Umbøn um myndir
Skalt tú til aðra kanning ella viðgerð innan- ella uttanríkis? So ber í ávísum førum til hjá okkum at senda myndir við skrivligari frágreiðing um kanningina. Í samband við umbøn um myndir, hava vit tørv á einum telduposti við fylgjandi upplýsingum:
p-tal
fulla navn
hvørja kanning umbønin snýr seg um
um tú hevur fingið svar uppá kanningina
stutt frágreiðing um, hvat umbønin skal nýtast til
teldupost adressu sum myndirnar skulu sendast til
fartelefon nummar sum kota skal senda til
Telduposturin skal sendast til rtginfo@ls.fo