Landssjúkrahúsið
Røntgenvegleidd vevnaðarroynd av bróstinum (stereotaktisk biopsi)
Ein stereotaktisk biopsi er ein røntgenvegleidd vevnaðarroynd av bróstinum. Sum oftast er talan um smáar kálkingar, sum bert kunnu síggjast við røntgen.
Nærri kunning um kanning
Innan kanning
Heilivágur
Tekur tú blóðtynnandi heilivág, skalt tú venda tær til ávísandi lækna/ambulatorium fyri at tryggja, at royndin kann takast uttan vanda fyri bløðing. Møguliga verður tú biðin um at halda ein steðg við blóðtynnandi heiliváginum nakrar dagar frammanundan. Avtala samstundis, nær tú kanst byrja at taka blóðtynnandi heilivágin aftur.
Barnakonur og bróstageving
Barnakonur og bróstageving Boða okkum frá í góðari tíð, um tú ert við barn ella gevur bróst, av tí at tað kann ávirka hvussu ella hvør kanning verður gjørd. Gevur tú bróst, er týdningarmikið, at tú tømir bæði bróstini væl áðrenn kanningina.
Á kanningardegnum mást tú ikki nýta:
krem
talkum
deodorant
luktilsi
Undir kanning
Ein brósta røntgenlækni tekur vevnaðarroyndina saman við tveimum radiografum.
Tú situr ella liggur á einum stóli, og bróstið, haðani vevnaðarroyndin skal takast, verður kleimt ímillum tvær plátur undir allari kanningini. Hetta kann kennast eitt sindur óbehagiligt.
Fyrst verða røntgenmyndir tiknar fyri at síggja staðsetingina av kálkingunum ella øðrum, sum roynd skal takast av. Tá ið stungustaðið er funnið, verður tað sóttreinsað. Tú fært lagt lokaldoyving, soleiðis at tú ikki merkir pínu tá ið royndin skal takast. Tú merkir eitt prik, og tað kann spenna eitt sindur undir húðini. Tá ið lokaldoyvingin virkar, verður nálin stungin inn, haðani royndin skal takast.
Tá ið royndin er tikin og bróstið verður loyst, trýstur radiografurin fast niður á stungustaðið fyri at minka um bløðingina. Trýstið skal haldast í uml. 10 minuttir, ella til bløðingin er steðga. Síðan fært tú eitt plástur á, og umbinding um bringuna. Kanningin tekur uml. 1 tíma tilsamans.
Tú ert vælkomin at hava avvarðandi við, men av tí at røntgenstrálir verða nýttar, og plásstrot er í kanningarrúminum, kunnu avvarðandi tíverri ikki koma við inn til sjálva kanningina.
Eftir kanning
Byrjar tað at bløða frá stungustaðnum eftir, at tú ert farin av Røntgendeildini, skalt tú trýsta fast niður á stungustaðið, til tað ikki bløðir meira. Hetta kann taka fleiri minuttir.
Tú kanst fáa eitt blátt merki og vera eym í bróstinum í nakrar dagar, orsakað av bløðingini. Tú mást ikki lyfta tungt ella gera ov nógv av restina av degnum.
Plástrið skal vera sitandi til dagin eftir, tó skal tað skiftast, um tað gerst vátt ella skitið.
Blívur bróstið heitt, hovið, sæst roði á tí, og tú fært fepur, kann tað vera tekin um bruna, og tá skalt tú venda tær til kommunu læknan. Er tað uttanfyri viðtalutíð, skalt tú venda tær til læknavaktina á tlf.: 1870.
Uppfylging
Vevnaðarroyndin verður send til víðari kanningar á Ríkissjúkrahúsinum. Tað kann taka upp til 3 vikur, áðrenn svar kemur uppá hesar kanningar. Tú fært eitt kunningarskriv við heim á kanningardegnum.
Er tørvur á víðari uppfylgjan, fært tú eina tíð í bróstambulatorium á B3 til samrøðu við skurðlækna.
Er ikki tørvur á víðari uppfylgjan, fært tú boð um hetta umvegis MínBoks ella bræv. Hevur tú spurningar, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Røntgendeildina.
Samband
Deild
Røntgendeildin á Landssjúkrahúsinum2. hædd í B bygninginum
Tlf: 30 47 20
Vitjanartíð
Leiðandi starvsfólk
Lisa Frederiksberg, FunktiónsleiðariLisa.Frederiksberg@ls.fo Alice Lamhauge, Toymisleiðari
alita@ls.fo
Hent kunning
Leiðbeining
Leiðbeiningin liggur við høvuðsdyrnar í forhøllini á Landssjúkrahúsinum.
Leiðbeiningin útvegar lyklar til Gestalonina, til starvsfólkaíbúðirnar og umsitir nógvar aðrar uppgávur.
Leiðbeining er mannað alt samdøgrið, allar dagar, tó skal ringjast á høvuðsdyrnar millum kl. 23.00-07.00.
Tel. 304500
Teldupostur: leidbeining@ls.fo
Parkering
Við høvuðsdyrnar á J.C. Svabosgøtu
Til ber at parkera í 1 tíma við parkeringsøkið við høvuðsdyrnar. Tó er ikki altíð lætt at finna P-pláss. Er tú sjúklingur, ið skalt til viðtalu, verður tí mælt til, at tú kemur á Landssjúkrahúsið í góðari tíð.
Væntar tú at verða longri á Landssjúkrahúsinum, ber til at fáa veitt eitt serstakt loyvi til longri parkering við at venda tær til Leiðbeiningina í forhøllini. Tú skalt tá upplýsa nummarplátu á tínum bili, og leggja loyvið, tú fært útflýggjað, á eitt sjónligt stað í bilinum.
Við Sandágerð
Niðanfyri Landssjúkrahúsið til høgru eru tvey stór parkeringspláss. Her er loyvt at lata bilin standa í 8 tímar.
Á Eirargarði
Hevur tú avtalu ella onnur ørindi á Eirargarði, er møguligt at parkera óavmarkaða tíð.
Um tú ert blóðgevi
Skalt tú geva blóð, ber til at parkera á serstøkum parkeringsøki til blóðgevar, niðanfyri Landssjúkrahúsið við Álaker, har inngongdin til Rannsóknarstovuna er. Har er óavmarkað parkering fyri blóðgevar. Onnur, ið ikki skulu geva blóð, eiga ikki seta bilin frá sær á hesum parkeringsøki.
Matur
Á Landssjúkrahúsinum eru fleiri møguleikar at fáa ein betri bita. Maturin kann njótast í hugnaligum umhvørvi við borðini í forhøllini, í Skálanum ella takast við heim. Morgunmatur kann keypast Mánadag til Leygardag. Eisini ber til at keypa smyrjibreyð, skundverðar, dessertir og ymiskt søtt til góman.
Heitur matur
Gerandisdagar kann heitur matur keypast til døgurða, umframt okkurt søtt omaná. Døgurði er at fáa ímillum kl. 11:30 - 13:00. Sí dagsins rætt her.
Salatbarr
Gerandisdagar kanst tú gera tær fjølbroytta salat við heimabakaðum smábreyði í salatbarrini. Salatbarrin er sjálvtøka og er opin frá kl. 11:30 – 16:30.
Skálin í H-bygninginum
Skálin er opin gerandisdagar frá kl. 10.00 - 14.00. Til ber at keypa døgurða, suppu ella dessert og salatbarr frá kl. 11.30 - kl. 13.00. Mána-, miku- og fríggjadag ber eisini til at keypa rísvelling við kanelsukri. Í upplatingartíðini ber somuleiðis til at keypa skundverðar og okkurt søtt.
Orkuríkar vørur
Køkurin hevur heimagjørdan proteindrykk, orkuríkan snaps, suppur, fromasjur og ísar. Hetta kann keypast í Kafeini og Skálanum, sí vøruúrval her. Køkurin ger eisini tyggi- og svølgivinarligan mat, sum er til keyps í Køkinum.
Upp- og afturlatingartíðir í Kafeini
Mándag-fríggjadag kl. 08:00 – 20:30
Leygardag kl. 10:00 – 20:30
Sunnudag kl. 14:30 – 20:30
Blómur
Vitjandi eru vælkomin at taka avskornar ella turkaðar blómur við til innløgd á Landssjúkrahúsinum. Tað er tó ikki loyvt at taka plantur við mold við inn á klinisk øki.
Internet
Á Landssjúkrahúsinum er gestanet, ið er opið til øll at brúka. Netið eitur Heilsunet-Guest.
Sosialir miðlar
Royking
Tað er ikki loyvt at roykja á Landssjúkrahúsinum. Uttanfyri høvuðsdyrnar er eitt tilskilað økið til royking.
Gisting
Sjúklingar og barnakonur búsitandi uttanfyri Suðurstreymoy, sum ikki verða innløgd, hava møguleikan at gista í Gestalonini. Tað sama er galdandi fyri avvarðandi.
Gestalonin á Landssjúkrahúsinum er staðsett á Eiragarði 4.
Les meira um Gestalonina her.