Summaravloysari til Tænastudeildina
Søkt verður eftir starvsfólki til summaravloysarastarv innan reingerð. Talan er um reingerð á fleiri økjum á sjúkrahúsinum í tíðarskeiðnum frá mai til august 2025. Starvið er uml. 25-30 tímar um vikuna.
Førleikar:
Royndir við reingerð
Fleksibilitet í mun til at arbeiða ymsastaðni á sjúkrahúsinum
Eitt opið og jaligt sinni
Vilt tú vita meira um starvið?
Um tú ynskir at vita meira um starvið, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Elina Hvidbro, samskipara á Tænastudeildini, elihv@ks.fo, telefon 216678.
Tín umsókn og løn
Lønar- og setanartreytir eru sambært sáttmálanum hjá Klaksvíkar Arbeiðskvinnufelag.
Send tína umsókn og CV til umsokn@ks.fo.
Umsóknarfreistin er 19.05.2025.
Á heimasíðu okkara kanst tú lesa um okkara visjón, missión og strategimál.
Sjúkrahúsverkið fevnir um tey trý sjúkrahúsini Landssjúkrahúsið, Klaksvíkar Sjúkrahús og Suðuroyar Sjúkrahús. Okkara uppgáva er at veita øllum dygdargóðar heilsutænastur, ið fevna frá gitnaði til seinastu fráferð.
Vit eru trý sjúkrahús, sum samskifta, virka og skapa eftir felags virðum. Í Sjúkrahúsverkinum vísa vit virðing fyri sjúklingunum, avvarðandi og starvsfólki, og miða altíð eftir at veita rættstundis sjúkugreinan og viðgerð við skipaðum sjúklingagongdum.
Sjúkrahúsverkið er eitt fjølbroytt arbeiðspláss, har virðini stev, áræði og flog, eru okkara kumpass, sum vit brúka í okkara yrki í gerandisdegnum. Í Sjúkrahúsverkinum starvast út við 1.200 starvsfólk innan 30 ymiskar fakbólkar.