Røntgenkanning av tarmunum
Røntgenmyndir verða gjørdar við at røntgenstrálir verða sendar út ígjøgnum eitt tól. Strálirnar ferðast ígjøgnum tað økið á kroppinum, ið skal kannast, og víðari til ein móttakara, ið mátar strálurnar. Síðan umskapar tøkni røntgenstrálurnar til eina mynd.
Ofta verða myndir tiknar frá ymiskum vinklum. Bleytur vevnaður og luft verða myrk á eini røntgenmynd, meðan beinagrindin verður ljós. Soleiðis ber til at skilja ymisku vevnaðirnir frá hvørjum øðrum. Tilber eisini at gera eina røntgenkanning av tarmunum. Til hesa kanning krevst, at kontrast er í sodningarleiðini.
Skal barn títt til kanning á Røntgendeildini? Les meira her: