Hæmatologiska ambulatoriið
Hematologiska ambulatoriið er blóðsjúkuambulatorium og eitt av amublatoriunum á Medisinska deplinum. Hematologiskt ambulatorium er staðsett á G3. Í koma sjúklingar, sum eru undir útgreinan og/ella hava fingið staðfest blóðsjúku.
Landssjúkrahúsið hevur samstarv við Ríkissjúkrahúsið um tað hematologiska økið. Eitt serlæknatoymið á Ríkissjúkrahúsinum hevur ábyrgdina av viðgerðini, ið verður givin í ambulatoriinum. Ábyrgdarhavandi yvirlæknar eru Anne Gang og Nina Toft.
Hematologiska toymið fevnir um tveir sjúkrarøktarfrøðingar og tveir læknaskrivarar, sum saman við einum yvirlæknartoymi á Ríkissjúkrahúsinum manna Hematologiska ambulatoriið.
Hevur tú spurningar til tína viðgerð, kanst tú ringja til sjúkrarøktarfrøðingarnar gerandisdagar millum kl.09.00-14.00, tlf. 304569 ella senda okkum ein t-post.
Faldari: Vælkomin á Hematologiskt ambulatorium
Tak niður faldaran "Vælkomin á Hematologiskt ambulatorium" her
(faldarin legst á telduna í PDF utgávu).
Samband
Deild
Hæmatologiska ambulatoriiðJ.C. Svabosgøta 41-49
100 Tórshavn