31 Bygningar LS 3

Landssjúkrahúsið

Landssjúkrahúsið er meginsjúkrahúsið í Føroyum og er eitt tað størsta einstaka arbeiðsplássið í landinum. Visjónin er at kunna bjóða føroyingum eina góða heilsutænastu á alsamt fleiri økjum í Føroyum og, har hetta ikki er møguligt, tryggja sjúklingum viðgerð ígjøgnum gott samstarv við sjúkrahús uttanlands.

Á Landssjúkrahúsinum eru áleið 850 starvsfólk býtt í áleið 30 starvsbólkar, 127 seingjarpláss og um 29 serlæknaøkir, íroknað 9 konsulentøkir. Innan fleiri onnur serlæknaøki er ráðgeving skipað, soleiðis at læknar uttanlands eru við í viðgerðini av sjúklingum á Landssjúkrahúsinum.

Uppgávan hjá sjúkrahúsinum er at kanna, viðgera, røkta og venja sjúklingar uppaftur. Sjúkrahúsið hevur eina bráðfeingis  tilbúgvingarskipan alt samdøgrið innan tey stóru serlæknaøkini.

Landssjúkrahúsið hevur eina stjórn, sum tekur tær yvirskipaðu avgerðirnar á Landssjúkrahúsinum. Sjúkrahússtjórin, sum eisini er forstjóri í Sjúkrahúsverkinum, hevur evstu ábyrgd mótvegis Heilsumálaráðnum.

Aðalmálið hjá Landsjúkrahúsinum, saman við Sjúkrahúsverkinum, er at veita eina dygdargóða heilsutænastu, ið fevnir frá gitnaði til seinastu fráferð, borin av vitan og tænastusinni. Vitan fevnir um fakliga vitan, førleikar og menning, tøkni í breiðastu merking og mentan, sum er opin og fevnandi. Tænastusinni er ein uppliving av at vera í miðdeplinum, uppliving av góðari tænastu og uppliving av nærlagni.

Søgan í myndum

Niðanfyri eru søguligar myndir av tí vit nú nevna Landssjúkrahúsið.

undefined
Dronning Aleksandrines Hospital varð tikið í nýtslu 23. februar í 1924.

undefined
Soleiðis sá sjúkrahúsið út í 1962.

Les ársfrágreiðing um Landssjúkrahúsið, Suðuroyar Sjúkrahús og Klaksvíkar Sjúkrahús árini 1961-1962 her.

undefined
Myndin er tikin 19. juni 1962, tá grundarsteinurin var lagdur til stóru útbyggingina.

Í árunum 1968-1970 varð høvuðsbygningurin (B-bygningurin) tikin í nýtslu. í dag er høvuðsinngongdin á Landssjúkrahúsinum í hesum bygningi á J.C. Svabosgøtu.

undefined
Í 1971 verður Psykiatriska sjúkrahúsið tikið í nýtslu.

Les grein og sí myndir um fimti ára dagin hjá Landssjúkrahúsinum tann 23. februar 1974 her

Í apríl 1975 skrivaði Tidsskrift for Danske Sygehuse áhugaverda grein um útbýgging av Landssjúkrahúsinum og Statshospitalinum í seksti- og sjeytiárunum. Við loyvi frá Tidsskrift for Dansk Sundhedsvæsen, sum tíðarritið eitur nú, er greinin tøk her.

undefined
Í 2004 er G-bygningin væl ávegis. Flutt var inn í bygningin í 2005.

undefined
Í 2012 fekk B-bygningurin grønan klimaskerm.


Í apríl 2020 er H-bygningurin væl áleiðis.

Hent kunning

Leiðbeining

Leiðbeiningin liggur við høvuðsdyrnar í forhøllini á Landssjúkrahúsinum. 

Leiðbeiningin útvegar lyklar til Gestalonina, til starvsfólkaíbúðirnar og umsitir nógvar aðrar uppgávur.

Leiðbeining er mannað alt samdøgrið, allar dagar, tó skal ringjast á høvuðsdyrnar millum kl. 23.00-07.00.


Tel. 304500

Teldupostur: leidbeining@ls.fo

Parkering

Við høvuðsdyrnar á J.C. Svabosgøtu
Til ber at parkera í 1 tíma við parkeringsøkið við høvuðsdyrnar. Tó er ikki altíð lætt at finna P-pláss. Er tú sjúklingur, ið skalt til viðtalu, verður tí mælt til, at tú kemur á Landssjúkrahúsið í góðari tíð.

Væntar tú at verða longri á Landssjúkrahúsinum, ber til at fáa veitt eitt serstakt loyvi til longri parkering við at venda tær til Leiðbeiningina í forhøllini. Tú skalt tá upplýsa nummarplátu á tínum bili, og leggja loyvið, tú fært útflýggjað, á eitt sjónligt stað í bilinum.

Við Sandágerð
Niðanfyri Landssjúkrahúsið til høgru eru tvey stór parkeringspláss. Her er loyvt at lata bilin standa í 8 tímar. 

Á Eirargarði
Hevur tú avtalu ella onnur ørindi á Eirargarði, er møguligt at parkera óavmarkaða tíð. 

Um tú ert blóðgevi
Skalt tú geva blóð, ber til at parkera á serstøkum parkeringsøki til blóðgevar, niðanfyri Landssjúkrahúsið við Álaker, har inngongdin til Rannsóknarstovuna er. Har er óavmarkað parkering fyri blóðgevar. Onnur, ið ikki skulu geva blóð, eiga ikki seta bilin frá sær á hesum parkeringsøki.

Matur

Á Landssjúkrahúsinum eru fleiri møguleikar at fáa ein betri bita. Maturin kann njótast í hugnaligum umhvørvi við borðini í forhøllini ella kann takast við heim. Morgunmatur kann keypast Mánadag til Leygardag. Eisini ber til at keypa smyrjibreyð, skundverðar, dessertir og ymiskt søtt til góman.

Heitur matur
Gerandisdagar kann heitur matur keypast til døgurða, umframt okkurt omaná. Døgurði er at fáa ímillum kl. 11:30 og 13:00. Sí dagsins rætt her.

Salatbarr
Gerandisdagar kanst tú gera tær fjølbroytta salat við heimabakaðum smábreyði í salatbarrini. Salatbarrin er sjálvtøka og er opin frá kl. 11:30 – 16:30.

Orkuríkar vørur
Køkurin hevur heimagjørdan proteindrykk, orkuríkan snaps, suppur, fromasjur og ísar. Hetta kann keypast í Kafeini, sí vøruúrval her. Køkurin ger eisini tyggi- og svølgivinarligan mat, sum er til keyps í Køkinum. 

Upp- og afturlatingartíðir
Mándag-fríggjadag kl. 08:00 – 20:30
Leygardag kl. 10:00 – 20:30
Sunnudag kl. 14:30 – 20:30

Blómur

Vitjandi eru vælkomin at taka avskornar ella turkaðar blómur við til innløgd á Landssjúkrahúsinum. Tað er tó ikki loyvt at taka plantur við mold við inn á klinisk øki. 

Internet

Á Landssjúkrahúsinum er gestanet, ið er opið til øll at brúka. Netið eitur Heilsunet-Guest.

Sosialir miðlar

Landssjúkrahúsið brúkar bæði Facebook og Instagram til leggja tíðindi, myndir, kunning og størv út til tykkum at síggja.

Tit eru vælkomin at fylgja við. 

Royking

Tað er ikki loyvt at roykja á Landssjúkrahúsinum. Uttanfyri høvuðsdyrnar er eitt tilskilað økið til royking.

Gisting

Sjúklingar og barnakonur búsitandi uttanfyri Suðurstreymoy, sum ikki verða innløgd, hava møguleikan at gista í Gestalonini.  Tað sama er galdandi fyri avvarðandi. 

Gestalonin á Landssjúkrahúsinum er staðsett á Eiragarði 4. 

Les meira um Gestalonina her.

Send viðmerkingar ella hugskot til okkum fyri at betra um virksemið í Sjúkrahúsverkinum
Rís og rós