7 Barnsburð 55

Tíðin eftir føðing

Barnið

Tilknýti og umsorgan

Hjá barninum eru foreldur týdningarmiklastu persónarnir. Barnið hevur tørv á nógvari umsorgan og uppmerksemi frá byrjan av. Tit eru tey bestu til nøkta tørvin við bæði at geva tí at eta, skifta blæuni, svøvni, kærleika og hita. Barnið stimbrast, tá tit tosa við tað, smílast, ugga og nerta tað. 

Grátur er ein háttur hjá barninum at siga frá, at tað hevur onkran tørv. Tað kann vera svongd, ein vát blæa, at tað hevur ilt í búkinum ella hevur tørv á at vera borið. 

Tað er umráðandi, at tit hjálpa barninum, tá tað grætur. Tað gevur barninum eitt trygt tilknýti til tykkara, og barnið lærir, at tit hoyra og skilja tað. Í byrjanini kann vera torført at vita hvat bagir, tí alt er so nýtt. Royn og finn útav hvat bagir og umráðandi at troysta tí

Tað er ikki altíð lætt at finna útav, hví barnið grætur. Tað kann vera strongjandi fyri summi foreldur, tá barnið grætur í longri tíð. Tit kunnu eisini gerast kedd av tí sama. Roynið tá og verið rólig. Barnið kann merkja, at tit eru órólig ella stúrin. Lurti eftir barninum og skjótt læra tit, at grátur kann vera sera ymiskur alt eftir hvør tørvurin er. 

Bróstageving

Ætlar tú tær at geva bróst, verður víst til heimasíðuna, ið viðmæld verður av Danska Heilsustýrinum:

Amme­assistenten - Ammeassistenten

Tey fýra góðu ráðini at tryggja eina góða byrjan:

  • Húð móti húð so ofta sum gjørligt.
  • Legg ofta til bróstið, hvørja ferð barnið vísir tekin til at vilja súgva, og í minsta lagi 8 ferðir dagliga.
  • Sit væl, har tit hava tætt samband.
  • Verið saman um at fáa bróstagevingina at rigga. 
Gulsótt

Tað er vanligt, at nýføðingar fáa gult dæmi uttan at hava viðgerðarkrevjandi gulsótt.

Uml. 1/3 av øllum nýføðingum, ið eru fødd til tíðina, fáa gulsótt. Orsøkin til gulsótt er, at barnið ikki útskilir evnið “bilirubin” nóg skjótt. Bilirubin stavar frá niðurbróting av reyðum blóðlikamum, og um útskiljingin í livrini ikki gongur nóg skjótt, gerst innihaldið av bilirubini í blóðinum so stórt, at liturin fer út í húðina og ger hana gula. 

Gulsótt vísir seg ofta 2.-4. dagin. Nøkur børn gerast lin og fáa vaml av gulsóttini. Hetta vísir seg við, at barnið sovnar ofta og sýgur lítið. Um barn tykkara hevur hesi tekin, um tað er gult um kroppin, og/ella tað hvíta í eygunum er gult, er umráðandi, at barnið verður lagt til ofta. Barnið skal helst súgva ofta, 10-12 ferðir um døgnið, tí mjólkin er við til at útskilja bilirubini.

Í summum førum er neyðugt at viðgera gulsóttina við ljósviðgerð.

Eru tit í iva, um barnið hjá tykkum er merkt av gulsótt, so hyggi eftir trivnaðarteknunum. Um barnið áhaldandi er dovið og illa fæst at eta, er umráðandi, at tit seta tykkum í samband við kommunulæknan ella heilsufrøðing. Um tit ikki eru komin í samband við heilsufrøðing, kunnu tit ringja á Barnakonueindina.

At brúka suttu

Tað er gott at bíða við at geva barninum suttu til bróstagevingin riggar og mjólkin er sett til. Tá ið tit geva barninum suttu, kann tað órógva bróstagevingina, tí tað kann hava við sær, at barnið sýgur minni hjá mammuni. Sýgur barnið færri ferðir, ávirkar hetta mjólkaframleiðsluna og tá kann mjólkin minka. 

Brúkar barnið suttu, eiga tit at vera tilvitað um, at barnið ikki svevur ov langa tíð við suttuni í munninum. Á henda hátt kemur suttan ikki til at ávirka mjólkaframleiðsluna. 

Kukkurin

Vanligt er, at kukkurin hjá barninum broytist teir fyrstu dagarnir eftir burð. Orsøkin til hetta umskifti er, at barnið fær meira mjólk hvønn dag, og opningurin gerst harvið ljósari.

Teir fyrstu 2 dagarnir er opningurin: myrkagrønur, tjúktflótandi. 2. dagin: brúnligur. 3.-4. dagin: gulgrønur og 4-6. dagin: gulur og greytutur. Hesin litur og konsistensur er vanligur teir næstu 4-6 mðr, so leingi barnið einans fær móðurmjólk. Tó kann opningurin gerast tjykkri aftaná 6 vikur, tí samansetingin í móðurmjólkini broytist so hvørt barnið veksur, og tørvurin hjá barninum harvið økist.

Tann fyrsta mánaðin eigur barnið at kukka fleiri ferðir dagliga. Seinni kann tað ganga longri tíð ímillum opningarnar, upp til 1-2 vikur. Um barnið einans fær móðurmjólk og annars trívist, er hetta í lagi. Tey børn, ið einans ella lutvíst fáa mjólkarúrdrátt, skulu harafturímóti kukka dagliga. Um barnið ikki kukkar dagliga, kann tað hava ov harðan opning – setið tykkum í samband við heilsufrøðingin, um tit eru í iva.

Reinføri

Tað er umráðandi, at barnið verður vaskað hvønn dag tey støðini, har húð liggur ímóti húð, fyri at fyribyrgja soppi, húðarloysi og bruna. Summi børn gerast í fyrstani ótrygg og kunnu gráta, tá tey verða skift, meðan summi harafturímóti er púra rólig og trygg. At skifta á blæuni er ein góður møguleiki at vera heilt nær at barninum, um tað er tilreiðar til tess.

  • Havið góðar umstøður til blæuskift, so tað gerst ein hugnaliga løta.
  • Gott er at vera tvey um at skifta á barninum í fyrstani.
  • Lat ikki barnið heilt úr, so tað gerst kalt.
  • Nýt løturnar til at fáa gott eygnasamband, pjátra við barnið, lat tað kanna títt andlit og andlitsbrá og rørslur tínar. At vera tætt at tykkum og pjátra í løtuni er eitt tað mest týdningarmiklasta í fyrstani, tí tað er ígjøgnum tykkara sjálvi, tykkara rørslur, ljóð og andlit at barnið verða stimbrað.

Minst til at vaska hendur, áðrenn tit byrja at vaska barninum. Barnið skal vaskast frá “høvdi til hala”. Byrja við eygunum, vaska síðani restina av andlitinum, høvdið, aftanfyri oyruni. Vaska síðani undir høkuni, undir ørmunum, millum fingrarnar, í lýskuni, aftanfyri knøini og at enda rumpuna. Rumpan verður vaskað við lunkaðum vatnið og møguliga sápu uttan anga, tá barnið hevur kukkað. Ansa eftir, at sápan verður skolað væl burtur aftaná. Barnið skal turkast væl tey nevndu støðini, har húðin liggur móti húð og luft ikki sleppur at. Bakteriur nørast best, har tað er heitt og kleimið. Skift á barninum fleiri ferðir um dagin.

Í bað

Mælt verður til, at barnið fer í bað uml. 1–2 ferðir um vikuna ella eftir tørvi. Ikki er neyðugt við sápu, tí húðin kann blíva turr. Tit kunnu tó vaska hárið á barninum 1 ferð um vikuna við sápu uttan anga. Vatnið skal vera uml. 37 stig.

Tey flestu børnini njóta at verða vaskað. Vel ein løtu, har tað hevur sovið, etið væl og er nøgt. Ansa eftir, at barnið ikki gerst kalt, tá tað verður vaskað.

Húðin

Vanliga er ikki neyðugt at smyrja barnið við húðkremi. Um barnið hevur turra húð, og húðin hevur lyndi til at sprotna, mæla vit tykkum til at smyrja krem uttan anga á við høgum vatninnihaldi. Vit frámæla óneyðuga nýtslu av kremi, av tí at hetta kann broyta ta vanligu verjuna hjá húðini.

Fyri at fyribyrgja skón í hárbotninum (arp), kunnu tit dagliga greiða barninum við eini bleytari bust.

Eyguni

Eygnalokini hjá barninum kunnu verða eitt sindur hovin teir fyrstu dagarnir. Vanligt er eisini, at tað rennur klár væta úr eygunum. Av tí at tárakeldurnar hjá nýføðingum ofta eru tiptar og trongar, fáa nýføðingar lætt eygnabruna. Umráðandi er tískil at halda eyguni rein.

Vaska altíð hendur, áðrenn tú gert eygnarøkt. Er vágur í eygunum, kunnu tit vaska hann burtur við saltvatni: Kóka vatn, lat kólna og lat eina ½ teskeið av salti í ein litur av kókaðum vatni – til ber eisini at keypa saltvatn á Apotekinum. Nýt eitt vattstykki til hvørt eygað, so møguligar bakteriur ikki flytast frá einum eyga til hitt. Vaska frá eygnakrókinum og út. Um tað framvegis er gulur ella grønur vágur í eygunum aftaná ½-1 samdøgur, ella sjálvt eygað er reytt, skulu tit seta tykkum í samband við kommunulæknan.

Nalvin

Tá nalvastrongurin er kliptur og elastikk er sett um nalvaendan, lata blóðæðrarnar seg aftur innanfyri nalvan. Síðani byrjar nalvin at torna, og hann gerst svartur. Tað eru ongar nervar í nalvastubbanum, og tí merkir barnið onki, tá tú nertir við stubban.

Vanligt er, at nalvin luktar, og nakað av vætu og blóði samlast rundan um nalvan, áðrenn hann dettur av millum 5. og 15. dag. Vaska nalvan og turka væl, brúka sápu um neyðugt. Luft má sleppa at nalvanum, so blæa og klæði mugu ikki vera trong um nalvan. Barnið fær ikki ilt av nalvarøktini.

Tað er sjálsamt, at bruni kemur í nalvan. Um húðin rundanum nalvan er reyð í fleiri dagar eftir, at stubbin er dottin av, eigur tú at ringja til kommunulækna.

Hiti

Nýføðingar klára illa at halda javnan hita. Tí er neyðugt at tryggja, at barnið ikki er ov heitt ella ov kalt. Lær barn tykkara at kenna og føl í nakkanum á barninum, um barnið kennist passaliga heitt.

Um barnið sveittar, er tað ov heitt, og tá eiga tit at lata tað úr. Um tað er kalt, so kunnu tey gráta - eins og tá tit skifta blæuni. Lat tað tá í heitari klæðir.

Um barnið kennist sera heitt, eiga tit at taka feburin. Tak feburin í endatarmin við talgildum fepurstokki, tað gevur eitt neyvari tal enn at máta í oyranum. Er hitin meira enn 37,5, hevur barnið fepur. Er barnið væl fyri og óávirkað, so kunnu tit byrja við at lata tí úr og tak nýggja máting ein tíma seinni. Er hitastigið enn yvir 37,5 og barnið er grátandi, vil ikki eta ella er dovið, eiga tit at ringja til kommunulækna ella læknavaktina eftir kl. 16. 

Fyribyrg at barnið fær skeivt høvd og flatan nakka

Teir fyrstu mánaðirnar er beinagrindin bleyt. Um barnið hjá tykkum einans vendir høvdinum til aðra síðuna, kann høvdið tí gerast skeivt. Hálsvøddarnir kunnu eisini gerast ov strammir. Verð tískil varug við, at barnið ikki altíð liggur við høvdinum vent til somu síðu, men hjálp barninum at skifta ímillum at venda høvdinum til vinstru og høgru.

Tá barnið er vakið, so legg tað á búkin, soleiðis at rygg- og hálsvøddarnir eisini styrkjast. 

Út at trilla/sova úti

Tit kunnu fara út at trilla beinanvegin, um veðrið er til vildar. Byrja við smáum túrum. Tá barnið trívist, kunnu tit venja barnið at sova úti. Ansið eftir, at barnið ikki er ov heitt ella kalt í vogninum og verjið barnið móti vindi, regni og nógvari sól.

Rátt verður ikki til at lata nýføðingar sova úti, um tað eru minus 10 °C ella kaldari, og um tað er nógvur mjørki. Vit mæla altíð til at nýta flugunet, sum verja ímóti flogkyktum og kettum.

Skreeningar av barninum

Hesar kanningar verða bjóðaðar eftir føðing:

  • Saturatiónsskreening
  • PKU 
  • Hoyriskreening
  • CTD-kanning
Vøggudeyði

Nógv foreldur eru stúrin um vøggudeyða. Vøggudeyði hendir tó sera sjáldan. Vandin er sera lítil um hesi ráð verða fylgd: 

  • Lat altíð barnið sova á rygginum til tað vendir sær sjálvt  
  • Lat ikki barnið vera í rúmið, har roykt verður
  • Lat ikki barnið sova ov heitt
  • Hav fasta madrassu og lætta dýnu
  • Hav ongar pútur, bamsur ella líknandi í songini

Um tit lata barnið sova í songini hjá tykkum, so latið barnið sova ímillum tann eina av tykkum og songina hjá barninum - tryggið tykkum, at barnið ikki kann detta ímillum báðar sengurnar (sí niðanfyristandandi mynd).

Lat barnið sova í kamarinum hjá tykkum til tað er í minsta lagi 6 mðr. gamalt. Barnið kann sova í tykkara song, um mamma og pápi:

  • Ikki roykja
  • Ikki hava drukkið rúsdrekka
  • Ikki nýta sløvandi heilivág 

Les meir um evnið á heimasíðuni hjá Sundhedsstyrelsen við at fara inn undir teigin “Små børns sikkerhed”. 

Mamman
Eftirverkir

Eftir føðing skal lívmóðirin kreppa seg saman og minka til vanliga stødd aftur. Hesar kreppingar kallast eftirverkir. Eftirverkirnir hava til endamáls at minka bløðingina eftir føðing. Tað tekur umleið 8 vikur til lívmóðirin hevur vanliga stødd aftur.

Tá barnið sýgur bróst, verður hormonið oxytocin frígivið. Oxytocin fær lívmóðurina til at kreppa seg saman samstundis við, at tað fær mjólkina at renna. Oftast er tað so, at jú fleiri børn tú hevur átt, sterkari eftirverkir fært tú. 

Um tú hevur nógva pínu, kanst tú nýta hitapútu ella taka pínulinnandi t.d. Pinex og Ibuprofen. Barnið tekur ikki skaða av hesum, um tú fylgir leiðbeiningini, ið fylgir við heiliváginum.

Bløðing

Tað er vanligt at bløða í samband við føðingina. Upp til ½ litur er vanligt at bløða.

Tá ið tú hevur átt, bløðir tú í nakrar vikur. Hendan bløðingin stavar frá staðnum í lívmóðurini, har eftirburðurin hevur sitið. Bløðingin er sostatt frá sárinum í lívmóðurini, sum lekist yvir tær næstu vikurnar. Bløðingin fyrstu dagarnar er oftast nakað meiri enn ein vanlig menstruatión, men skal síðani minka. Tað er vanligt, at sveitar koma teir fyrstu dagarnar. Ein serligur og eitt sindur ramur luktur kann kennast av bløðingini.
 
Bløðingin kann vera ójøvn frá degi til dags. Til dømis er vanligt, at bløðingin økist í samband við bróstageving, av tí at lívmóðirin kreppir seg saman. Bløðingin skal tó minka aftur. So líðandi broytist bløðingin til myrkt blóð ella útflot, ið hvørvur innan fyri 5-8 vikur.
 
Fært tú pínu í undirlívið, fríska bløðing sum økist, um lukturin á bløðingini broytist, ella tú fært fepur, kann tað vera tekin um bruna í undirlívinum. Tá skalt tú seta teg í samband við kommunulæknan ella læknavaktina.

Fyri at fyribyrgja bruna í sárinum í lívmóðurini, verður frámælt at fara í baðikar, at svimja ella at nýta tampong so leingi tú bløðir. Rátt verður til at nýta hít í samband við samlegu.

Seyming

Undir føðing er ikki óvanligt at skrædna, og nógvar kvinnur verða tí seymaðar. Tráðurin, ið verður nýttur, upploysist eftir uml. 2–3 vikum. Tú kanst tó framvegis vera eitt sindur eym, og tað kann svíða eina tíð eftir hetta.

Tað er týdningarmikið at halda sárið reint, so tað fær tær bestu umstøðurnar at grógva væl saman og at fyrbyrgja bruna. Mælt verður til, at tú skolar tær í neðra hvørja ferð, tú hevur verið á vesi og skiftir bind javnan. 

Kokubotnurin

Tað er týdningarmikið, at tú heldur fram at venja kokubotnin eftir føðing. Nógvar góðar orsøkir eru til at venja kokubotnin.

Ein væl vandur kokubotnur kann fyribyrgja, at lívmóðirin ella bløðran detta niður. Tá kann sleppast undan trupulleikum við at halda vatninum og trupulleikum við samlegu seinni í lívinum. Ein sterkur kokubotnur gevur størri njótilsi undir samlegu – bæði fyri teg og fyri makan.

Tað eru nógvar broytingar farnar fram í kroppinum í viðgongutíðini. Tí er tað umráðandi, at tú venur beint eftir føðing. Tað er eisini týdningarmikið, at tú rørir teg fleiri ferðir dagliga. Tað økir um blóðrenslið, og hevur tað við sær, at møguligu sárini og skurslini í neðra lekjast skjótari.

Kokubotnurin er veikur eftir, at tú hevur verið við barn, tí hann hevur verið undir stórum trýsti. Í viðgongutíðini eru vøddarnir eisini vorðnir bleytari og smidligari av hormonum. Sama hvussu tú hevur átt, hava vøddarnir í kokubotninum tørv á at venjast uppaftur. Hevur tú átt vaginalt eru vøddar, bindivevnaður og nervar í kokubotninum afturat tí tognað og dragnað undir føðingini.

Ven fleiri ferðir um dagin restina av lívinum. Ert tú eym ella hevur ilt, kanst tú taka pínustillandi, so tað er lættari at koma í gongd aftur. 

Opningur og taggur

Opningur
Tað er vanligt, at magin steðgar upp í samband við føðing. Tað er eisini vanligt, at ein ikki hevur opning fyrstu dagarnar eftir føðing.

Tú kanst fyribyrgja trekum maga við at drekka nógva vætu, eta trevjumiklan kost og røra teg. Um tú hevur trekan maga í fleiri dagar eftir burðin, kanst tú taka heilivág fyri hetta. Tað eigur tó bert at verða brúkt í styttri tíðarskeiði.

Royn at fara á ves beinanvegin tú merkir trongdina, og tak tær góða tíð. Um tú stúrir fyri at trýsta, kann tað lætta um at halda ein heitan lappa móti millumhúðini.

Taggur (hæmoridir)
Í viðgongutíðini kanst tú fáa taggur, ið eru tað sama sum æðraknútar, t.v.s. víðkan av nøkrum smáum blóðæðrum beint uttan fyri endatarmin. Taggur kunnu eisini koma undir burðinum og kunnu viðgerast við salvu og stikpillarum. 

At pissa

Teir fyrstu dagarnar eftir føðing kann tað vera torført at merkja, um bløðran er full. Tú eigur at pissa seinast 6 tímar eftir føðing. Tú kanst vera hovin í neðra, og tað kann vera trupult at pissa. Tað er umráðandi, at tú tømir bløðruna ofta, uml. 4. hvønn tíma. Hetta er bæði fyri at tryggja, at lívmóðirin kann kreppa seg saman og fyri at minka um trupulleikar við vatnláti seinni í lívinum. Merkir tú ikki trongdina, so eigur tú at fara á ves kortini.

Sig okkum frá, um tú hevur trupulleikar við at pissa ella tú merkir, at bløðran ikki tømist heilt.

Kostur

Tað er umráðandi, at tú etur vanligan, fjølbroyttan og sunnan kost sambært teimum almennu føðsluráðunum hjá Fólkaheilsuráðnum.

Mjólkin smakkar og luktar av tí matinum, sum tú etur og drekkur; barnið venur seg á henda hátt til fjølbroyttar smakkir. Et smærri nøgdir í byrjanini, og um tú heldur, at barnið fær ilt í búkin av hesum, kanst tú halda teg frá tí eina tíð og síðani royna aftur. 

Frámælt verður, at tú etur grind og spik vegna mongdina av kyksilvuri og pcb. 

Tað er gott at taka vitaminir hvønn dag, so leingi tú gevur bróst. Drekk, tá tú kennir teg tysta. Mjólkaframleiðslan er ikki tengd at, hvussu nógv tú drekkur, men harafturímóti hvussu ofta og væl barnið sýgur.

Svøvnur/hvíld

Barnið hevur tørv á tær bæði dag og nátt, og tí ræður um ,at tú fært hvíld – eisini fyri at mjólkin skal seta til, og at mjólkamongdin skal verða nóg stór. Mjólkamongdin kann minka, um tú ert troytt ella strongd. Týdningarmikið er tí, at tú hvílur/svevur um dagin, tá barnið svevur, soleiðis at tú kanst hava yvirskot til at geva bróst um náttina. 

Góð ráð: 

  • Ver friðarlig og tendra ikki ljósið, tá tú gevur um náttina
  • Ligg niðri og gev bróst um náttina 
  • Skift bert blæuna á barninum um náttina, um tað 
    hevur fingið vát klæðir ella hevur kukkað
  • Býtið uppgávurnar millum tykkum. Minst til, at makin 
    klárar alt uttan at geva bróst!
  • Lat familju og vinir hjálpa við tí praktiska 
Royking

Tað eru áleið 4.000 ymisk evni í tubbak, og av hesum er nikotin tað kendasta og mest kannaða evni. Mongdin av nikotini gerst hægri í móðurmjólkini enn í blóðinum hjá mammuni. Harafturat tekur tað longri tíð at úrskilja nikotinmongdina úr móðurmjólkini enn úr blóðinum.

Børn hjá roykjarum eru í størri vanda fyri at fáa bruna í andaleiðina, astma og allergi. Kanningar vísa, at børn, ið fáa bróst, hóast mamman er roykjari, sum heild eru minni 
sjúk enn børn, ið fáa mjólkarúrdrátt.

Royking økir um vandan fyri vøggudeyða. Kanningar vísa, at vandin fyri vøggudeyða minkar, tá barnið fær bróst, 
heldur enn mjólkarúrdrátt. 

Best er at gevast at roykja, áðrenn tú gerst við barn.

Um hetta ikki er gjørligt, er betri at nýta nikotintyggigummi ella nikotinplástur. Nikotinplástur eigur einans at vera nýtt, um t.d. tyggigummi ikki hjálpir, og mamman roykir meira enn 10-15 sigarettir dagliga. Annars verður óneyðuga høgt og javnt 
innihald av nikotini í mjólkini. Tosa altíð við lækna fyrst. 

Góð ráð, um tú roykir: 

  • Royk so lítið sum møguligt.
  • Royk beint eftir, at tú hevur givið bróst og bíða við at 
    roykja aftur til næstu ferð, barnið hevur sogið.
  • Royk ikki í sama rúmið, sum barnið er í. Passiv 
    royking kann elva til vøggudeyða.
Rúsdrekka

Tú eigur at verða afturhaldandi við rúsdrekka, tá tú gevur bróst. 
Jú yngri barnið er, tess meira óbúgvin er livurin, og tískil verður ikki viðmælt at drekka tær fyrstu 6 vikurnar. 

Hevur tú átt ov tíðliga, verður roknað 6 vikur frá, at barnið átti at verið føtt. Ætlar tú at drekka, eru eini góð ráð at mjólka út, áðrenn tú drekkur, so barnið kann fáa hesa mjólkina úr koppi. Eftir at tú hevur drukkið 1 snaps (genstand), skalt tú ikki 
geva bróst í 2-3 tímar, 4-6 tímar fyri 2 snapsir, 6-9 tímar fyri 3 snapsir o.s.fr.

At mjólka út tekur ikki alkoholið úr mjólkini, tí mongdin av alkoholi í mjólkini er altíð tann sama sum í blóðinum. Tað er ymiskt frá persóni til persón, hvussu langa tíð tað tekur kroppinum at skilja alkohol úr.

Rátt verður frá at sova saman við barninum, tá tit hava drukkið (sí www.sundhedsstyrelsen.dk).

Eftir keisaraskurð

Skjótt í gongd aftur
Eini seks tímar eftir keisaraskurðin skalt tú royna at koma upp úr songini fyri at fáa kroppin í gongd aftur eftir skurðin. Tú eigur at ganga ein lítlan túr eftir gongini skjótast gjørligt. Í døgunum eftir skurðviðgerðina eigur tú at skifta ímillum at sita, ganga túrar og at liggja og hvíla. Vanliga kanst tú fara undir brúsu dagin eftir, tú hevur átt. 

Bløðrukatetur
Bløðrukatetrið verður tikið, tá tú ert komin niðan á Barnakonueindina. Tú eigur at kunna pissa eini 4 tímar eftir, at katetrið er tikið. Hjá summum er trupult at pissa eftir at hava havt katetur í bløðruni. Sig frá, um hetta er trupult.

Plástur og tráður
Dagin eftir keisaraskurðin kanst tú fara undir brúsu, og síðani kann røktarstarvsfólkið hjálpa tær at taka plástrið av. Tá plástrið er tikið av, sita enn nøkur strips, sum halda húðini saman. Hesi stripsini skulu takast av uml. 1 viku eftir skurðin. Tráðurin situr innanfyri húðina, so tú sært hann ikki. Tráðurin upploysist av sær sjálvum.

Tyggigummi
Tá tú ert skurðviðgjørd í búkinum, kunnu tarmarnir steðga upp. Hetta kann geva tær vaml og búkpínu, tí tað kann vera torført at koma av við luft og hava opning. Tí kann tað vera ein hjálp at tyggja tyggigummi, tí hetta fær gongd aftur á tarmarnar. Tað verður mælt til, at tú eftir skurðin tyggir tyggigummi tríggjar ferðir dagliga í tilsamans ein tíma. Hetta kanst tú gera til tarmarnir eru komnir reiðiliga í gongd aftur.

Tarmarnir skulu í gongd aftur
Fyri at fáa gongd á tarmarnar eftir doyvingina, fært tú tablettir, sum økja um rørslurnar í tarmunum. Tablettirnar tekur tú til tú hevur havt opning fyrstu ferð. Rørsla og venjing er umráðandi fyri at fáa gongd í magan aftur. Tí eigur tú at spáka tær ein túr hvønn dag. Mælt verður eisini til at drekka nógva vætu.

Matur og væta
Tú kanst eta og drekka tað tær lystir. Tú kanst tó gott hava vaml dagarnar eftir skurðviðgerðina.

Blóðtynnandi heilivágur
Vandin fyri at fáa ein blóðtøpp er øktur, um ein er seingjalagstur eftir eina skurðviðgerð. Tí kann tað verða neyðugt at geva fyribyrgjandi viðgerð við blóðtynnandi heilivági. Føðilæknin ger eina meting, um tú hevur tørv á blóðtynnandi heilivági til tú kanst røra teg, sum tú plagar. Tí er hetta eisini ein týdningarmikil orsøk til at koma skjótt upp úr songini eftir keisaraskurðin.

Pínuviðgerð
Eftir keisaraskurðin hevur tú pínu í sárinum og eisini samankreppingar í lívmóðurini, sokallaðir eftirverkir, sum koma, tá tú leggur barnið til bróstið. Meðan tú ert innløgd fært tú pínulinnandi tablettir regluliga gjøgnum dagin. Hetta er heilivágur, sum ikki ávirkar barnið ígjøgnum móðurmjólkina. Serliga fyrsta samdøgrið kanst tú hava ilt. Er fasti heilivágurin ikki nóg mikið, kanst tú siga frá. 

Skriði av ryggdoyvingini
Summir sjúklingar fáa skriða av heilivágnum, sum verður givin í sambandi við ryggdoyvingina. Tað hvørvur vanliga eftir nøkrum tímum.

Høvuðpína
Uml. 1 % fáa eina ógvusliga høvuðpínu, sum hvørvur, tá tú liggur heilt niðri og kemur, tá tú kemur uppaftur at standa/sita.

Pína í økslini
Eftir keisaraskurð fáa summar pínu í høgru øksl. Hetta er ikki vandamikið, og hvørvur av sær sjálvum aftaná nakrar dagar. Tær flestu hava gagn av hitapútu fyri at linna pínuna.

Soleiðis kemur tú lættast úr songini

  1. Rulla teg á liðina.
  2. Set á við alboganum tú liggur á og hjálp til við mótsatta arminum, samstundis sum tú svingar beinini út av songjakantinum.
  3. Frá síðuliggjandi støðu kemur tú víðari upp at sita á songjakantinum.

Læknakanning
Vanliga verður tú ikki sædd av føðilækna á deildini, uttan so at tað eru serligar orsøkir til tess, ella um tú sjálv hevur tørv á tí. Barnið verður heldur ikki kannað av barnalækna uttan so har eru serligar orsøkir.

Tú eigur at fara til kommunulækna til barnakanning 5 vikur eftir føðing.

Útskriving
Vanligt er at liggja á Barnakonueindini í 3-5 dagar. Hevur tú átt fyrr og bróstagevingin gongur væl, kanst tú fara heim fyrr. Tit fáa eina útskrivingarsamrøðu áðrenn heimferð, har greitt verður frá tíðini eftir føðing.

Heima við hús
Tú kennir teg møguliga meira troytta. Tað er púra vanligt. Royn at eta sunt og at drekka nógva vætu. Royn at røra teg hvønn dag og hvíl teg annars, tá barnið svevur. Lat onnur taka sær av tí praktiska, um tú hevur møguleika fyri tí.

Arrið
Tað er vanligt, at tað kann vera hovið rundanum arrið fyrstu vikurnar. Summar konur hava blá merki uttan um arrið, sum kunnu vera eym. Tað er eisini vanligt, at húðin rundanum arrið er kensluleys. Tað eru tær smáu nervarnar, sum eru kvettar av. Í flestu førum kemur kenslan aftur við tíðini.

Pína, tá tú skalt pissa
Summar kunnu fáa ilt, tá tær pissa. Hetta kemst av, at bløðran hevur verið skumpað niður undir skurðviðgerðini. Hetta er ikki vandamikið og hvørvur av sær sjálvum eftir nakrar vikur. Ivast tú, um tú hevur bløðrubruna, eigur tú at venda tær til kommunulæknan.

Pínulinnandi heilivágur har heima
Vit mæla til, at tú framhaldandi tekur fastan heilivág fyrstu 5 dagarnar.

  • Paracetamol (t.d. Pinex, Panodil, Pamol) 2 tablettir = 1 g í mesta lagi fýra ferðir dagliga.
  • Ibuprofen (t.d. Ipren, Ibumetin) 1-2 tablettir = 200-400 mg í mesta lagi tríggjar ferðir dagliga.

Heilivágurin ávirkar ikki barnið, tá tú gevur bróst. Tað hevur best virknað, um tú tekur bæði sløgini í senn. Tað tekur uml. 30-45 minuttir, áðrenn heilvágurin virkar. Tað er av týdningi, at tú tekur pínulinnandi, so tú kanst røra teg og halda teg í gongd. Aftan á 5 dagar eigur tú minka um Ibuprofen. Summar hava tó tørv á at taka pínulinnandi í eini 14 dagar. Tá skal tað helst vera Paracetamol. Minkar pínan ikki ella versnar hon, eigur tú at tosa við kommunulækna.

Búkvøddarnir
Far væl við búkvøddunum. Vit mæla til, at tú ikki lyftir nakað, ið er tyngri enn eini 10 kg fyrstu 6 vikurnar. Hetta samsvarar til tyngdina á barni tínum og eini lift.

Kokubotnurin
Hóast tú hevur fingið keisaraskurð, er tað av stórum týdningi, at tú venur kokubotnin. Kokubotnurin hevur verið tyngdur undir viðgongutíðini, hóast tú ikki hevur átt vaginalt. Tú kanst venja kokubotnin longu sama dag, sum tú hevur átt. Á www.gynzone.com fært tú eisini góða vegleiðing til kokubotnavenjingar.

Arrið
Tað er vanligt, at tað kann vera hovið rundanum arrið fyrstu vikurnar. Summar konur hava blá merki uttan um arrið, sum kunnu vera eym. Tað er eisini vanligt, at húðin rundanum arrið er kensluleys. Tað eru tær smáu nervarnar, sum eru kvettar av. Í flestu førum kemur kenslan aftur við tíðini.

Tá skruvurnar frá sárinum eru lektar og húðin er lekt, skal arrið og økið rundanum arrið venja seg við at verða nortið við.

Ven arrið við at:

  •  trýsta fast á tað
  •  klappa tí milt við fingrunum

Eftir nakrar vikur kanst tú mýkja økið rundanum arrið. Strúk arrið frá enda í enda. Trýst á húðina, so hon verður forskotin frá vevnaðinum undir húðini. Tá tú ert liðug at mýkja, kanst tú smyrja eitt tjúkt feittkrem á.

Tá seks vikur eru gingnar, kanst tú gera eitt sindur meira av. Arrið skal nú gerast smidligari, og samanvøksturin skal loysast upp. Set ein fingur við endan av arrinum og halt ímóti við tí fingrinum. Hála og trýst so tveimum fingrum á hvør sínari síðu frá einum enda í hin. Ger tað sama frá hinari síðuni.

Týdningur fyri næstu viðgongutíð
Hóast tú hevur átt við keisaraskurði hesaferð, merkir tað ikki, at tað er neyðugt at eiga við keisaraskurði næstu ferð. Hetta veldst um orsøkina til, hví tú átti við keisaraskurði í hesum barnsburðinum. Fyri at minka um vandan fyri komplikatiónum, mæla vit tær til at bíða í minsta lagi 1 ár við at gerast við barn aftur. Í næstu viðgongutíð kanst tú tosa við lækna og ljósmóður um, hvussu tú skalt eiga.

Eftirføðingarsamrøða

Tú fært í boðið at koma til eftirføðingarsamrøðu hjá viðtaluljósmóður tíni uml. 4-6 vikur eftir føðing. 

Her kanst tú tosa og taka samanum viðgongutíð,føðing og barsilstíðina við tína viðtaluljósmóður. Tú fært eisini avrit av føðijournalini. Tú ert vælkomin at hava barn og maka við. 

Familjan

At gerast foreldur

At gerast ein familja er ein broytingartíð, har foreldrini skulu læra barnið og grundleggjandi tørvin hjá tí at kenna. Samstundis skulu foreldrini læra nakað nýtt um hvønn annan í nýggjum leiklutum og relatiónum.

At gerast foreldur og hava ábyrgd av einum barni er ein av størstu avbjóðingunum í lívinum. Sum mamma mennist tú likamliga og sálarliga, meðan tú ert við barn; tú verður meira kensluborin, og nógvir tankar og minni koma. 

Sum maki broytist tú eisini, og tú skalt finna tín nýggja leiklut. Minst til, at makar 
kunnu gera alt undantikið at geva bróst. Tú kanst ugga barnið, skifta blæu, koyra barnið í bað, spæla við tað o.s.fr. 

Sambandið tykkara millum sum foreldur kann styrkjast av, at tit býta uppgávurnar ímillum tykkara. Makin kann eisini vera besti stuðulin fyri mammuna, serliga í sambandi við bróstageving. Bróstagevingin er ein felags ábyrgd, og tískil mæla vit til, at makin setir seg inn í grundleggjandi vitan um bróstageving og hvat skal til fyri at fáa eina væleydnaða bróstageving.

Tit kunnu kenna gleði, sorg og hava tankar, sum vekja pínufull og sorgarfull minni. Tað kann verða trupult at fáa skil á øllum kenslunum, og tað kann verða ringt at finna samanhang í lívinum aftur. Tað er tó týdningarmikið at nevna, at tað er vanligt at reagera uppá at gerast foreldur, og at kenna seg troytta og at ein ikki røkkur til summar dagar. 

50-80% av øllum nýggjum mammum uppliva grátitúrar - “baby blues”- teir fyrstu 2-10 dagarnar eftir føðingina. Grátitúrarnir kunnu vara í nakrar tímar ella nakrar dagar. 
Onkuntíð grætur tú og kennir teg friðleysa og erkvisna, meðan tú aðrar løtur hevur tað fínt. Tað skal ikki altíð so nógv til, áðrenn tárini renna. Tað er púra vanligt og er ofta skjótt burtur aftur. Tó fáa uml. 20% av øllum mammum eina meira álvarsama 
eftirføðingarreaktión. Tá vara nevndu reaktiónir longri enn 14 dagar, og løturnar, har tú hevur tað gott, eru fáar. 

Eisini makar kunnu hava ringt við at fyrihalda seg til teirra leiklut sum makar, og gransking vísir, at uml. 8. hvør maki fær eina eftirføðingarreaktión. Eyðkennini kunnu verða lík teimum hjá mammunum, men ofta reagera makarnir øðrvísi enn mammurnar við at verða aggressivari, arbeiða nógv, byrja at drekka v.m.

Uppliva tit hesi eyðkenni er umráðandi at siga heilsufrøðingi ella kommunulækna frá hesum skjótast til ber. 

Eftirføðingarreaktiónir fáa ein enda, hóast tað er ymiskt, hvussu leingi tær vara. Tað veldst um, hvussu umfatandi tær eru og hvørja hjálp tit fáa. Jú fyrr tit fáa hjálp, tess skjótari kunnu tit fáa tað betri.

Systkin

At fáa ein nýføðing í familjuna er ein stór broyting fyri øll. Øll hava glett seg, og ikki minst stórasystir ella stóribeiggi hava bíðað eftir hesum. Tí kann tað til tíðir verða ringt, tá lítla barnið fær nógvan ans. 

Her eru nøkur ráð:

  • Minst til at geva teimum eldru systkjunum jaligan ans. Nýt tíð saman við teimum, lat makan ella onnur avvarðandi ansa tí nýggja barninum, og far út ein túr ella líknandi.
  • Lurta eftir tí stóra barninum og tak tað í álvara, um hann/hon vísir øvundsjúku.
  • Tað er gott, um familja og vinir geva teimum eldru børnunum ans, tá tey koma at vitja, og møguliga eisini hava eina heilsan við til tey. 
  • Lat gerandisdagin hjá teimum eldru halda fram, sum áðrenn nýføðingurin kom, m.a. við at fara í vøggustovu ella barnagarð og gera ting, sum tey plaga. 
  • Lat tey eldru systkini vera við til at ansa nýføðinginum. Lat tey hjálpa til við at skifta blæu og lata nýføðingin í.
  • Rokna ikki við, at tey eldru systkini skulu elska nýføðingin frá fyrstu løtu ella alla tíðina. Tað er av týdningi at minnast til, at ein ikki kann skapa 
    kenslurnar fyri nýføðinginum hjá teimum eldru systkjunum, men at ein kann skapa umstøðurnar fyri, at tey kunnu koma at elska hann.
Samlív og samlega eftir føðing

Fyrstu tíðina eftir føðing er orkan, tíðin og hugurin til seksuella samveru ofta ikki so stórur, og tað kann vera ein sárbar tíð í samlívi tykkara. Barnið er tað, sum fær mest 
uppmerksemi. 

Nógvar kvinnur hava minni hug til samlegu av hormonellum ávum, men har er framvegis tørvur á umsorgan og eymleika. Byrjið har. Latið kærleikan menna 
seg, til tit bæði eru klár og hava yvirskot at taka næsta stig. 

Skeiðin kann vera eitt sindur eym og turr vegna hormonbroytingar. Í slíkum førum kann vatnbaserað glíðikrem vera gott.

Um tú framvegis hevur pínu ella ampa aftaná 6 mðr., eigur tú at fara til lækna. 

Viðmælt verður at brúka hít sum fyribyrging fyrstu vikurnar. 

Til makar

Tillukku við barninum!
Eins og mamman hevur tú eisini ein sera týdningarmiklan leiklut í øllum viðurskiftum, sum viðvíkja barninum—bæði tá tað snýr seg um bróstageving og onnur praktisk viðurskifti.

Bróstagevingin er ein felags ábyrgd, og tískil mæla vit til at tú eisini setir teg inn í grundleggjandi vitan/kunning um bróstageving, og hvat skal til fyri at fáa eina væleydnaða bróstageving.

Vit vilja gera okkara til, at tú fært møguleikan at læra barn títt at kenna frá byrjan, umframt at stuðla og vera um mammu og barn. Serliga í sambandi við bróstageving er umráðandi, at tú stuðlar mammuni, tí kanningar vísa, at bróstagevingin eydnast betri, um makin stuðlar. Vit fara at bjóða tær at verða innløgd/innlagdur saman við mammu og barni í eina nátt. Orsaka av at umstøðunum, vilja vit heita á teg um at vera umhugsin og taka atlit til hini innløgdu á deildini.

Vælkomin at vitja
Tú ert vælkomin at vitja mammu og barn allan dagin (millum kl. 9-22) og hevur soleiðis møguleika at vera við at ansa barninum, læra tað at kenna osfr. Tú kanst vera við til innleggingarsamrøðu, barnavask og aðra vegleiðing, sum vit geva á deildini.

Um fleiri liggja á stovuni, vilja vit heita á tykkum um at vísa umhugsni fyri hvørjum øðrum. Ynskiligt er, at makar ikki eru á stovuni eftir kl. 21.

Í hvílitímanum millum kl. 13.-15.00 mæla vit til, at allir makar fara úr av stovunum og møguliga ansa eftir barninum, meðan mamman hvílir.

Ymiskt praktiskt
Morgunin eftir at tú hevur sovið her, ert tú vælkomin at fáa tær morgunmat á deildini. Døgurði, nátturði og drekka eru bert ætlað mammunum. Tú ert vælkomin at keypa tær mat í forhøllini og taka hann við á deildina.

Serligar umstøður
Serlig viðurskifti s.s. sjúka o.a. kunnu gera, at einstakir makar hava í boðið at verða innlagdir í longri tíð saman við mammu og barni.

Upplatingartíðir hjá Sølubúðini í forhøllini
Gerandisdagar: kl. 8-20.00
Leygar-, sunnu- og halgidagar: kl. 14.30 – 20.00

Tak niður faldara til makar her.

Send viðmerkingar ella hugskot til okkum fyri at betra um virksemið í Sjúkrahúsverkinum
Rís og rós