Viðgerð av tínum dátum

Dátuverndarkunning frá Sjúkrahúsverkinum

Sum dátuábyrgdari er tað skyldan hjá Sjúkrahúsverkinum at tryggja, at viðgerðin er í samsvari við reglurnar í dátuverndarlógini og at tann skrásetti er kunnaður um, hvat er skrásett um viðkomandi sambært ásetingunum í dátuverndarlógini.

Vit taka tína dátuvernd í álvara, og hava tí gjørt hesa kunning, sum sigur tær, hvussu vit handfara tínar persónupplýsingar.

1. Vit eru dáturábyrgdari

Sjúkrahúsverkið er dátuábyrgdari fyri viðgerðina av teimum persónupplýsingum, ið vit hava móttikið um teg. Um tú hevur spurningar viðvíkjandi viðgerð av persónupplýsingum, dátutrygd ella møguligum trygdarbroti, ert tú vælkomin at seta teg í samband við okkum:

Sjúkrahúsverkið
J.C. Svabosgøta 41-49
100 Tórshavn
Teldupostur: ls@ls.fo
Tlf: +298 304500

Á heimasíðuni www.sjukrahus.fo síggjast fleiri upplýsingar um Sjúkrahúsverkið. 

Um tú hevur spurningar til okkara viðgerð av tínum upplýsingum, ert tú eisini vælkomin at seta teg í samband við okkara dátuverndarfólk:

  • Umvegis teldupost: Send teldupost til ls@ls.fo, heitið á teldupostinum skal vera “Att. dátuverndarfólk”
  • Umvegis telefon: Tú kanst ringja til Sjúkrahúsverkið á tlf: +298 304500
  • Umvegis bræv: J.C. Svabosgøta 41-49, FO-100, Tórshavn, Att: dátuverndarfólk

2. Nær viðgerð Sjúkrahúsverkið persónsupplýsingar um teg

Sjúkrahúsverkið viðger persónupplýsingar um teg, tá ið tað er neyðugt fyri at útinna okkara uppgávur sum almennur myndugleiki.

Viðgerðin fevnir í høvuðsheitum um skráseting, goyming og nýtslu av upplýsingum, sum eru neyðugar fyri at tryggja eina skynsama og rætta viðgerð. Upplýsingar um teg verða savnaðar inn í sambandi við sjúkuviðgerð, fyrisitingarlig ella løgfrøðilig viðurskifti og gransking.

Sjúkrahúsverkið savnar inn upplýsingar, tá ið:

  • Tú vendir tær til Sjúkrahúsverkið við einum fyrispurningi ella eini umsókn.
  • Ein umsókn, kæra ella fyrispurningur, sum er latin Sjúkrahúsverkinum, viðvíkur tær.
  • Tú letur Sjúkrahúsverkinum upplýsingar í sambandi við eina tænastu, tú fært frá stovninum.
  • Sjúkrahúsverkið kann eisini viðgera upplýsingar um teg, sum vit fáa frá øðrum einstaklingum, myndugleikum, stovnum og fyritøkum.
  • Upplýsingar um teg verða savnaðar inn í sambandi við fyrisitingarlig ella løgfrøðilig viðurskifti.
  • Tú søkir starv á Sjúkrahúsverkinum.

3. Endamálini við og heimildin fyri viðgerðini av tínum persónsupplýsingum

Endamálið við viðgerðini av persónupplýsingum í Sjúkrahúsverkinum er at tryggja eina skynsama og skjóta fyrisiting av teimum tænastum og uppgávum, sum vit hava skyldu til at røkja sum almennur myndugleiki.

Tí eru tað fleiri ymisk endamál fyri, at vit viðgera tínar persónupplýsingar:

  • Heilsutænasta: Viðgerð av sjúklingaupplýsingum fyri at veita røttu viðgerðina, umframt gransking. 
  • Fyrisitingarlig málsvigerð: Viðgerð av umsóknum, starvsfólkamálum og lønarviðurskiftum.
  • Løgfrøðiligar skyldur: Skjalprógvan og goymsla av dátum sambært sjúkrahúslógini, heilsulógini, fyrisitingarlógini, skjalasanvslógini, dátuverndarlógini v.m. 

3.1. Heimild fyri okkara viðgerð

Høvuðslógin í sambandi við viðgerð av persónupplýsingum er Løgtingslóg nr.80 frá 7.juni 2020 um vernd av persónupplýsingum, eisini kallað Dátuverndarlógin. Hon tryggjar rættindini hjá øllum borgarum á økinum, og hesi lóg arbeiðir Sjúkrahúsverkið eftir.

Heimildin hjá Sjúkrahúsverkinum at viðgera persónupplýsingar er vanliga at finna í Dátuverndarlógini, §8, stk. 1, nr. 3 og 5, og §12, stk. 1, nr. 1, 2, 3, og 8, og stk. 2

Tá ið vit savna og viðgera persónupplýsingar til hagfrøðilig, og vísindaligt endamál, er heimildin í tráð við ásetingina í §7, stk. 3 í Dátuverndarlógini og er sambært §18. 

Sjúkrahúsverkið arbeiðir eisini eftir øðrum lógum og kunngerðum í teimum førum hesar áseta serligar reglur fyri viðgerð av persónupplýsingum. 

Millum hesar eru til dømis:

  • Løgtingslóg nr. 64 frá 17. mai 2005 um sjúkrahúsverkið, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 65 frá 28. apríl 2025.
  • Anordning nr. 821 af 22. juni 2018 om ikrafttræden for Færøerne af sundhedsloven, sum broytt við anordning nr. 1443 frá 29. juni 2021.
  • Kunngerð nr. 41 frá 27. apríl 2009 um gjald fyri sjúkrahúsviðgerð.
  • Kunngerð nr. 90 frá 27. septembur 2006 um gjald fyri ferða- og uppihaldsútreiðslur uttanlands fyri sjúklingar og fylgjarar.
  • Bekendtgørelse nr. 587 af 10. Juni 2014 for Færøerne om autoriserede sundhedspersoners patientjournaler.
  • Anordning om ikrafttræden for Færøerne af lov om autorisation af sundhedspersoner og om sundhedsfaglig virksomhed.

4. Sløg av persónsupplýsingum

Sjúkrahúsverkið viðger hesi sløg av persónupplýsingum um teg:

  • Vanligar upplýsingar, so sum navn, bústað, p-tal, teldupost, telefonnummar og fíggjarligar upplýsingar, t.d. kontonummar í sambandi við lønarútgjalding.
  • Viðkvæmar upplýsingar, sum viðvíkja likamligu ella sálarligu heilsuni hjá einum persóni, sum geva upplýsingar um heilsustøðuna hjá viðkomandi.
  • Í ávísum førum kann Sjúkrahúsverkið viðgerða persónupplýsingar um revsiverd viðurskifti um tað er viðkomandi.

5. Móttakarar ella bólkar av móttakarum

Sjúkrahúsverkið letur upplýsingar víðari til aðrar almennar myndugleikar, sum liður í okkara myndugleikaútinnan. Hetta kann t.d. fevna um víðarigeving til Heilsutrygd, TAKS og Dátueftirlitið, tá hetta er neyðugt fyri at røkja ávísar lógbundnar uppgávur.

Sjúkrahúsverkið letur einans persónupplýsingar víðari, um móttakarin av upplýsingunum hevur veitt prógv fyri, at viðkomandi hevur heimild til at viðgera upplýsingarnar eftir Dátuverndarlógini. 

Í einstøkum førum kunnu veitarar av skipanum og tøkniligum loysnum hava atgongd til upplýsingar, t.d. í samband við support ella dagføringar. Hesi verða øll áløgd somu strongu tagnarskyldu sum starvsfólkini í Sjúkrahúsverkinum. 

Í teimum einstøku førum, har veitarar eru at meta sum ”dátuviðgerar”, verður serstøk viðgerðaravtala gjørd, sum tryggjar, at upplýsingarnar verða viðgjørdar í samsvari við galdandi dátuverndarlóggávu og trygdarkrøvum. 

6. Flutningur til móttakarar í útlondum, triðjalondum ella í millumtjóðafelagsskapum

Sjúkrahúsverkið sendir í útgangsstøðinum, ikki persónupplýsingar til veitarar ella dátuviðgerar, sum halda til uttanfyri ES/EBS (triðjalond).

Um so er, at vit flyta tínar persónupplýsingar útum ES/EBS, fara vit at tryggja okkum nøktandi heimildargrundarlag fyri flutninginum. Tað merkir, at vit tryggja okkum, at verndarstøðið av tínum upplýsingum er nøktandi. 

7. Hvaðan persónsupplýsingarnir stava

Sjúkrahúsverkið viðger upplýsingar, sum tú sjálv/ur hevur givið, herímillum upplýsingar móttiknar í samband við sjúkraviðgerð, gransking ella  starvsetan, og tað kann verða beinleiðis frá tær, ella umvegin ein veitara. Sjúkrahúsverkið kann eisini viðgera upplýsingar um teg, sum vit móttaka fáa frá øðrum, sum t.d. einstaklingum, myndugleikum, stovnum og fyritøkum. Harafturat viðger Sjúkrahúsverkið upplýsingar í sambandi við vanliga fyrisitingarliga viðgerð og umsiting av starvsfólkaumsiting.

Tú hevur altíð rætt til at fáa at vita, hvaðani vit heinta upplýsingar um teg.

8. Tíðarskeiðið, sum persónsupplýsingar verða goymdar

Sjúkrahúsverkið hevur skyldu at tryggja, at persónupplýsingar verða goymdar soleiðis, at tað ikki er gjørligt at eyðmerkja skrásetta longur enn neyðugt við atliti at endamálinum við viðgerðini. Upplýsingarnar verða varðveittar soleiðis, at tað ikki er gjørligt at eyðmerkja skrásetta longur enn neyðugt.

Sjúkrahúsverkið hevur sambært sjúkrahúslógini, heilsulógini, fyrisitingarrætti, skjalasavnslóggávur o.ø. skyldu til at varðveita upplýsingar í málum fyri at skjalfesta málsviðgerðina.

Upplýsingar, ið verða savnaðar til hagtalsframleiðslu, verða ikki strikaðar, tí hagtøl vísa rák og broytingar yvir tíð. Tá ið hesar upplýsingar ikki longur verða nýttar til hagtalsendamál, verða tær latnar Tjóðskjalasavninum.

Starvsumsóknir frá umsøkjarum, ið ikki fingu starv hjá Sjúkrahúsverkinum, verða strikaðar eitt ár eftir, at avgerð er tikin í málinum.

9. Tíni rættindi

Sambært dátuverndarlógini hevur tú ávís rættindi í samband við, at vit viðgera tínar persónupplýsingar.

Dátuverndarlógin tryggjar skrásettum eina røð av rættindum. Hesi rættindi eru ásett í kapittuli 4 í dátuverndarlógini og verða lýst niðanfyri. Rættindini eru ikki treytaleys, og møguleikin fyri at nýta tey veldst um ítøkiliga málið og umbønina.

Um tú ynskir at nýta tíni rættindi, skalt tú seta teg í samband við okkum (sí samskiftisupplýsingar í broti 1 ).

9.1 Rætturin til kunning í §§ 23-25

Tú hevur rætt til at fáa kunning um viðgerð av tínum persónupplýsingum.

9.2 Rætturin til innlit (§26)

Tú hevur rætt til at fáa innlit í tær upplýsingar, sum vit viðgera um teg.

9.3 Rætturin til rætting (§ 27)

Tú hevur rætt til at fáa rangar upplýsingar um teg sjálvan rættaðar.

9.4 Rætturin til striking (§ 28)

Í summum førum hevur tú rætt til at fáa upplýsingar um teg sjálvan strikaðar, áðrenn okkara ætlaðu striking.  Rætturin er ikki treytaleysur, tí tað kunnu verða aðrar lóggávur, avtalur og ávís endamál sum áseta at vit skulu framhaldandi varðveita og viðgera tínar persónupplýsingar.

9.5 Rætturin til viðgerðaravmarking (§ 29)

Í summum førum hevur tú rætt til at fáa viðgerðina av tínum persónupplýsingum avmarkaða. Um tú hevur rætt til at fáa viðgerðina avmarkaða, kunnu vit framyvir í útgangsstøðinum bert goyma persónupplýsingarnar. 

9.6 Rætturin til dátuflutning (§ 31)

Tú hevur í summum førum rætt til at fáa tínar persónupplýsingar útflýggjaðar í einum skipaðum, vanligum nýttum og teldutøkum sniði, og at fáa hesar persónupplýsingar fluttar frá einum dátuábyrgdara til ein annan uttan forðing.

9.7 Rætturin til mótmæli (§ 32)

Tú hevur í summum førum rætt til at mótmæla okkara viðgerð av tínum persónupplýsingum.

Tú kanst eisini mótmæla okkara viðgerð av tínum persónupplýsingum til beinleiðis marknaðarføring.

9.8 Rætturin at taka samtykki aftur

Skrásetti kann til eina og hvørja tíð taka samtykki aftur. Tekur skrásetti samtykki aftur, skal viðgerð, sum er grundað á samtykki, steðga.  Um tú velur at taka títt samtykki aftur, ávirkar tað ikki løggildi av okkara viðgerð av tínum persónupplýsingum fram til afturtøkuna. Um tú tekur títt samtykki aftur, hevur tað bert virknað fyri framtíðina.

Tú kanst taka samtykki aftur við at venda tær til Sjúkrahúsverkið á ls@ls.fo ella á telefon +298 30 45 00.

10. Klaga til Dátueftirlitið

Tú kanst sambært § 76 í dátuverndarlógini klaga til Dátueftirlitið um tú ert ónøgd/ur um viðgerð av tínum persónupplýsingum.

Metir tú, at Sjúkrahúsverkið ikki viðger tínar persónupplýsingar í samsvari við reglurnar í dátuverndarlógini, hevur tú rætt til at klaga til Dátueftirlitið hesum viðvíkjandi. Tú kanst klaga um viðgerð, við at venda tær til Dátueftirlitið á dat@dat.fo ella á telefon 30 91 00. Skrivstovan er opin gerandisdagar millum 9.00 og 15.00.   Heimasíðan hjá Dátueftirlitinum er www.dat.fo

11. Dátuverndarfólk

Ynskir tú at gera brúk av omanfyristandandi rættindum, er altíð møguligt at seta seg í samband við dátuverndarfólkið (DPO) hjá Sjúkrahúsverkinum, Jens Christian Olsen, tlf. +298 784070 ella á telduposti jco@eirin.fo.

Send viðmerkingar ella hugskot til okkum fyri at betra um virksemið í Sjúkrahúsverkinum
Rís og rós