Landssjúkrahúsið

Sjúklingahotellið Tórshavn í Keypmannahavn

Vælkomin á Sjúklingahotellið Tórshavn 
Vit vilja gera okkara besta fyri, at tú finnur teg væl til rættis á hotellinum. Tú er vælkomin, at spyrja teg fyri í Leiðbeiningini. Tørvar tær hjálp til røkt ella flutning, kanst tú seta teg í samband við okkara sjúkrarøktarfrøðingar í Leiðbeiningini.

Niðanfyri kanst tú lesa um praktisk viðurskifti, ið eru viðkomandi fyri teg ímeðan tú ert her.

Til tíðir eru øll seingjapláss upptikin á Sjúklingahotellinum Tórshavn. Tá er neyðugt, at bóka sjúklingar og fylgjarar inn á onnur hotell í Keypmannahavn.

Komudagur 

Tá tú kemur á Sjúklingahotellið Tórshavn, tekur ein sjúkrarøktarfrøðingur ímóti tær og gevur vegleiðing um praktiskar umstøður.

Tú verður biðin um, at boða sjúkrarøktarfrøðinginum frá, nær viðgerð ella kanningar eru skrásettar, soleiðis at vit best kunna samskipa viðgerðargongdina saman við viðgerðarstaðnum. 

Vinarliga kunna teg um, hvørja leið tú skal nýta til viðgerðarstaðið. Hetta kann vera við bussi ella toki, og tí er gott hjá tær at vita um tað áðrenn. Vit hava vegleiðingar, ið hjálpa tær at finna øll viðgerðarstøðini, og vit hjálpa tær fegin við hesum.

Um tú ikki gistur á Sjúklingahotellinum eina nátt, verður tú vinarliga biðin um at siga frá hesum á skrivstovuni.

Vælkomstsamrøða

Miðja verður eftir at hava vælkomstsamrøðu við teg innan 24 tímar eftir komu. 

Leiðbeining 

Leiðbeiningin er opin millum kl. 07:00-23:00. Vaktarskifti er tó millum kl. 7:30 og 8:00, um morgunin og aftur kl. 15:00 til 15:30. Tá er stongt.

Sjúkrarøktarfrøðingur kann tó altíð røkkast, við at ringja á telefonnummar +45 77336464 og síðani trýsta á 2. Um tú ringir frá telefon á kamarinum, skalt tú einans trýsta á nummari 8 fyri at fáa fatur á sjúkrarøktarfrøðinginum. Sama er galdandi um náttina. 

Lyklar

Tú fært ein lykil, sum er til kamarið og eitt chip til úthurðina. Minst til at lata okkum lykilin aftur við fráferð

Rudding og reingerð av kamari 

Reingerðarfólk byrja at gera kømur klár frá kl. 8:00 um morgunin. Tú verður tí biðin, um at vera uppi, soleiðis at tey sleppa framat. Tað verður væntað, at tú til tínar bestu førleikar, reiðir songina og ruddar eftir tær. Sjúklingar, ið ikki megna hetta, eru undantikin.

Skift verður á seingini hvørja viku, og hjá sjúklingum eftir tørvi. Í vikuskiftinum verða bert felagshølini gjørd rein, um annað ikki er avtalað. Hevur tú spurningar, verður tú biðin um at venda tær til reingerðarfólk ella sjúkrarøktarfrøðing.

Skalt tú gista á sjúklingahotellinum í longri tíð, og hevur tú hug at hava ábyrgd av at halda kamarið, ber til at fáa reingerðingslutir til kamarið.

Koyring  

Við komu til sjúklingahotellið, hevur sjúkrarøktarfrøðingur skriva teg upp til koyring við okkara bussi. Eftir hetta, hevur tú ábyrgdina av at skriva teg á koyrilistan áðrenn kl 18.00 dagin fyri, at tú skalt møta á viðgerðarstaðnum. Koyrilistin  liggur á diskinum í reseptiónini. 

Tá tú skalt aftur á sjúklingahotellið, verður tú biðin um ringja beinleiðis til bussin um avheintan á tel. +45 28993046. Bíðitíðin kann vera upp til 2 tímar báðar vegir. 

Um tú ikki ynskir at bíða eftir bussinum, og vil ferðast á annan hátt, er tað fyri egnan kostnað.

Veking 

Veking kann bíleggjast á skrivstovuni til kl. 22.00 kvøldið fyri. Skalt tú upp áðrenn kl. 7.00, fært tú vekjara til láns.

Hondreinføri

Vit heita á øll búgvandi, um at vaska hendur áðrenn farið verður til felagsmáltíðir. Eisini skulu øll sum heild vísa gott hondreinføri, orsakað av at nógvir sjúklingar hava niðursetta immunverju. Hándspritt er eisini at finna í matstovuni.

Peningur, ferðaseðlar og annað

Vit kunnu goyma pening, ferðaseðlar og aðrar virðislutir fyri teg í pengaskápi á skrivstovuni.

Royking

Sjúklingahotellið er roykfrítt og her búgva ofta sjúklingar, ið ikki mugu útsetast fyri royki. Tí er umráðandi, at eingin roykjur á kamarinum. Royking er bert loyvd á ávístum øki uttanfyri. 

Rusk

Við endanum av gongini á hvørjari hædd, er eitt rúm við einum svørtum ruskposa til vanligt rusk. Posin er ikki til glas, nálir ella annað hvast.

Alt rusk skal vera í afturbundnum posa, áðrenn tað verður koyrt í ruskposan. Stórar pappeskjur skulu kroystast flatar og stillast inn í sama rúm. Í rúminum er eisini ein posi til skitið linned.

Nálir og annað hvast skal latast sjúkrarøktarfrøðinginum á skrivstovuni.

Fráferð

Tað er umráðandi, at tú gevur skrivstovuni á Sjúklingahotellinum boð beinanvegin, tá tú veitst, nær viðgerðin ella kanningar eru lidnar.  Um pláss er, ber til at búgva á Sjúklingahotellinum til dagin eftir. 

Avvarðandi verða eisini biðin um at siga frá, nær farið verður heimaftur til Føroya. Ynskiligt er, at avroknað verður dagin fyri fráferð ella í seinasta lagið kl. 09.00 ferðadagin. Fráferðardagin skal farast av kamarinum í seinasta lagið kl. 10:00.

Skrivstovan á Sjúklingahotellinum hjálpir tær við at bíleggja flogferðaseðlar.

Til Kastrup Lufthavn

Vit skipa fyri felags flutningi til av Sjúklingahotellinum til flogvøllin. Farið verður av Sjúklingahotellinum áleið 2½ tíma áðrenn fráferð.

Fyri at kamarið kann gerast klárt til næstu gestirnar, verður tú biðin um at fara av kamarinum í seinasta lagið kl. 10.00 fráferðadagin, so reingerðarfólk sleppa inn at gera reint.

Megnar tú ikki at fara úr kamarinum innan kl. 10.00, verður tú vinaliga biðin, um at venda tær til sjúkrarøktarfrøðingin.

Máltíðir

• Morgunmatur kl. 07.00 – 09.30. Í vikuskiftum frá kl. 08.00-10.00.
• Døgurði kl. 12.00 – 13.30.
• Nátturði kl. 18.00 – 19.30.

Maturin verður tikin av buffetini 15 min. eftir.
Kaffi/te og heimabakað køka eru at fáa frá klokkan 20.00.
Kalt vatn og saft fæst til kl. 23.00. 

Tað er ikki møguligt hjá sjúklingum og avvarðandi at keypa mat til gestir, men tú ert vælkomin at bjóða gestum ein kaffimun.

Serstakur kostur

Um tú av heilsuávum skal hava serstakan kost, verður tú biðin um at siga sjúkrarøktarfrøðinginum frá beinanvegin.

Um tú ert til viðgerð ella kanningar, kunnu starvsfólk í køkinum goyma mat til tín. Tá er neyðugt at tú, um morgunin sama dag skrivar kamarsnummar og hvussu nógvar máltíðir skulu goymast. Talva hongur í matarsalinum til endamálið.

Tú kanst eisini gera tær matpakka, at taka við.

Kostnaður fyri uppihald
  •  Váttaður fylgjari saman við sjúklingi, 150 kr. fyri náttina, kostur íroknaður, tó í mesta lagið 1500 kr. um mánaðan (10 dagar).
  • Avvarðandi, 600 kr. fyri náttina, kostur íroknaður. Í mesta lagið 6.000 kr. um mánaðin.
  • Børn frá 0 til og við 11 ár, ókeypis.
  • Børn frá 12 til og við 17 ár, 300 kr. fyri náttina, kostur íroknaður. Í mesta lagið 3.000 kr. um mánaðin.

Til ber at gjalda við donskum/føroyskum peningi ella Visa/Dankorti (FR-korti). Til ber eisini at gjalda við mastercard, men tá kemur eitt ískoytisgjald á 1,1 % afturat upphæddini.

Gjaldast skal innan fráferð, og helst dagin áðrenn. Í seinasta lagið fráferðardagin áðrenn kl. 09.00.

Endurgjald skal rindast áðrenn heimferð, tí tað kann bert gerast á Sjúklingahotellinum Tórshavn. 

Hiti, vatn, ljós og opin vindeyga

Ansið eftir, at:

  • Vatnið ikki rennur óneyðugt.
  • Ljósið ikki brennur óneyðugt. Sløkkið, tá farið verður út av kamarinum.
  • Radiatorarnir ikki eru frá og vindeygað opið í senn.

"Grøna avgjaldið" dýrkar nógv um útreiðslurnar hjá okkum og ger, at vit mugu ansa betur eftir, hvussu vit bera okkum at.

Innrætting

Á 2., 3. og 4. hædd eru tekøkar við komfýri, ovni, køliskápi og sjónvarpi. Har er møguleiki fyri at gera sær ein drekkamunn ella annað.

Tekøkurin á 2. hædd er innrættaður, at eisini rúma spælistovu til børn.

Motiónsrúm og aktivitetsrúm

Í kjallaranum er eitt motiónsrum við ymiskum fitness-amboðum, sum øll kunnu nýta.
Eisini er eitt aktivitetsrúm við seymimaskinum, fótbóltspæli og møguleika fyri øðrum ítrívum.

Spælistovan

Sjúklingahotellið hevur spælirúm til børn á 2. hædd. Foreldrini hava ábyrgdina av, at børnini fara væl um lutirnar. Foreldrini skulu syrgja fyri upprudding.

Lutir úr spælirúminum mugu ikki takast inn á kamarið.

Bókasavn

Eitt lítið bókasavn er við matarsalin.

Barnavognar og klappstólar

Á Sjúklingahotellinum eru 3 barnavognar, 3 klappstólar og 3 paraplyvognar til láns.

Um tær tørvar ein vogn, kanst tú venda tær til skrivstovuna. Vognarnar mugu ikki standa á gongini.

Koyristólar og rollator

Á Sjúkingahotellinum eru 4 koyristólar og 5 rollatorar til láns.

Vend tær til skrivstovuna, hevur tú tørv á koyristóli ella rollator. Koyristólir og rollator mugu ikki standa á gongini.

Lyftur

Børn mugu bert nýta lyftirnar saman við vaksnum.

Samskifti
Telefon

Til ber at ringja beinleiðis til títt kamar. Nummarið stendur á telefonini. Verður ringt úr Føroyum, skal 0045 setast inn fyrst.

Tað kann ikki ringjast av kamarinum, uttan til skrivstovuna ella sjúkrarøktarfrøðing (trýst 8).

Kopiering

Til ber at kopiera ella printa. Hvørt eintak kostar 1,00 kr.

Útvarp

Útvarpið kann hoyrast allan dagin í uppihaldsstovuni.

Sjónvarp

KVF er á kanal 15 í sjónvarpinum á kamarinum.

Internet

Á Sjúklingahotellinum er gestanet, ið er opið til øll at brúka. Netið eitur Heilsunet-Guest.

Sosialir miðlar

Sjúklingahotellið brúkar Facebook til tíðindi, myndir, kunning og størv. Tit eru vælkomin at fylgja við her.

Vaskarí

Vaskarí er í kjallaranum á Sjúklingahotellinum. Hvørt vask kostar 30 kr. við turkitrumlu.

Parkering

Sjúklingahotellið hevur 5 parkeringsplass í parkeringskjallara. Fyri at parkera í okkara parkeringskjallara, skalt tú hava parkeringloyvi, sum tú fart útflýggjað í leiðbeiningini.

Tú skalt tá uppgeva nummarplátu á tínum bili, og leggja loyvið, tú fart útflýggjað á sjónligt stað í forrútin.

Parkering uttanfyri Sjúklingahotellið er offentlig parkering, og tú skalt hava parkeringsbilett. Parkeringsbilett kann keypast gjøgnum parkeringsapp hjá EasyPark. 

Mannagongd við eldsbruna

Um eldur er í Sjúklingahotellinum, er umráðandi, at tú ikka missur tamarhaldið. Húsið er innrætta við roykávararum og sprinklara-anleggi, sum meldar beinleiðis til Københavns Brandvæsen, um eldur er í. Sjúkrarøktarfrøðingur í vakt hevur neyðuga kunning, um evakuerast skal og kann vegleiða í hesum.

Lesi niðanfyristandandi, soleiðis at tú veitst, hvat gerast skal, um eldur kemur í.  

Um eldur er í, eigur at verða borið soleiðis at:

  • Um brandalarmur ikki ljóðar, trýst á knøttin til okkara innanhýsis ávaringarskipan. Tað er ein lítil reyður kassi, sum er á hvørjari gongd.
  • Ring 112. Ring 0 frammanfyri, um tú ringir frá kamars telefon.
  • Fá fatur á starvsfólkunum. Um náttina svevur sjúkrasysturin á vaktkamari á 1. sali, hon hevur tel. 77 33 64 64, trýst 2. Um tú ringir frá kamarinum, skalt tú bert trýsta á 8.
  • Far út, nýtið trappurnar í hvørjum enda av gongini við kømurunum og hurðanar út til terrassuna í stovuhædd. Grøn skelti vísa tær á neyðdyrnar.
  • Tú mást ikki fara í lyfturnar.
  • Koyristólar og annað mugu ikki standa á gongini. 
Vegleiðing frá fakfólki
Sjúklingavegleiðing

Við at venda sær til sjúklingavegleiðarin, kunnu allir føroyskir sjúklingar og avvarðandi fáa ráðgeving og vegleiðing. Sjúklingavegleiðarin hevur tagnarskyldu.

Sjúklingavegleiðarin kann

  • Hjálpa í mun til spurningar um viðgerð, kanningar og sjúklingarættindi
  • Vera hjásitari við læknasamrøðu
  • Ráðgeva og vegleiða við persónligum spurningum

Tann føroyski sjúklingavegleiðarin hevur skrivstovu á Ríkissjúkrahúsinum. Skrivstovan liggur í forhøllini vinstumegin høvuðsinngongina.

Sjúklingavegleiðarin kann hittast mánadag, týsdag, mikudag og hósdag í tíðarskeiðinum kl. 08.00-15.00 á tlf. +45 5120 1399. Mikudagar millum kl. 08.00-15.00 er sjúklingavegleiðarin at hitta á Sjúklingahotellinum.

Telefon: +45 5120 1399
Teldupostur: annika.weihe.01@regionh.dk

Sosialráðgevi

Ert tú í iva um tíni rættindi, sum sjúklingur/avvarðandi kanst tú venda tær til sosialráðgevarnar á Sjúklingahotellinum. Sosialráðgevarnir eru at hitta á Sjúklingahotellinum mikudagar kl. 09.00-15.00.

Sosialráðgevarnir eru eisini at hitta á skrivstovuni
Strandgade 91, 4. hædd
1401 København K
Mánadag, týsdag og hósdag kl. 11.30 – 15.30 og mikudag kl. 13.00 – 17.00.

Telefon: 33 23 99 80
Mail: radgevingin@radgevingin.dk
www.radgevingin.dk

Apotek og sjúkrahús

Apoteksverkið í Føroyum samstarvar við Øresundsapotekið, sum liggur á Østerbrogade 151. Tú skal brúka hetta apotekið, um eingin onnur avtala er.

Møguleiki er at fáa heilivágin koyrdan til Sjúklingahotellið fyri áleið 50,00 kr. eyka.
Eisini kanst tú søkja endurgjald av tilskoti til heilivág frá Heilsutrygd. Tú skalt biðja um kopi av resept, um tú heintar heilivág á apoteki. Saman við umsøkn, sendur tú kvittan og kopi av resept, tá tú søkir um endurgjáld.

Umsóknarblað finnur tú á heimasíðuni hjá Heilsutrygd, ella við á venda tær til ein sjúkrarøktarfrøðing.

Hevur tú spurningar um heilivág, ert tú vælkomin at tosa við sjúkrarøktarfrøðingarnar.

Andaligt

Guðstænasta
Føroysk gudstænasta er hvønn 1. og 3. sunnudag í mánaðinum kl. 14.00. Aftaná gudstænastuna hittast føroyingar til ein drekkamunn og prát.

Adressa
Hans Egedes Kirke, Vardegade 14, 1 th,
2100 København Ø
Føroyskur prestur í Danmark er Borgny Hansen 
Mail: bbh@km.dk

Kristnastova
Evangeliskur fundur er hvørt fríggjakvøld kl. 20.00. Samkomufundur við breyðbróting er hvønn sunnudag kl. 11.00, sunnudagsskúli er samstundis.
Øll eru vælkomin.

Adressa
Birmavej nr. 36 Kbh S.
Jákup Hansen, trúboðari, tel. 27538461
Sólva Hansen, trúboðari, tel. 27538416
Øssur og Susan Berghamar, trúðboðari, tel. 35140093.
Kristnastova, tel. 32 55 18 09.

Hentar adressur

Øresunds Apotek
Østerbrogade 151
Tlf. 39 18 02 05 
Fax. nr. +45 39 18 06 86
Upp- og afturlatingartíðir
Mánadag til fríggjadag kl. 09.00-18.00
Leygardag kl. 09.30-14.00

Ríkissjúkrahúsið
Blegdamsvej 9, 2100 København Ø
Tlf. 35453545
www.rigshospitalet.dk

Bispebjerg Hospital
Bispebjerg Bakke 23, 2400 Kbh NV
Tlf. 38635000
www.bbh.dk

Gentofte Hospital 
Gentofte Hospitalsvej 1, 2900 Hellerup
Tlf. 38673867
www.gentoftehospital.dk

Glostrup hospital (Rigshospitalet-Glostrup)
Nordre Ringvej 57, 2600 Glostrup 
Tlf.  38633863
www.glostruphospital.dk

Herlev Hospital
Herlev Ringvej 75, 2730 Herlev
Tlf. 38683868
www.herlevhospital.dk

Hvidovre Hospital
Kettegård Allé 30, 2650 Hvidovre
Tlf. 38623862
www.hvidovrehospital.dk

Amager Hospital
Italiensvej 1, 2300 København S
Tlf. 38628282
www.amagerhospital.dk

Frederiksberg Hospital
Nordre Fasanvej 57, 2000 Frb. 
Tlf. 38163816
www.frederiksberghospital.dk

Fertilitetsklinikken Triangelen
Strandvejen 104a, 2900 Hellerup
Tlf. 39407000
www.triangelen.dk

Sahva
Nykær 68, 2605 Brønby
Tlf. 70110711
www.sahva.dk

Bussar og tok
www.rejseplanen.dk
Har ber til at skriva adressu inn, so tú fært farleiðina.

Føroyahúsið í Keypmannahavn
Vesterbrogade 17A
DK-1620 København V
tel. +45 33 23 15 87
Kunningartel. +45 33 23 15 86
postur@faroehouse.dk
www.faroehouse.dk

Hans Egede Kirke, 
Vardegade 14,1. th
2100 København Ø
Tel +4551355190
www.fokirkja.dk

Kristnastova
Birnavej 36
DK-2300 København S
tel. +45 32 55 18 09
www.kristnastova.dk

Styrelsen for Patientsikkerhed
Frederiksborggade 15, 2. sal
1360 København K
tel. +45 72 28 66 01
pob@patientombuddet.dk
www.stps.dk

Landssjúkrahúsið
J.C. Svabosgøta 41-49
100 Tórshavn
tel. 30 45 00
ls@ls.fo
www.sjukrahus.fo

Suðuroyar Sjúkrahús
Sjúkrahúsbrekkan 19
800 Tvøroyri
tel. 34 33 00
ssh@ssh.fo
www.sjukrahus.fo

Klaksvíkar Sjúkrahús
Sniðgøta 1
700 Klaksvík
tel. 45 45 45
ks@ks.fo
www.sjukrahus.fo

Føroya Kærustovnur
Undir Hornabakka
Postsmoga 45
110 Tórshavn
tel. 32 05 85
fax nr. 32 05 90
kaerustovnur@kaerustovnur.fo
www.fks.fo

Landslæknin (Styrelsen for Patientsikkerhed)
Sigmundargøta 5
100 Tórshavn
tel. 31 18 32
fax. nr. 31 76 60

Atlantic Airways
Flogvøllurin
380 Sørvágur
tel. 34 10 10
fax nr. 34 10 01
www.atlantic.fo

Samband

Deild

Sjúklingahotellið Tórshavn í Keypmannahavn
Venøgade 8
2100 København Ø
Danmark

Leiðandi starvsfólk

Lene Hallig
lene.hallig@ls.fo

Hent kunning

Leiðbeining

Leiðbeiningin liggur við høvuðsdyrnar í forhøllini á Landssjúkrahúsinum. 

Leiðbeiningin útvegar lyklar til Gestalonina, til starvsfólkaíbúðirnar og umsitir nógvar aðrar uppgávur.

Leiðbeining er mannað alt samdøgrið, allar dagar, tó skal ringjast á høvuðsdyrnar millum kl. 23.00-07.00.


Tel. 304500

Teldupostur: leidbeining@ls.fo

Parkering

Við høvuðsdyrnar á J.C. Svabosgøtu
Til ber at parkera í 1 tíma við parkeringsøkið við høvuðsdyrnar. Tó er ikki altíð lætt at finna P-pláss. Er tú sjúklingur, ið skalt til viðtalu, verður tí mælt til, at tú kemur á Landssjúkrahúsið í góðari tíð.

Væntar tú at verða longri á Landssjúkrahúsinum, ber til at fáa veitt eitt serstakt loyvi til longri parkering við at venda tær til Leiðbeiningina í forhøllini. Tú skalt tá upplýsa nummarplátu á tínum bili, og leggja loyvið, tú fært útflýggjað, á eitt sjónligt stað í bilinum.

Við Sandágerð
Niðanfyri Landssjúkrahúsið til høgru eru tvey stór parkeringspláss. Her er loyvt at lata bilin standa í 8 tímar. 

Á Eirargarði
Hevur tú avtalu ella onnur ørindi á Eirargarði, er møguligt at parkera óavmarkaða tíð. 

Um tú ert blóðgevi
Skalt tú geva blóð, ber til at parkera á serstøkum parkeringsøki til blóðgevar, niðanfyri Landssjúkrahúsið við Álaker, har inngongdin til Rannsóknarstovuna er. Har er óavmarkað parkering fyri blóðgevar. Onnur, ið ikki skulu geva blóð, eiga ikki seta bilin frá sær á hesum parkeringsøki.

Matur

Á Landssjúkrahúsinum eru fleiri møguleikar at fáa ein betri bita. Maturin kann njótast í hugnaligum umhvørvi við borðini í forhøllini, í Skálanum ella takast við heim. Morgunmatur kann keypast Mánadag til Leygardag. Eisini ber til at keypa smyrjibreyð, skundverðar, dessertir og ymiskt søtt til góman.

Heitur matur
Gerandisdagar kann heitur matur keypast til døgurða, umframt okkurt søtt omaná. Døgurði er at fáa ímillum kl. 11:30 - 13:00. Sí dagsins rætt her.

Salatbarr
Gerandisdagar kanst tú gera tær fjølbroytta salat við heimabakaðum smábreyði í salatbarrini. Salatbarrin er sjálvtøka og er opin frá kl. 11:30 – 16:30.

Skálin í H-bygninginum
Skálin er opin gerandisdagar frá kl. 10.00 - 14.00. Til ber at keypa døgurða, suppu ella dessert og salatbarr frá kl. 11.30 - kl. 13.00. Mána-, miku- og fríggjadag ber eisini til at keypa rísvelling við kanelsukri. Í upplatingartíðini ber somuleiðis til at keypa skundverðar og okkurt søtt. 

Orkuríkar vørur
Køkurin hevur heimagjørdan proteindrykk, orkuríkan snaps, suppur, fromasjur og ísar. Hetta kann keypast í Kafeini og Skálanum, sí vøruúrval her. Køkurin ger eisini tyggi- og svølgivinarligan mat, sum er til keyps í Køkinum. 

Upp- og afturlatingartíðir í Kafeini
Mándag-fríggjadag kl. 08:00 – 20:30
Leygardag kl. 10:00 – 20:30
Sunnudag kl. 14:30 – 20:30

Blómur

Vitjandi eru vælkomin at taka avskornar ella turkaðar blómur við til innløgd á Landssjúkrahúsinum. Tað er tó ikki loyvt at taka plantur við mold við inn á klinisk øki. 

Internet

Á Landssjúkrahúsinum er gestanet, ið er opið til øll at brúka. Netið eitur Heilsunet-Guest.

Sosialir miðlar

Landssjúkrahúsið brúkar bæði Facebook og Instagram til leggja tíðindi, myndir, kunning og størv út til tykkum at síggja.

Tit eru vælkomin at fylgja við. 

Royking

Tað er ikki loyvt at roykja á Landssjúkrahúsinum. Uttanfyri høvuðsdyrnar er eitt tilskilað økið til royking.

Gisting

Sjúklingar og barnakonur búsitandi uttanfyri Suðurstreymoy, sum ikki verða innløgd, hava møguleikan at gista í Gestalonini.  Tað sama er galdandi fyri avvarðandi. 

Gestalonin á Landssjúkrahúsinum er staðsett á Eiragarði 4. 

Les meira um Gestalonina her.

Send viðmerkingar ella hugskot til okkum fyri at betra um virksemið í Sjúkrahúsverkinum
Rís og rós