Klaksvíkar Sjúkrahús

Nýtt knæ

Sjúklingar, sum hava pínu í knæi orsakað av slitgikt ella liðagikt kunnu í samráð við serlækna fáa nýtt knæ.

Tú fært bræv, har boðað verður frá, nær tú skalt møta til samrøðu og kanningar í sambandi við skurðviðgerðina.

Tak niður faldaran "Nýtt knæ" her.

Nærri kunning um viðgerð

Innan viðgerð

Tað er týdningarmikið at gera sítt fyri, at heilsan er góð upp
undir eina slíka stóra skurðviðgerð. Niðanfyri eru nøkur góð ráð:

  • Ver virkin í dagligdegnum
  • Royn venjingarskránna nakrar ferðir áðrenn skurðviðgerðina
  • Et heilsugóðan og proteinríkan kost
  • Ikki roykja – um tú gert, gevst so tíðiliga sum møguligt
  • Hald tennirnar sunnar, tryggja tær helst at eingin fjaldur
    bruni er í tonnunum áðrenn skurðviðgerðina
  • Tryggja tær, at tú ikki hevur sár á kroppinum
  • At aðrar sjúkur, sum ov høgt blóðtrýst ella diabetes, er væl
    viðgjørt
Blóðtynnandi heilivágur og fiskaolja

Tað er umráðandi, at tú heldur steðg við blóðtynnandi heilvágsviðgerð áðrenn tú skal skurðviðgerast. Hvussu langur steðgurin skal verða, verður avtala við skurðlæknanum.

Um tú vanliga tekur fiskaolju, er sera týdningarmikið, at tú heldur ein steðg við hesum í minsta lagið 1 viku áðrenn skurðviðgerðina.

Fyrireiking til innlegging

Tá tú fært boð, um nær tú skal til skurðviðgerð, verður tú biðin um at fortelja hvagar tú skal útskrivast til. Innleggingartíðin er stutt, vanliga eitt døgn, og tað er týdningarmikið at tú hevur gjørt av, um tú skal heim ella aðrastaðni.

Tá tú fert heim verður krav sett, um at onkur er heima hjá tær teir fyrstu 24 timarnar eftir skurðviðgerðina. Tað er bert galdandi, um tú verður útskrivað/ur sama dag, sum sjálv skurðviðgerðin verður framd.

  • Tú skalt hava klæðir við, sum eru løtt at fara í og úr, t.d. joggingbuksur og góðar skógvar, ið hava hælkapp. 
  • Mælt verður til, at prýðislutir og peningur eru eftir við hús.
  • Loyvt er at hava farteldu og fartelefon. Tó skal hetta ikki verða til ampa fyri onnur.
  • Kvøldið fyri innleggingardagin skalt tú fara í bað.
  • Tú skalt ikki nýta neglalakk, húðkrem ella smyrsl.
  • Høkjurnar og venjingarskráin frá fysioterapeutinum skulu
    takast við.
Fasta áðrenn skurðviðgerð

Tú skal vera fastandi frá fastari føði og mjólkaproduktum 6 tímar áðrenn skurðviðgerðina, og 2 tímar áðrenn fyri drekka (vatn og saft). Vanliga verður sagt, at tú skal vera fastandi frá midnátt áðrenn skurðviðgerðina, eins og tú í seinasta lagið kann drekka vatn ella saft kl. 06:00, um morgunin á skurðdegnum.

Undir viðgerð

Boða frá í leiðbeiningini, tá tú er komin. Tey, sum vera skurðviðgjørd fyrst verða biðin, um at møta kl. 07:00, ímeðan tey sum verða skurðviðgjørd seinni á degnum møta kl. 09:00.

Síðani verður tú biðin um at fara á deildina Dagskurð, har tú verður klárgjørd/ur til skurðviðgerðina. Har fært tú klæðir, eitt venflon (plastnál inn í eina æðr til heilivág) og heilivágin tú skal hava áðrenn skurðviðgerðina.

Skurðlæknin kemur at heilsa upp á teg, og teknar eitt “X” á knæið, ið skal skurðviðgerast.

Tú verður flutt/ur til operatiónsgongdina, har tú møtir narkosu sjúkrarøktarfrøðingunum og læknanum, sum skulu standa fyri doyvingini til skurðviðgerðina.

Vanliga er talan um spinaldoyving, sum merkir at tú fær lagt doyving inn í ryggin við einari nál, sum doyvir beinini soleiðis, at tú ikki merkir ella fær brúkt tey. Um tørvur er á tí, kanst tú fáa okkurt at sova av undir skurðviðgerðini.

Skurðviðgerðin

Slitnu partarnir í knænum verða skiftir út við metal og plast. Skurðviðgerðin tekur uml 1-1,5 tíma. Eftir skurðviðgerðina skalt tú til viðrakning, inntil tú fær førleikan at fara á beinini aftur.

Eftir viðgerð

Komin á deildina aftur eftir skurðviðgerð, skalt tú upp at ganga. Hetta fært tú hjálp til. Tað er av alstórum týdningi at tú kemur upp at ganga sama dag, sum skurðviðgerðin er framd, og helst fleiri ferðir.

Fyri at tú skal hava tað gott eftir skurðviðgerðina, fært tú ymisk sløg av heilivági. Tað er pínustillandi, kvalmastillandi og blóðtynnandi. Tað síðst nevnda fært tú einans undir innleggjan, og tað er til at fyribyrgja blóðtøppum í beinunum.

Við útskrivan

Innleggingartíðin er í miðal 0-2 dagar. Summi fara heim á skurðdegnum (á kvøldi), og hetta er oftast avtala áðrenn. Tú kanst annaðhvørt útskrivast um morgunin, á miðdegi ella um kvøldi.

Við útskrivan skalt tú:

  • Klára at ganga og um neyðugt, eisini í trappum.
  • Klára at fara í og úr songini.
  • Klára ymiskar gerandisstøður, sum at fara á vesi.
  • At pínustillandi viðgerðin er nøktandi.
  • At títt blóðprosent (hæmoglobin) er í rættari legu.
  • At tú hevur tikið røntgenmynd av knænum, ið er skurðviðgjørd.

Áðrenn útskrivan verður tú biðin um at svara nøgdsemiskanning. Kanningina fært tú frá einum sjúkrarøktarfrøðingi undir innleggjan.

Tú fær ein pakka við heim, ið hevur:

  • Yvirlit yvir heilvági, sum tú skal taka.
  • Heilivág til fyrstu dagarnar, m.a. pínustillandi, kvalmastillandi og fyri at halda gongd í búkinum.
  • Eyka plástur til skurðin.
  • Eina tíð til uppfylgjan í ambulatoriinum áleið tvær vikur eftir skurðviðgerðina, har sárið verður kannað. Vanliga verður seyma aftur undir húðini, soleiðis at eingin tráður ella klips eru at taka.
  • Her verður tú eisini sædd/ur av fysioterapeutunum, sum gera eina heildarmeting av knænum.
  • Telefonnummar til deildina, sum tú kann ringja til eftir útskrivan, um tú ivast í onkrum ella er bangin fyri at okkurt ikki er, sum tað skal tær næstu tríggjar vikurnar eftir skurðviðgerðina.

Um tørvur er á tí, fært tú eina sjúkramelding. Sjúkrameldingin er vanliga í upp til tríggjar mánaðir fyri tey, ið hava eitt kropsligt krevjandi arbeiði.

Uppfylging

Aftaná útskrivan verður tú biðin, um at koma til kanning av sárinum frá skurðinum í ambulatoriinum 3 vikur eftir skurðviðgerðina. Sjúkrarøktarfrøðingur kannar teg og tekur klipsini í húðini. Eitt nýtt plástur verður sett á, at hava á í 1-2 dagar. Eftir hetta er ikki neyðugt at nýta plástur, um sjúkrarøktarfrøðingurin ikki sigur annað. Har afturat verður tú sæddur av fysioterapeuti til eina metan og víðari kunning.

Vit vilja eisini fegin fylgja við hvussu tað gongur tær og nýggja knænum. Tí senda vit tær eitt spurnarskema 3., 6., 12. og 24. mánaða eftir skurðviðgerðina. Hetta er eitt elektroniskt spurnarskema, sum tú fær sendandi frá okkum.

Fært tú avbjóðingar við nýggja knænum, m.a. at tú fært nógva pínu, kanst tú ringja til okkum, so finna vit eina tíð, har skurðlæknin kann síggja teg.

Góð ráð aftaná útskrivan
  • Endurvenjing og førleikarnir skulu endurvenjast stigvíst.
  • Tú skalt helst ikki liggja á knæ.
  • Tú kanst koyra bil aftur, tá tú hevur fult tamarhald á beininum. Tað tekur vanliga áleið seks vikur, áðrenn fólk eru før fyri at koyra bil aftur. Eisini er krav, at tú ikki tekur morfin, sum pínustillandi heilvág, tí tá er ikki loyvt at koyra bil.

Samband

Deild

Skurðdeildin á Klaksvíkar Sjúkrahús
Sjúkrahúsbrekka 1, 2. hædd

Leiðandi starvsfólk

Anna Maria Dahl
annam@ks.fo

Hent kunning

Finn veg og parkering

Bústaðurin er Sjúkrahúsbrekka 1. 

Fyri at koma til sjúkrahúsið, kann koyrast eftir Klaksvíksvegi niðanfyri, ella Víkavegi omanfyri. 

Parkeringsøki eru niðanfyri og norðanfyri sjúkrahúsið. Omanfyri er kommunalt parkeringsøki.

Kiosk og kafé

Á fyrstu undirhædd á sjúkrahúsinum er kantina. Har ber til sum vitjandi ella avvarðandi at keypa sær máltíðir ella okkurt góðgæti. Opið er yrkadagar kl. 08:15 - 10:00 og 11:30 - 13:00. 

Blómur

Tað er loyvt at hava avskornar blómur, bukettir, við inn á sjúkrahúsið. Tosa við starvsfólkini um, hvussu tú skalt gera við blómurnar. Tað ber ikki til at taka urtapottar við mold, inn á sjúkrahúsið.

Internet

Á Klaksvíkar Sjúkrahúsi er gestanet, ið er opið til øll at brúka. Netið eitur Heilsunet-Guest.

Sosialir miðlar

Klaksvíkar Sjúkrahús brúkar bæði Facebook og Instagram (KS3) til at leggja tíðindi, myndir, kunning og størv út til tykkum at síggja.

Royking

Tað er ikki loyvt at roykja á Klaksvíkar Sjúkrahúsi. Uttanfyri høvuðsinngongdina er eitt økið tilskilað til royking. 

Send viðmerkingar ella hugskot til okkum fyri at betra um virksemið í Sjúkrahúsverkinum
Rís og rós