Screening fyri lívmóðurhálskrabba

Allar kvinnur í aldursbólkinum 23-64 ár fáa bjóðað regluliga fyribyrgjandi kanning fyri lívmóðurhálskrabba. Hetta verður gjørt við einari einfaldari kanning hjá kommunulæknanum. Endamálið er at diagnostisera forstig til lívmóðurhálskrabba og kunna veita viðgerð skjótast gjørligt. 

Kyknubroytingar kunnu vera til staðar leingi, áðrenn tær broytast til veruligt krabbamein. Tað ber til við einari einfaldari kanning hjá kommunulæknanum at taka eitt sindur av slími við lívmóðurmunnan til kanningar fyri kyknubroytingar. Leingi áðrenn nakað sæst við berum eygum, kunnu vera broytingar í kyknunum, sum bert síggjast við sjóneyku. Tí verða kvinnur í aldursbólkinum 23 - 29  ár innkallaðar triðja hvørt ár, og kvinnur í aldursbólkinum 30 - 64 ár innkallaðar fimta hvørt ár.

Allar kvinnur í aldursbólkinum 23-64 ár fáa innkallingarbræv frá Landssjúkrahúsinum við eini áminning um, at tíð er til nýggja kanning hjá egnum kommunulækna. Tú ringir sjálv til kommunulæknan og biður um eina tíð. Hevur tú ikki fingið innkallingarbræv, eigur tú at ringja til Landssjúkrahúsið á tel. 304518 millum kl. 10.30-12.30 og gera vart við, at tú ikki fært innkallingarbræv.

Read this information in english here.

Send viðmerkingar ella hugskot til okkum fyri at betra um virksemið í Sjúkrahúsverkinum
Rís og rós