15 Tænastudeild 22

Heilivágsráðið

Heilivágsráðið
Heilivágsráðið hevur ábyrgd av yvirskipaðu umsitingini av skipanini fyri serstakan sjúkrahúsheilivág.
Heilivágsráðið er mannað við einum forfólki, og fimm limum:

  1. Forstjóri fyri Sjúkrahúsverkið, forfólk
  2. Varastjóri við læknaútbúgving, fyri Sjúkrahúsverkið
  3. Yvirlækni umboðandi Medisinska depilin á Landssjúkrahúsinum
  4. Landsapotekarin
  5. Farmaceutur, umboðandi Apoteksverkið
  6. Umboð fyri Heilsumálaráðið

Fráboðanir/Kunning
Heilivágsráðið frættir fegin frá serlæknum um faklig viðurskifti, sum kunnu hugsast at hava áhuga ella týdning fyri virksemi hjá Heilivágsráðnum.

Málsræði

Heilivágsráðið hevur fylgjandi uppgávur:

  1. Stýra gongdini og hava eftirlit við nýtsluni av serstøkum sjúkrahúsheilivági.
  2. Gera tilmælir til landsstýrisfólkið um raðfestingar í málum, sum verða mett at hava týðandi fíggjarligar avleiðingar fyri játtanina til serstakan sjúkrahúsheilivág.
  3. Ráðgeva landsstýrisfólkinum og áseta leiðreglur um nýtsluna av serstøkum sjúkrahúsheilivági í Sjúkrahúsverkinum. 
  4. Viðgera umbønir um broytingar í góðkendum heilivági.
  5. At útinna eftirlit við nýtsluni av serstøkum sjúkrahúsheilivági, herundir kunning til Heilsumálaráðið.
  6. Hvør hálvár letur Heiligvágsráðið Heilsumálaráðnum eina frágreiðing og meting um útreiðslugongdina á játtanini til serstakan sjúkrahúsheilivág,
  7. Seta í verk stundisliga ávaringarskipan (early warning)
Søk um at fáa heilivág góðkendan
Send viðmerkingar ella hugskot til okkum fyri at betra um virksemið í Sjúkrahúsverkinum
Rís og rós