10 Medisinsksongjadeild 9
Klaksvíkar Sjúkrahús

Koloskopi

Koloskopi er ein kikarakanning av langanum. Læknin, sum ger kanningina, sær tarmrovuna og um broytingar eru. Ígjøgnum eina kanal í kikaranum, ber til at taka vevna frá til kanningar.

Nærri kunning um kanning

Innan kanning

Tað er umráðandi, at tarmurin er væl tømdur, so tarmrovan sæst so væl sum til ber. Tú skal keypa Picoprep, sum fæst í hondkeyp á Apotekinum og fylgja vegleiðingini niðanfyri.

Beint undan kanningini verður eitt katetur lagt í eina æðr í arminum, so tað er møguleiki at geva doyvandi og pínustillandi heilivág undir kanningini.

Tømingin ger, at tú fært diarré (kann virka innan 3 tímar). Tú kanst fáa vaml og høvuðpínu av tømingini.

Tveir dagar áðrenn kanningina skalt tú taka 2 tbl. dulcolax kl. 12.00 og kl. 22.00. Tablettirnar finnur tú pakkað saman við Picoprep. Et ikki grovt breyð, ella frukt við kjarnum, men annars vanligan kost. Drekk ríkiligt, 2-3 litrar um døgnið (vatn, saft, juice, te og kaffi).

Dagin fyri kanningina, skalt tú ikki eta fasta føði, ella drekka mjólkarúrdráttir. Tú kanst fáa tunnar vætur sum t.d. suppu uttan fyllu, saft/juice uttan fyllu, sodavatn, vatn, te og kaffi. Tað er av týdningi, at tú drekkur ríkiligt allan dagin, gjarna søtar vætur (ikki light/sukurfrítt). Hetta er eisini galdandi fyri tey, ið hava sukursjúku.

Kl. 15.00

  • Fyll eitt glas við køldum vatni
  • Koyr annað brævið av Picoprep í
  • Rør blandingina í 2-3 min. Tá tað ikki brúsar, er blandingin liðug. Blandingin er ráhvít/óklár og gerst lunkað. Drekk hetta innan 15 min. Tað er týdningarmikið at drekka ríkiligt, minst 1 litur, innan fáar tímar, aftaná hvørt brævið av picoprep.

Kl. 21.00

  • Blanda næsta brævið av Picoprep á sama hátt, sum kl. 15.00, sí omanfyri. Drekk ríkiligt, eisini kanningardagin.

Kanningardagin

Til tín, ið skal til kanning á Landssjúkrahúsinum

2 tímar undan kanningini skalt tú eta eina breyðflís, gjarna við páleggi og ein te/kaffimunn (ikki galdandi, um tú skal til gastroskopi sama dag, tá skalt tú fasta í 4 tímar áðrenn kanningina).

Heilivágur

Um tú tekur heilivág, skalt tú taka hetta sum vanligt. Tekur tú jarntablettir, skal tú gevast við hesum 4 dagar, áðrenn tú byrjar við úttømingini.

Hevur tú insulinkrevjandi sukursjúku ella tekur blóðtynnandi heilivág, skalt tú seta teg í samband við okkum áðrenn kanningina.

Til tín, ið skal til kanning á Suðuroyar Sjúkrahúsi

Tú skalt verða fastandi frá midnátt, tó kanst tú drekka vatn ella saft til 
kl. 6.00.

Heilivágur

Um tú tekur heilivág, skalt tú taka hetta sum vanligt. Tekur tú jarntablettir, skal tú gevast við hesum 7 dagar, áðrenn tú byrjar við úttømingini.

Hevur tú insulinkrevjandi sukursjúku ella tekur blóðtynnandi heilivág, skalt tú seta teg í samband við okkum áðrenn kanningina.

Til tín, ið skal til kanning á Klaksvíkar Sjúkrahúsi

Tú skalt verða fastandi frá midnátt, tó kanst tú drekka vatn ella saft til 
kl. 6.00.

Heilivágur

Um tú tekur heilivág, skalt tú taka hetta sum vanligt. Tekur tú jarntablettir, skal tú gevast við hesum 7 dagar, áðrenn tú byrjar við úttømingini.

Hevur tú insulinkrevjandi sukursjúku ella tekur blóðtynnandi heilivág, skalt tú seta teg í samband við okkum áðrenn kanningina.

Undir kanning

Ein slanga verður førd inn í baktarmin og upp í langan. Fyri at síggja tarmrovuna, verður luft blást inn í tarmin, meðan kanningin verður gjørd. Hetta kann spenna, trýsta og geva magapínu.

Eftir kanning

Tú kanst verða plágaður av luft í tarmunum restina av degnum.

Læknin kann beinanvegin siga tær, hvat hann hevur sæð.

Hevur tú fingið doyvandi heilivág, mást tú ikki koyra bil restina av degnum. Heilivágurin ger eisini, at tú møguliga ikki minnist alt frá kanningini.

Fært tú sterka magapínu, varnast blóð í opningi ella frískt blóð frá baktarminum, skal tú venda tær til skaðastovuna ella vaktlæknan.

Uppfylging

Er vevnaður tikin frá til kanningar, ganga 1-2 vikur til svarið er komið. Avtalað verður, hvussu tú fært svar.

Samband

Deild

Skurðdeildin á Klaksvíkar Sjúkrahús
Sjúkrahúsbrekka 1, 2. hædd

Leiðandi starvsfólk

Anna Maria Dahl
annam@ks.fo

Hent kunning

Finn veg og parkering

Bústaðurin er Sjúkrahúsbrekka 1. 

Fyri at koma til sjúkrahúsið, kann koyrast eftir Klaksvíksvegi niðanfyri, ella Víkavegi omanfyri. 

Parkeringsøki eru niðanfyri og norðanfyri sjúkrahúsið. Omanfyri er kommunalt parkeringsøki.

Kiosk og kafé

Á fyrstu undirhædd á sjúkrahúsinum er kantina. Har ber til sum vitjandi ella avvarðandi at keypa sær máltíðir ella okkurt góðgæti. Opið er yrkadagar kl. 08:15 - 10:00 og 11:30 - 13:00. 

Blómur

Tað er loyvt at hava avskornar blómur, bukettir, við inn á sjúkrahúsið. Tosa við starvsfólkini um, hvussu tú skalt gera við blómurnar. Tað ber ikki til at taka urtapottar við mold, inn á sjúkrahúsið.

Internet

Á Klaksvíkar Sjúkrahúsi er gestanet, ið er opið til øll at brúka. Netið eitur Heilsunet-Guest.

Sosialir miðlar

Klaksvíkar Sjúkrahús brúkar bæði Facebook og Instagram (KS3) til at leggja tíðindi, myndir, kunning og størv út til tykkum at síggja.

Royking

Tað er ikki loyvt at roykja á Klaksvíkar Sjúkrahúsi. Uttanfyri høvuðsinngongdina er eitt økið tilskilað til royking. 

Send viðmerkingar ella hugskot til okkum fyri at betra um virksemið í Sjúkrahúsverkinum
Rís og rós