Nýtt knæ
Sjúklingar, sum hava pínu í knæi orsakað av slitgikt ella liðagikt kunnu í samráð við serlækna fáa nýtt knæ.
Tú fært bræv, har boðað verður frá, nær tú skalt møta til samrøðu og kanningar í sambandi við skurðviðgerðina.
Tak niður faldaran "Nýtt knæ" her.
Nærri kunning um viðgerð
Innan viðgerð
Tað er týdningarmikið at gera sítt fyri, at heilsan er góð upp
undir eina slíka stóra skurðviðgerð. Niðanfyri eru nøkur góð ráð:
- Ver virkin í dagligdegnum
- Royn venjingarskránna nakrar ferðir áðrenn skurðviðgerðina
- Et heilsugóðan og proteinríkan kost
- Ikki roykja – um tú gert, gevst so tíðiliga sum møguligt
- Hald tennirnar sunnar, tryggja tær helst at eingin fjaldur
bruni er í tonnunum áðrenn skurðviðgerðina - Tryggja tær, at tú ikki hevur sár á kroppinum
- At aðrar sjúkur, sum ov høgt blóðtrýst ella diabetes, er væl
viðgjørt
Blóðtynnandi heilivágur og fiskaolja
Tað er umráðandi, at tú heldur steðg við blóðtynnandi heilvágsviðgerð áðrenn tú skal skurðviðgerast. Hvussu langur steðgurin skal verða, verður avtala við skurðlæknanum.
Um tú vanliga tekur fiskaolju, er sera týdningarmikið, at tú heldur ein steðg við hesum í minsta lagið 1 viku áðrenn skurðviðgerðina.
Fyrireiking til innlegging
Tá tú fært boð, um nær tú skal til skurðviðgerð, verður tú biðin um at fortelja hvagar tú skal útskrivast til. Innleggingartíðin er stutt, vanliga eitt døgn, og tað er týdningarmikið at tú hevur gjørt av, um tú skal heim ella aðrastaðni.
Tá tú fert heim verður krav sett, um at onkur er heima hjá tær teir fyrstu 24 timarnar eftir skurðviðgerðina. Tað er bert galdandi, um tú verður útskrivað/ur sama dag, sum sjálv skurðviðgerðin verður framd.
- Tú skalt hava klæðir við, sum eru løtt at fara í og úr, t.d. joggingbuksur og góðar skógvar, ið hava hælkapp.
- Mælt verður til, at prýðislutir og peningur eru eftir við hús.
- Loyvt er at hava farteldu og fartelefon. Tó skal hetta ikki verða til ampa fyri onnur.
- Kvøldið fyri innleggingardagin skalt tú fara í bað.
- Tú skalt ikki nýta neglalakk, húðkrem ella smyrsl.
- Høkjurnar og venjingarskráin frá fysioterapeutinum skulu
takast við.
Fasta áðrenn skurðviðgerð
Tú skal vera fastandi frá fastari føði og mjólkaproduktum 6 tímar áðrenn skurðviðgerðina, og 2 tímar áðrenn fyri drekka (vatn og saft). Vanliga verður sagt, at tú skal vera fastandi frá midnátt áðrenn skurðviðgerðina, eins og tú í seinasta lagið kann drekka vatn ella saft kl. 06:00, um morgunin á skurðdegnum.
Undir viðgerð
Boða frá í leiðbeiningini, tá tú er komin. Tey, sum vera skurðviðgjørd fyrst verða biðin, um at møta kl. 07:00, ímeðan tey sum verða skurðviðgjørd seinni á degnum møta kl. 09:00.
Síðani verður tú biðin um at fara á deildina Dagskurð, har tú verður klárgjørd/ur til skurðviðgerðina. Har fært tú klæðir, eitt venflon (plastnál inn í eina æðr til heilivág) og heilivágin tú skal hava áðrenn skurðviðgerðina.
Skurðlæknin kemur at heilsa upp á teg, og teknar eitt “X” á knæið, ið skal skurðviðgerast.
Tú verður flutt/ur til operatiónsgongdina, har tú møtir narkosu sjúkrarøktarfrøðingunum og læknanum, sum skulu standa fyri doyvingini til skurðviðgerðina.
Vanliga er talan um spinaldoyving, sum merkir at tú fær lagt doyving inn í ryggin við einari nál, sum doyvir beinini soleiðis, at tú ikki merkir ella fær brúkt tey. Um tørvur er á tí, kanst tú fáa okkurt at sova av undir skurðviðgerðini.
Skurðviðgerðin
Slitnu partarnir í knænum verða skiftir út við metal og plast. Skurðviðgerðin tekur uml 1-1,5 tíma. Eftir skurðviðgerðina skalt tú til viðrakning, inntil tú fær førleikan at fara á beinini aftur.
Eftir viðgerð
Komin á deildina aftur eftir skurðviðgerð, skalt tú upp at ganga. Hetta fært tú hjálp til. Tað er av alstórum týdningi at tú kemur upp at ganga sama dag, sum skurðviðgerðin er framd, og helst fleiri ferðir.
Fyri at tú skal hava tað gott eftir skurðviðgerðina, fært tú ymisk sløg av heilivági. Tað er pínustillandi, kvalmastillandi og blóðtynnandi. Tað síðst nevnda fært tú einans undir innleggjan, og tað er til at fyribyrgja blóðtøppum í beinunum.
Við útskrivan
Innleggingartíðin er í miðal 0-2 dagar. Summi fara heim á skurðdegnum (á kvøldi), og hetta er oftast avtala áðrenn. Tú kanst annaðhvørt útskrivast um morgunin, á miðdegi ella um kvøldi.
Við útskrivan skalt tú:
- Klára at ganga og um neyðugt, eisini í trappum.
- Klára at fara í og úr songini.
- Klára ymiskar gerandisstøður, sum at fara á vesi.
- At pínustillandi viðgerðin er nøktandi.
- At títt blóðprosent (hæmoglobin) er í rættari legu.
- At tú hevur tikið røntgenmynd av knænum, ið er skurðviðgjørd.
Áðrenn útskrivan verður tú biðin um at svara nøgdsemiskanning. Kanningina fært tú frá einum sjúkrarøktarfrøðingi undir innleggjan.
Tú fær ein pakka við heim, ið hevur:
- Yvirlit yvir heilvági, sum tú skal taka.
- Heilivág til fyrstu dagarnar, m.a. pínustillandi, kvalmastillandi og fyri at halda gongd í búkinum.
- Eyka plástur til skurðin.
- Eina tíð til uppfylgjan í ambulatoriinum áleið tvær vikur eftir skurðviðgerðina, har sárið verður kannað. Vanliga verður seyma aftur undir húðini, soleiðis at eingin tráður ella klips eru at taka.
- Her verður tú eisini sædd/ur av fysioterapeutunum, sum gera eina heildarmeting av knænum.
- Telefonnummar til deildina, sum tú kann ringja til eftir útskrivan, um tú ivast í onkrum ella er bangin fyri at okkurt ikki er, sum tað skal tær næstu tríggjar vikurnar eftir skurðviðgerðina.
Um tørvur er á tí, fært tú eina sjúkramelding. Sjúkrameldingin er vanliga í upp til tríggjar mánaðir fyri tey, ið hava eitt kropsligt krevjandi arbeiði.
Uppfylging
Aftaná útskrivan verður tú biðin, um at koma til kanning av sárinum frá skurðinum í ambulatoriinum 3 vikur eftir skurðviðgerðina. Sjúkrarøktarfrøðingur kannar teg og tekur klipsini í húðini. Eitt nýtt plástur verður sett á, at hava á í 1-2 dagar. Eftir hetta er ikki neyðugt at nýta plástur, um sjúkrarøktarfrøðingurin ikki sigur annað. Har afturat verður tú sæddur av fysioterapeuti til eina metan og víðari kunning.
Vit vilja eisini fegin fylgja við hvussu tað gongur tær og nýggja knænum. Tí senda vit tær eitt spurnarskema 3., 6., 12. og 24. mánaða eftir skurðviðgerðina. Hetta er eitt elektroniskt spurnarskema, sum tú fær sendandi frá okkum.
Fært tú avbjóðingar við nýggja knænum, m.a. at tú fært nógva pínu, kanst tú ringja til okkum, so finna vit eina tíð, har skurðlæknin kann síggja teg.
Góð ráð aftaná útskrivan
- Endurvenjing og førleikarnir skulu endurvenjast stigvíst.
- Tú skalt helst ikki liggja á knæ.
- Tú kanst koyra bil aftur, tá tú hevur fult tamarhald á beininum. Tað tekur vanliga áleið seks vikur, áðrenn fólk eru før fyri at koyra bil aftur. Eisini er krav, at tú ikki tekur morfin, sum pínustillandi heilvág, tí tá er ikki loyvt at koyra bil.
Samband
Deild
Skurðseingjadeild G4Bygningur G, hædd 4
Vitjanartíð
Leiðandi starvsfólk
Birgit Mohr , deildarleiðaribirmo@ls.dfo Jenny í Gong , varaleiðari
jenig@ls.fo Maria Thorkildshøj , varaleiðari
marth2@ls.fo
Hent kunning
Leiðbeining
Leiðbeiningin liggur við høvuðsdyrnar í forhøllini á Landssjúkrahúsinum.
Leiðbeiningin útvegar lyklar til Gestalonina, til starvsfólkaíbúðirnar og umsitir nógvar aðrar uppgávur.
Leiðbeining er mannað alt samdøgrið, allar dagar, tó skal ringjast á høvuðsdyrnar millum kl. 23.00-07.00.
Tel. 304500
Teldupostur: leidbeining@ls.fo
Parkering
Við høvuðsdyrnar á J.C. Svabosgøtu
Til ber at parkera í 1 tíma við parkeringsøkið við høvuðsdyrnar. Tó er ikki altíð lætt at finna P-pláss. Er tú sjúklingur, ið skalt til viðtalu, verður tí mælt til, at tú kemur á Landssjúkrahúsið í góðari tíð.
Væntar tú at verða longri á Landssjúkrahúsinum, ber til at fáa veitt eitt serstakt loyvi til longri parkering við at venda tær til Leiðbeiningina í forhøllini. Tú skalt tá upplýsa nummarplátu á tínum bili, og leggja loyvið, tú fært útflýggjað, á eitt sjónligt stað í bilinum.
Við Sandágerð
Niðanfyri Landssjúkrahúsið til høgru eru tvey stór parkeringspláss. Her er loyvt at lata bilin standa í 8 tímar.
Á Eirargarði
Hevur tú avtalu ella onnur ørindi á Eirargarði, er møguligt at parkera óavmarkaða tíð.
Um tú ert blóðgevi
Skalt tú geva blóð, ber til at parkera á serstøkum parkeringsøki til blóðgevar, niðanfyri Landssjúkrahúsið við Álaker, har inngongdin til Rannsóknarstovuna er. Har er óavmarkað parkering fyri blóðgevar. Onnur, ið ikki skulu geva blóð, eiga ikki seta bilin frá sær á hesum parkeringsøki.
Matur
Á Landssjúkrahúsinum eru fleiri møguleikar at fáa ein betri bita. Maturin kann njótast í hugnaligum umhvørvi við borðini í forhøllini, í Skálanum ella takast við heim. Morgunmatur kann keypast Mánadag til Leygardag. Eisini ber til at keypa smyrjibreyð, skundverðar, dessertir og ymiskt søtt til góman.
Heitur matur
Gerandisdagar kann heitur matur keypast til døgurða, umframt okkurt søtt omaná. Døgurði er at fáa ímillum kl. 11:30 - 13:00. Sí dagsins rætt her.
Salatbarr
Gerandisdagar kanst tú gera tær fjølbroytta salat við heimabakaðum smábreyði í salatbarrini. Salatbarrin er sjálvtøka og er opin frá kl. 11:30 – 16:30.
Skálin í H-bygninginum
Skálin er opin gerandisdagar frá kl. 10.00 - 14.00. Til ber at keypa døgurða, suppu ella dessert og salatbarr frá kl. 11.30 - kl. 13.00. Mána-, miku- og fríggjadag ber eisini til at keypa rísvelling við kanelsukri. Í upplatingartíðini ber somuleiðis til at keypa skundverðar og okkurt søtt.
Orkuríkar vørur
Køkurin hevur heimagjørdan proteindrykk, orkuríkan snaps, suppur, fromasjur og ísar. Hetta kann keypast í Kafeini og Skálanum, sí vøruúrval her. Køkurin ger eisini tyggi- og svølgivinarligan mat, sum er til keyps í Køkinum.
Upp- og afturlatingartíðir í Kafeini
Mándag-fríggjadag kl. 08:00 – 20:30
Leygardag kl. 10:00 – 20:30
Sunnudag kl. 14:30 – 20:30
Blómur
Vitjandi eru vælkomin at taka avskornar ella turkaðar blómur við til innløgd á Landssjúkrahúsinum. Tað er tó ikki loyvt at taka plantur við mold við inn á klinisk øki.
Internet
Á Landssjúkrahúsinum er gestanet, ið er opið til øll at brúka. Netið eitur Heilsunet-Guest.
Sosialir miðlar
Royking
Tað er ikki loyvt at roykja á Landssjúkrahúsinum. Uttanfyri høvuðsdyrnar er eitt tilskilað økið til royking.
Gisting
Sjúklingar og barnakonur búsitandi uttanfyri Suðurstreymoy, sum ikki verða innløgd, hava møguleikan at gista í Gestalonini. Tað sama er galdandi fyri avvarðandi.
Gestalonin á Landssjúkrahúsinum er staðsett á Eiragarði 4.
Les meira um Gestalonina her.