Bíðilistar

Sjúkrahúsverkið almannakunnger bíðilistarnar á útvaldum sergreinum. Byrjað hevur verið í smáum og eftir ætlan verða fleiri økir løgd afturat so hvørt.

Sí nýggjastu bíðilistarnar (frá juli 2024) HER.

Viðmerkingar til bíðilistarnar

Spurningurin um bíðilistar og bíðitíðir er samansettur og tað eru ymsir hættir at seta slíkar upp. Fyri sjúklingin snýr tað seg um at sleppa framat neyðugu viðgerðini sum skjótast, men tað letur seg ikki gera, tá samlaða tilfeingið er avmarkað. Tí standast bíðilistar.

Er talan um akutta sjúku, fær sjúklingurin altíð viðgerð beinanvegin. Akuttir sjúklingar eru ikki við í yvirlitinum yvir bíðilistar.

Hvat vísa myndirnar?

Myndirnar vísa talið av sjúklingum, sum standa á bíðilista til at koma til fyrstu viðtalu ella forkanning innan ymsar sergreinar, skift á mánaðir. Eisini vísa myndirnar eina meting av, hvussu leingi ein sjúklingur kann vænta at bíða, um ávísingin verður móttikin á sjúkrahúsinum nú, t.v.s., tá tølini eru gjørd upp. Tað eru stórar óvissur við slíkari fyribils meting, nøkur koma at bíða styttri og onnur helst eisini at bíða longur, tí viðurskiftini kunnu broytast, meðan bíðað verður. Í triðja lagi vísa myndirnar eisini hvussu nógv fólk hava verið til fyrstu viðtalu um mánaðin innan ymsu sergreinarnar.

Send viðmerkingar ella hugskot til okkum fyri at betra um virksemið í Sjúkrahúsverkinum
Rís og rós