Tarmspassaga

Landssjúkrahúsið

Røntgenkanning av tarmunum

Røntgenmyndir verða gjørdar við at røntgenstrálir verða sendar út ígjøgnum eitt tól. Strálirnar ferðast ígjøgnum tað økið á kroppinum, ið skal kannast, og víðari til ein móttakara, ið mátar strálurnar. Síðan umskapar tøkni røntgenstrálurnar til eina mynd.

Ofta verða myndir tiknar frá ymiskum vinklum. Bleytur vevnaður og luft verða myrk á eini røntgenmynd, meðan beinagrindin verður ljós. Soleiðis ber til at skilja ymisku vevnaðirnir frá hvørjum øðrum. Tilber eisini at gera eina røntgenkanning av tarmunum. Til hesa kanning krevst, at kontrast er í sodningarleiðini.

Skal barn títt til kanning á Røntgendeildini? Les meira her:

Nærri kunning um kanning

Innan kanning

Skráseting
Minst til at tøppa títt p-tal inn á skrásetingarpultin, ella sig frá móttøkuni á Røntgendeildini at tú ert møtt/ur.

Møt fastandi
Tú skalt fasta 4 tímar áðrenn kanning. Ert tú ikki fastandi, kunnu vit verða noydd at avlýsa kanningina. Týdningarmikil heilivágur kann takast saman við eitt sindur av vatni. Tú fært boð frá starvsfólkunum um, nær tú kanst eta og drekka aftur.

Barnakonur
Boða okkum frá í góðari tíð, um tú ert við barn, av tí at tað kann ávirka, hvussu ella hvør kanning verður gjørd.

Nýt ikki smúkkur o.a. metal
Áðrenn kanningina – og helst heimanífrá – skulu allar smúkkur og metallutir takast av

Undir kanning

Drekka kontrast
Tá ið tú møtur inn til kanning, fært tú 200 ml av kontrast at drekka. Tað finnast ymisk sløg av kontrasti, sum øll hava hvør sínar eginleikar og endamál. Til júst hesa kanning verður oftast ein tjúkk, hvít og søt barium væta nýtt. Onkuntíð verður ein onnur væta, sum setur gongd á sodningarlagið og smakkar av lakress, nýtt. Aðrar tíðir verður ein bittur vatnloysilig væta við jod nýtt. Alt eftir, hvørji sjúkueyðkenni tú hevur, verður best hóskandi kontrast givin. Tá ið alt kontrastið er drukkið, skulu fyrstu røntgenmyndirnar takast.

Røntgen myndatøka
Starvsfólkini greiða tær frá, hvussu myndirnar skulu takast og avgerða, hvørjum klæðum tú skalt lata teg úr, og um tú skalt standa, sita ella liggja. Síðan verður røntgentólið stillað inn, fyri at fáa só góðar myndir sum tilber. Ein røntgenlækni avgerð síðan, hvussu lang tíð skal ganga ímillum myndatøkurnar sum vísa, hvussu kontrastið ferðast ígjøgnum sodningarleiðina. Tað er týdningarmikið at vera púra still/ur undir kanningini. Annars kann verða neyðugt at taka myndirnar av nýggjum.

Um tú hevur sukursjúku
Tak insulin við um tørvur er á tí, og møguliga ein matpakka. Eisini ber til at fara í forhøllina at keypa sær okkurt til matna ímeðan bíðað verður ímillum myndatøkurnar.

Tak eina bók, hondarbeiði e.l. við
Tað tekur sum oftast nakrar tímar hjá konstrastini at ferðast ígjøgnum sodningarleiðina, og røntgenmyndir skulu takast leypandi. Tí kann tað vera eitt gott hugskot at taka okkurt við til at stytta um stundir. Tað kunnu vera longri steðgir millum myndatøkurnar, og tá ert tú vælkomin at ganga tær ein túr, eftir avtalu við starvsfólkini, ið gera kanningina

Eftir kanning

Drekk ríkiligt
Fyri ikki at fáa trekan maga, er tað týdningarmikið at tú drekkur ríkiligt 1-2 dagar eftir kanningina. Hetta er tó bert galdandi, um tú hevur fingið ta hvítu kontrastina at drekka.

Ljósur opningur
Tú kanst uppliva, at opningurin gerst ljósari enn hann plagar, um tú hevur fingið ta hvítu kontrastina at drekka. Hetta er púra vanligt, og hvørvur aftur av sær sjálvum aftaná nakrar dagar.

Uppfylging

Svar verður latið ávísandi lækna, og tú skalt sjálv/ur biðja um svarið, uttan so at onnur avtala er gjørd. Tú fært nærri kunning um svartíðina á kanningardegnum.

Hevur tú spurningar, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Røntgendeildina.

Samband

Deild

Røntgendeildin á Landssjúkrahúsinum
J. C. Svabosgøta, 41-49
2. hædd í B bygninginum
Tlf: 30 47 20

Vitjanartíð

Opið er mánadag til fríggjadag frá kl. 08.00 - 12.00.
Telefontíðin er mánadag til fríggjadag frá kl. 09.00 - 11.00.

Leiðandi starvsfólk

Lisa Frederiksberg, Funktiónsleiðari
Lisa.Frederiksberg@ls.fo
Alice Lamhauge, Toymisleiðari
alita@ls.fo

Hent kunning

Leiðbeining

Leiðbeiningin liggur við høvuðsdyrnar í forhøllini á Landssjúkrahúsinum. 

Leiðbeiningin útvegar lyklar til Gestalonina, til starvsfólkaíbúðirnar og umsitir nógvar aðrar uppgávur.

Leiðbeining er mannað alt samdøgrið, allar dagar, tó skal ringjast á høvuðsdyrnar millum kl. 23.00-07.00.


Tel. 304500

Teldupostur: leidbeining@ls.fo

Parkering

Við høvuðsdyrnar á J.C. Svabosgøtu
Til ber at parkera í 1 tíma við parkeringsøkið við høvuðsdyrnar. Tó er ikki altíð lætt at finna P-pláss. Er tú sjúklingur, ið skalt til viðtalu, verður tí mælt til, at tú kemur á Landssjúkrahúsið í góðari tíð.

Væntar tú at verða longri á Landssjúkrahúsinum, ber til at fáa veitt eitt serstakt loyvi til longri parkering við at venda tær til Leiðbeiningina í forhøllini. Tú skalt tá upplýsa nummarplátu á tínum bili, og leggja loyvið, tú fært útflýggjað, á eitt sjónligt stað í bilinum.

Við Sandágerð
Niðanfyri Landssjúkrahúsið til høgru eru tvey stór parkeringspláss. Her er loyvt at lata bilin standa í 8 tímar. 

Á Eirargarði
Hevur tú avtalu ella onnur ørindi á Eirargarði, er møguligt at parkera óavmarkaða tíð. 

Um tú ert blóðgevi
Skalt tú geva blóð, ber til at parkera á serstøkum parkeringsøki til blóðgevar, niðanfyri Landssjúkrahúsið við Álaker, har inngongdin til Rannsóknarstovuna er. Har er óavmarkað parkering fyri blóðgevar. Onnur, ið ikki skulu geva blóð, eiga ikki seta bilin frá sær á hesum parkeringsøki.

Matur

Á Landssjúkrahúsinum eru fleiri møguleikar at fáa ein betri bita. Maturin kann njótast í hugnaligum umhvørvi við borðini í forhøllini, í Skálanum ella takast við heim. Morgunmatur kann keypast Mánadag til Leygardag. Eisini ber til at keypa smyrjibreyð, skundverðar, dessertir og ymiskt søtt til góman.

Heitur matur
Gerandisdagar kann heitur matur keypast til døgurða, umframt okkurt søtt omaná. Døgurði er at fáa ímillum kl. 11:30 - 13:00. Sí dagsins rætt her.

Salatbarr
Gerandisdagar kanst tú gera tær fjølbroytta salat við heimabakaðum smábreyði í salatbarrini. Salatbarrin er sjálvtøka og er opin frá kl. 11:30 – 16:30.

Skálin í H-bygninginum
Skálin er opin gerandisdagar frá kl. 10.00 - 14.00. Til ber at keypa døgurða, suppu ella dessert og salatbarr frá kl. 11.30 - kl. 13.00. Mána-, miku- og fríggjadag ber eisini til at keypa rísvelling við kanelsukri. Í upplatingartíðini ber somuleiðis til at keypa skundverðar og okkurt søtt. 

Orkuríkar vørur
Køkurin hevur heimagjørdan proteindrykk, orkuríkan snaps, suppur, fromasjur og ísar. Hetta kann keypast í Kafeini og Skálanum, sí vøruúrval her. Køkurin ger eisini tyggi- og svølgivinarligan mat, sum er til keyps í Køkinum. 

Upp- og afturlatingartíðir í Kafeini
Mándag-fríggjadag kl. 08:00 – 20:30
Leygardag kl. 10:00 – 20:30
Sunnudag kl. 14:30 – 20:30

Blómur

Vitjandi eru vælkomin at taka avskornar ella turkaðar blómur við til innløgd á Landssjúkrahúsinum. Tað er tó ikki loyvt at taka plantur við mold við inn á klinisk øki. 

Internet

Á Landssjúkrahúsinum er gestanet, ið er opið til øll at brúka. Netið eitur Heilsunet-Guest.

Sosialir miðlar

Landssjúkrahúsið brúkar bæði Facebook og Instagram til leggja tíðindi, myndir, kunning og størv út til tykkum at síggja.

Tit eru vælkomin at fylgja við. 

Royking

Tað er ikki loyvt at roykja á Landssjúkrahúsinum. Uttanfyri høvuðsdyrnar er eitt tilskilað økið til royking.

Gisting

Sjúklingar og barnakonur búsitandi uttanfyri Suðurstreymoy, sum ikki verða innløgd, hava møguleikan at gista í Gestalonini.  Tað sama er galdandi fyri avvarðandi. 

Gestalonin á Landssjúkrahúsinum er staðsett á Eiragarði 4. 

Les meira um Gestalonina her.

Send viðmerkingar ella hugskot til okkum fyri at betra um virksemið í Sjúkrahúsverkinum
Rís og rós