MR Skannari
Klaksvíkar Sjúkrahús

MR skanning

MR stendur fyri magnetisk resonans. Meðan tú liggur inni í skannaranum, sum er ein stórur magnetur, verða radiobylgjur sendar inn í kroppin. Hetta ávirkar brintkjarnurnar í kroppinum, og fær tær at senda signal út, sum síðani verða móttikin av antennum. Við hjálp av teldutøkni verða signalini síðani gjørd um til myndir.

Nærri kunning um kanning

Innan kanning

Tak blóðroynd áðrenn kanning
Til nakrar MR skanningar er neyðugt at geva skuggaevni (kontrast) inn í æðrarnar (les meir um hetta undir punktinum "undir kanning"). Tá er neyðugt hjá okkum at hava eina blóðroynd av tínum kreatinini. Tú fært seðil til blóðroyndina útflýggjaðan frá ávísandi lækna/deild.

Tak tín heilivág sum vant
Heilivágur ávirkar ikki kanningina, og tú kanst taka tín heilivág sum vant.

Pínustillandi ella sissandi heilivág
Hevur tú trupulleikar við at liggja still/ur vegna pínu, ella hevur tú lyndi til at fáa klaustrofobi, skalt tú seta teg í samband við ávísandi lækna. Hetta fyri at fáa pínustillandi og/ella sissandi heilivág.

Um tú ert við barn ella gevur bróst
Boða okkum frá í góðari tíð, um tú ert við barn ella gevur bróst, av tí at tað kann ávirka, hvussu ella hvat fyri kanning verður gjørd.

Nýt ikki smyrsl, smúkkur o.a. metal

  • Áðrenn kanningina – og helst heimanífrá – skulu smúkkur og metallutir takast av.
  • Tannprotesur, hoyritól, brillur o.l. verður tikið av beint áðrenn kanning.
  • Okkurt smyrsl inniheldur metal, og hetta ávirkar myndagóðskuna. Tí skalt tú ikki nýta smyrsl á kanningardegnum.
  • Sjúklingar við pacemake'ara og øðrum magnetiskum skurðísettum metalli, mugu ikki koma inn í MR skannarin, og skal ávísandi lækni tí altíð útfylla eitt skjal saman við sjúklinginum.
Børn til MR skanning

Skal barn títt til MR skanning er týdningarmikið, at barnið kennir seg trygt, soleiðis at tað kann liggja púra stilt til skanningina, og vit harvið fáa góða myndagóðsku. Tí er tað týdningarmikið at foreldur/avvarðandi fyrireika barnið væl til skanningina, soleiðis at barnið veit, hvat tað kann vænta á kanningardegnum.

Víst verður til heimasíðuna hjá Odense Universitetshospital www.hcand.dk, umframt HC And appirnar, har nógv gott tilfar til børn er at finna.

Undir kanning

Tú liggur á einari legu, sum verður koyrd inn í eitt magnetfelt, ið er formað sum eitt rør. Tað er ljós í holinum og eisini myndaeftirlit, soleiðis at radiografurin sum skannar, kann halda eyga við tær. Undir skanningini hoyrist larmur av skannaranum. Tú fært ein alarm í hondina, sum tú kanst trýsta á, um tú vilt hava samband við radiografin undir skanningini.

Tilsamans tekur skanningin ½ - 2 tímar, alt eftir hvat tú skalt kannast fyri. Við atliti til myndagóðskuna er tað ógvuliga týdningarmikið, at tú liggur heilt still/ur undir allari skanningini.

Tú fært oyraproppar ella -vernd
MR skannarin gevur nógvan larm frá sær, sum kann skaða hoyrnina, og tí fært tú útflýggjað oyraproppar ella oyrnavernd, sum tú skalt nýta undir skanningini. Møguleiki er eisini fyri at hoyra tónleik.

Um tú skalt hava skuggaevni
Til nakrar kanningar er neyðugt at geva skuggaevni inn í æðrarnar. Skuggaevni er ein klár væta, sum ger tað lættari hjá røntgenlæknunum at tulka myndirnar. Ein røntgenlækni metir um, um tú skalt hava skuggaevni í sambandi við kanningina. Um so er, fært tú eitt lítið katetur (venflon) lagt í eina æðr við eini nál. Skuggaevnið verður sprænt inn í æðrina undir skanningini, og tá ið skanningin er liðug, verður katetrið tikið úr aftur.

Eftir kanning

Um tú hevur fingið skuggaevni
Skuggaevni kann elva til ovurviðkvæmi, og tí skalt tú bíða í móttøkuni á Røntgendeildini í ½ tíma eftir, at tú hevur fingið skuggaevni. Ovurviðkvæmi kann m.a. vísa seg við kvalmu, spýggju, trongd ella skriða í hálsinum. Merkir tú nakað óvanligt, skalt tú siga frá í móttøkuni á Røntgendeildini.

Drekk ríkiligt
Drekk ríkiligt av vætu aftaná kanningina t.d. vatn, saft ella juice. Tá ið kroppurin fær nokk av vætu, hjálpur tú nýrunum at fáa skuggaevnið úr kroppinum  aftur. Eftir einum døgni er alt skuggaevnið farið úr kroppinum við landinum og hetta hvørki sæst ella merkist.

Uppfylging

Svar uppá kanningina verður latið ávísandi lækna, og tú skalt sjálv/ur biðja um svarið, uttan so at onnur avtala er gjørd. Tú fært nærri kunning um svartíðina á kanningardegnum.

Hevur tú spurningar um kanningina, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Røntgendeildina.

Samband

Deild

Røntgendeildin á Klaksvíkar Sjúkrahúsi
á ambulatoriudeildini/skurðgongini - 2. hædd

Vitjanartíð

Opið er: mánadag-fríggjadag kl. 08.00 – 15.00

Leiðandi starvsfólk

Heri Olsen
heriol@ks.fo

Hent kunning

Finn veg og parkering

Bústaðurin er Sjúkrahúsbrekka 1. 

Fyri at koma til sjúkrahúsið, kann koyrast eftir Klaksvíksvegi niðanfyri, ella Víkavegi omanfyri. 

Parkeringsøki eru niðanfyri og norðanfyri sjúkrahúsið. Omanfyri er kommunalt parkeringsøki.

Kiosk og kafé

Á fyrstu undirhædd á sjúkrahúsinum er kantina. Har ber til sum vitjandi ella avvarðandi at keypa sær máltíðir ella okkurt góðgæti. Opið er yrkadagar kl. 08:15 - 10:00 og 11:30 - 13:00. 

Blómur

Tað er loyvt at hava avskornar blómur, bukettir, við inn á sjúkrahúsið. Tosa við starvsfólkini um, hvussu tú skalt gera við blómurnar. Tað ber ikki til at taka urtapottar við mold, inn á sjúkrahúsið.

Internet

Á Klaksvíkar Sjúkrahúsi er gestanet, ið er opið til øll at brúka. Netið eitur Heilsunet-Guest.

Sosialir miðlar

Klaksvíkar Sjúkrahús brúkar bæði Facebook og Instagram (KS3) til at leggja tíðindi, myndir, kunning og størv út til tykkum at síggja.

Royking

Tað er ikki loyvt at roykja á Klaksvíkar Sjúkrahúsi. Uttanfyri høvuðsinngongdina er eitt økið tilskilað til royking. 

Send viðmerkingar ella hugskot til okkum fyri at betra um virksemið í Sjúkrahúsverkinum
Rís og rós