Suðuroyar Sjúkrahús

Gastroskopi

Gastroskopi er ein kikarakanning av vælindi, magasekki og tólvfingurtarmi. Læknin sær rovuna, og um broytingar eru. Gjøgnum eina kanal í kikaranum, ber til at taka vevna frá til kanningar.

Nærri kunning um kanning

Innan kanning
Til tín, ið skal til kanning á Landssjúkrahúsinum

Tað er umráðandi, at magasekkurin er tómur áðrenn kanningina. Tú mást ikki eta 4 tímar áðrenn kanningina, men kann drekka vatn/saft 2 tímar áðrenn. Ikki drekka mjólk.

Heilivágur: Lívsneyðugur heilivágur kann takast ikki seinni enn 2 tímar áðrenn kanningina saman við einum glasi av vatni. Annar heilivágur má bíða til eftir kanningina. 

Hevur tú insulinkrevjandi sukursjúku og hevur spurningar, ert tú vælkomin at seta teg í samband við deildina.

Set teg í samband við okkum, um tú tekur blóðtinnandi heilivág.

Til tín, ið skal til kanning á Suðuroyar Sjúkrahúsi

Dagin fyri kanningina kanst tú eta vanligan mat. Aftaná kl. 24.00 skalt tú fasta, tvs. at tú skalt ikki eta, drekka ella roykja. 

Tú skalt møta í bíðirúminum við leiðbeiningina/telefonvekslaran og siga starvsfólkinum har, at tú ert komin. 

Um tú tekur jarnískoyti, skal hetta pauserast eitt døgn áðrenn kanning. 

Heilivágur: Lívsneyðugur heilivágur kann takast ikki seinni enn 2 tímar áðrenn kanningina saman við einum glasi av vatni. Annar heilivágur má bíða til eftir kanningina.

Nýtir tú heilivágspístr fyri astmu, skalt tú hava tað við tær á sjúkrahúsið.

Nýtir tú insulin, skalt tú seta teg í samband við okkum dagin fyri kanningina á tlf. 34 33 00 lok. 3210.

Les faldara um kanningina her.

Til tín, ið skal til kanning á Klaksvíkar Sjúkrahúsi

Tað er umráðandi, at magasekkurin er tómur áðrenn kanningina. Tú skal vera fastandi frá miðnátt kvøldi fyri.

Heilivágur: Lívsneyðugur heilivágur kann takast, tó ikki seinni enn 2 tímar áðrenn kanningina, hetta saman við 15 ml av vatni. Annar heilivágur má bíða til eftir kanningina. 

Hevur tú insulinkrevjandi sukursjúku og hevur spurningar, ert tú vælkomin at seta teg í samband við deildina.

Set teg í samband við okkum, um tú tekur blóðtinnandi heilivág.

Undir kanning
Til tín, ið skal til kanning á Landssjúkrahúsinum

Sjálv kanningin tekur 5-15 min. Tú verður lagdur á eina legu - á vinstru lið. Ein slanga (til tjúgdar sum lítlifingurin) verður førd inn í munnin og niður í magan.

Hetta kann gera, at tú fær vaml og tekur á at spýggja, men tað gongur yvir, tá slangan er komin niður í magan.

Fyri at síggja so væl, sum til ber, verður luft blást gjøgnum kikaran, hetta kann geva eitt sindur av magapínu. Luftin verður sogin út aftur, áðrenn kanningin er liðug. 

Fyri at minka um vaml, er tað umráðandi, at tú andar róligani, meðan kanningin verður gjørd. Slangan skal niður í vælindið og ávirkar ikki luftrørið.

Til tín, ið skal til kanning á Suðuroyar Sjúkrahúsi

Tú fært eina song at liggja í, og ein sjúkrarøktarfrøðingur leggur kanylu í eina æðr á handarbakinum. Tú fært doyvandi heilivág í æðrina, meðan kanningin er. Um tú ikki ynskir doyvandi heilivág undir kanningini ber til at fáa doyvandi vætu, ið einans doyvir svølgið. Tú kanst tosa við starvsfólki um hetta kanningardagin. 

Tú merkir onga pínu, men av tí at luft verður blást gjøgnum gastroskopið niður í magan, kanst tú merkja trýst um flagbróstið, fara at ropa og spýta. Kanningin tekur uml. 5-10 min.

Til tín, ið skal til kanning á Klaksvíkar Sjúkrahúsi

Sjálv kanningin tekur 5–15 minuttir. Tú verður lagdur á eina legu – á vinstru síðu. Ein slanga (umleið 1 cm í diametri) verður førd inn gjøgnum munnin og niður í magan. Á endanum á slanguni er eitt kamera, har læknin kann fylgja við á einum skermi og gera kanningina, umframt taka vevnað frá til nærri kanningar.

Sjálv kanningin er pínufrí, men tá slangan verður førd niður, kanst tú fáa vaml og taka á at spýggja, hetta gongur yvir, tá slangan er komin niður í magan.

Fyri at síggja so væl, sum til ber, verður luft blást gjøgnum kikaran, hetta kann geva eitt sindur av magapínu. Luftin verður sogin út aftur, áðrenn kanningin er liðug. 

Fyri at minka um vaml, er tað umráðandi, at tú andar róliga, meðan kanningin verður gjørd. Slangan skal niður í vælindið og ávirkar ikki luftrørið.

Eftir kanning
Til tín, ið skal til kanning á Landssjúkrahúsinum

Læknin kann beinanvegin siga tær, hvat hann hevur sæð, og møguliga seta teg í viðgerð. 

Eftir kanningina kanst tú vera sárur og eymur í hálsinum. Somuleiðis kanst tú hava luft í búkinum og møguliga leyst lív.

Fært tú sterka magapínu, blóð ella svarta spýggju, skalt tú venda tær til kommunulæknan ella vaktlækna.

Til tín, ið skal til kanning á Suðuroyar Sjúkrahúsi

Áðrenn tú verður útskrivað/- ur, greiðir læknin tær frá úrslitinum av kanningini.

Aftaná kanningina verður tú liggjandi í songini, til tú ert komin fyri teg. Áðrenn tú fert heim, fært tú at eta og drekka. Ert tú innlagdur/innløgd, fert tú aftur á seingjadeildina eftir kanningina. Av tí at tú hevur fingið doyvandi heilivág, skalt tú ikki koyra bil fyrr enn 12 tímar eftir kanningina.

Um tú einans ert doyvd/ur í svølginum, kanst tú fara heim beinanvegin, kanningin er liðug. Tú kanst koyra bil og fara til arbeiðis, men tú mást ikki eta og drekka í ein tíma eftir, at kanningin er liðug.

Til tín, ið skal til kanning á Klaksvíkar Sjúkrahúsi

Læknin kann beinanvegin siga tær, hvat hann hevur sæð, og møguliga seta teg í viðgerð. 

Eftir kanningina kanst tú vera sárur og eymur í hálsinum. Somuleiðis kanst tú hava luft í búkinum og møguliga leyst lív.

Fært tú sterka magapínu, blóð ella svarta spýggju, skalt tú venda tær til kommunulæknan ella vaktlækna.

Uppfylging

Er vevnaður tikin frá, er svarið klárt eina til tvær vikur eftir kanningina, og verður tá tosað við læknan um møguliga viðgerð. 

Samband

Deild

Skurðdeildin á Suðuroyar Sjúkrahúsi
Sjúkrahúsbrekkan 19, 800 Tvøroyri

Leiðandi starvsfólk

Agnete Vestergaard
agnete@ssh.fo

Hent kunning

Finn veg

Adressan er Sjúkrahúsbrekkan 19, 800 Tvøroyri.

Parkering

Parkeringsøki er omanfyri sjúkrahúsið. Hesi eru burturav til sjúklingar og vitjandi á sjúkrahúsinum. Parkeringsøki er eisini eystanfyri við ambulansuinnkoyringina/kapellið. Hesi eru tó ofta upptikin av starvsfólkum. 

Eisini eru kommunal parkeringsøki sunnanfyri sjúkrahúsið.

Tað kann til tíðir vera trupult at finna pláss tætt við sjúkrahúsið. Tí er gott at vera í góðari tíð, ella at seta sjúklingin av við inngongdina og parkera bilin.

Handreinføri

Les faldara um handreinføri her.

Leiðbeiningin

Leiðbeiningin er á 2. hædd á sjúkrahúsinum. Leiðbeiningin er opin mánadag-hósdag frá 8.00-15.30 og fríggjadag frá 8.00-15.00.

Sjúklingar og onnur, ið hava avtalu á Rannsóknarstovuni, Skurðambulatoriinum, Røntgen/CT-skanning, Ergo- og fysioterapiini og Pínuklinikkini, skulu venda sær til leiðbeiningina.

Sjúklingar og onnur, ið skulu avgreiða inn- og útgjaldingar v.m., skulu somuleiðis venda sær til leiðbeiningina.

Tel. 34 33 00

Teldupostur: ssh@ssh.fo

Sjúklingaskrivstovan

Sjúklingaskrivstovan er staðsett í leiðbeiningini á 2. hædd. Her kunnu sjúklingar, ið skulu til viðgerð uttanlands venda sær.

Tel. 34 33 00

Kantinan

Kantinan er á 2. hædd á sjúkrahúsinum og er opin fyri sjúklingum, avvarðandi og starvsfólki allar gerandisdagar frá kl. 11:30-13:00.

Internet

Á Suðuroyar Sjúkrahúsi er gestanet, ið er opið til øll at brúka. Netið eitur Heilsunet-Guest.

Sosialir miðlar

Suðuroyar Sjúkrahús brúkar Facebook til at leggja tíðindi, myndir, kunning og størv út til tykkum at síggja.

Seingjadeildin hevur profil á Instagram.

Tit eru vælkomin at fylgja við. 

Blómur

Á seingjadeildini er loyvt at hava avskornar blómur. Tosa við starvsfólkini um, hvussu tú skalt gera við blómurnar. Urtapottar kunnu ikki vera á deildini.

Send viðmerkingar ella hugskot til okkum fyri at betra um virksemið í Sjúkrahúsverkinum
Rís og rós