-bygninginum
Skálin er opin gerandisdagar frá kl. 10.00 - 14.00. Til ber at keypa døgurða, suppu ella dessert og salatbarr frá kl. 11.30 - kl. 13.00. Mána-, miku- og fríggjadag ber eisini til at keypa rísvelling við kanelsukri. Í upplatingartíðini ber somuleiðis til at keypa skundverðar og okkurt søtt.
Orkuríkar vørur
Køkurin hevur heimagjørdan proteindrykk, orkuríkan snaps, suppur, fromasjur og ísar. Hetta kann keypast í Kafeini og Skálanum, sí vøruúrval her. Køkurin ger eisini tyggi- og svølgivinarligan mat, sum er til keyps í Køkinum.
Upp- og afturlatingartíðir í Kafeini
Mándag-fríggjadag kl. 08:00 – 20:30
Leygardag kl. 10:00 – 20:30
Sunnudag kl. 14:30 – 20:30
Blómur
Vitjandi eru vælkomin at taka avskornar ella turkaðar blómur við til innløgd á Landssjúkrahúsinum. Tað er tó ikki loyvt at taka plantur við mold við inn á klinisk øki.
Internet
Á Landssjúkrahúsinum er gestanet, ið er opið til øll at brúka. Netið eitur Heilsunet-Guest.
Sosialir miðlar
Royking
Tað er ikki loyvt at roykja á Landssjúkrahúsinum. Uttanfyri høvuðsdyrnar er eitt tilskilað økið til royking.
Gisting
Sjúklingar og barnakonur búsitandi uttanfyri Suðurstreymoy, sum ikki verða innløgd, hava møguleikan at gista í Gestalonini. Tað sama er galdandi fyri avvarðandi.
Gestalonin á Landssjúkrahúsinum er staðsett á Eiragarði 4.
Les meira um Gestalonina her.