9 Endurvenjingfysioterapi 10

Suðuroyar Sjúkrahús

Ergo- og fysioterapi á Suðuroyar Sjúkrahúsi

Í Ergo- og Fysioterapiini starvast starvast 4 fysioterapeutar, 1 ergoterapeutur og 1 heilsurøktari.

 

Talan er um eina nútímans ergo- og fysioterapi, har bæði innlagdir og ambulantir sjúklingar fáa viðgerð eftir tilvísing frá lækna. Eisini bjóðar deildin Parkinson-rehabilitering tvær ferðir um árið, eftir ávísing frá neurologiska ambulatorium á Landssjúkrahúsinum og/ella kommunulækna.

Vit bjóða:

Dysfagi screeningar

Les meira her: Dysfagi screeningar

El-terapi

Les meira her: El-terapi

Fysioterapi til krabbameinsrakt
Hjálpartól
Ymisk hjálpartól

Hevur sjúklingurin tørv á fyribils hjálpartólum í sambandi við útskrivan, syrgir Ergo- og fysioterapiinfyri at fáa hetta í lag. Umsókn verður skrivað við undirskrift hjá sjúklinginum. Er sjúklingurin ikki førur fyri at samskifta um hetta, kann avvarðandi vátta umsóknina saman við terapeutinum.

  1. Til láns: gangistativ, talarastólur, transportkoyristólur, kokustólur, baðibonkur, artrodesupútur, grípitong, sokkaílatari, høkjur o.s.fr 

  2. Ikki til láns: song, seingjaborð, luftmadrassa, komfortkoyristólur, standilift, sitilift, c-pap tól og onnur serstøk hjálpartól. Neyðugt er at søkja um hesi tól.

Sjúkrahúsið syrgir fyri, at umsóknarbløð o.a., sum er viðkomandi í mun til hjálpartólini eru klár. Sjúkrahúsið kann eisini gera eina leiguavtalu við Hjálpartólamiðstøðina um so er, at vit ikki hava júst tað hjálpartólið á goymslu, sum tygum tørva. Hetta er gjarna lyfta, luftmadrassir o.a.

Starvsfólkini greiða gjølla frá mannagongdunum viðvíkjandi hjálpartólunum, og sjúklingurin fær høvi at royna hjálpartólini, áðrenn útskrivan.

Ergo- og fysioterapiin setir seg í samband við økisterapeutin, alt eftir hvussu hjálpitólini roynast í heiminum.

Økisterapeuturin hjá Bú- og heimatænastuni samskiftir við Ergo- og fysioterapiina um ivamál ella spurningar eru til hjálpitólini.

Trygdartelefon

Trygdartelefon er til sjúkling, sum býr einsamallur. Trygdartelefonin tryggjar skjóta hjálp, um sjúklingurin skuldi verið fyri einum óhappi í heiminum. Trygdartelefonin situr um handliðið, og sjúklingurin trýstir á ein knøtt fyri at fáa hjálp.

Ergo- og fysioterapiin fyllir umsóknarblaðið út út frá samrøðu við sjúkling og  avvarðandi. Sjúkrahúsið kallar inn til samrøðu millum sjúkling, avvarðandi og terapeut.

Eitt spurnarskjal skal fyllast út, sum sjúklingurin skal svara. Møguleiki er fyri at hava 4 avvarðandi á trygdarlistanum, sum tilskilast í nummarrøð.

Starvsfólkini greiða gjølla frá, hvussu trygdartelefonin riggar. Hevur sjúklingurin tørv á at trýsta á knøttin, so ringir hjá nr. 1. Svarar fyrsti avvarðandi ikki, fer uppkallið víðari til nr. 2 o.s.fr.

Er eingin, ið kann svara uppkallinum, fer kallið víðari til 112 og sjúkraflutningstænastan kemur á staðið.

Tá trygdartelefonin er móttikin, fær sjúklingurin ein avvarðandi at seta trygdartelefonina til. Ein einføld vegleiðing fylgir við, og trygdartelefonin er klár at taka í nýtslu beinanvegin.

Økisterapeuturin setir seg í samband við Ergo- og fysioterapiina, um ivamál ella spurningar eru. Hevur sjúklingurin spurningar til eitthvørt við trygdarkallinum, kann økisterapeuturin hjálpa og um neyðugt taka samband við Ergo- og fysioterapiina.

Parkinson rehabilitering

Les meira her: Parkinson rehabilitering

Pinkubarnasvimjing

Les meira her: Pinkubarnasvimjing

Kardiologi

Les meira her: Kardiologi

Manuelterapi og kropsterapi

Manuelterapi og kropsterapi eru viðgerðarhættir, har arbeitt verður holistiskt við at sameina allir faktorar, ið ávirka trivnaðin og heilsuna hjá menniskjanum, kropsligt, sálarligt, sosialt og  andaligt.

Endamálið við manuel terapi er at skapa javnvág í kroppinum við at brúka ymiskir viðgerðarhættir: manipulatiónsteknikkir,  rørslulæru og eina samskipan av hesum teknikkum innanfyri hesar trýggjar skipanir: tann muskuloskeletala skipanin, viscerala skipanin og kranio-sacrala skipanin.

Viðgerðin tekur støði í eini heildarkunning hjá tí einkulta, har fokus er á eini samansettari loysn av einum samanhangandi trupulleika, heldur enn at hugsa, at kroppurin bert er í einkultum pørtum. Vøddar, liðir, nervar, organir, andadráttur, svøvnur, strongd, pína, kostur og trivnaður ávirka hvørt annað alla tíðina. Viðgerðin sær kroppin sum eina samanhangandi skipan, har virki og bygnaður innanhýsis eru bundin. Tá ein partur ella likamslutur kemur í ójavnvág, hevur tað ávirkan á ella kann tað skapa sjúkueyðkennir í øðrum parti av kroppinum.

Arbeiðið verður kombinerað við ymiskum viðgerðarhættum, altíð við støði í tí einstaka persóninum.

Medisinskar ella ortopediskar innleggingar

Fólk, ið eru innløgd akutt ella av kommunulækna, fáa endurvenjing um tørvur er á tí. Málið er at fyribyrgja miss av førleikum og at endurvinna møguligan mistan førleika.

Innan viðgerð

Sjúkrahúslækni metur um tørv og sendir ávísing.

Undir viðgerð

Undir innleggjan verður dentur lagdur á at fyribyrgja førleikamiss og at endurvinna mistan førleika. Vant verður eftir tørvi og tí endurvenjingarpotentiali, ið sjúklingurin hevur. Endurvenjingin/venjingin verður skipað av fysioterapeuti, ergoterapeuti og psykomotoriskum terapeuti, í tøttum samstarvi við starvsfólk á seingjardeildini og kostfaklærd starvsfólk. Áðrenn sjúklingurin verður útskrivaður, verður mett um tørvur er á hjálpartólum, og um neyðugt, verður heimavitjan gjørd. Um tørvur er á tí, verða hjálpartól bíløgd.

Eftir viðgerð

Eftirmeting verður gjørd og endurvenjingarætlan útflýggjað.

Uppfylging

Tað er ávíkavist Almannaverkið og kommunalu samtøkini, ið varða av venjing eftir útskrivan. Móttakandi geiri verður kunnaður og endurvenjingarætlan send teimum, um tørvur er á víðari endurvenjing.

Lungnafysioterapi og hold

Les meira her: Lungnafysioterapi og hold

Neurologi

Les meira her: Neurologi

Onkologi

Les meira her: Onkologi

Ortopædkirurgi, ergoterapi og fysioterapi

Síðan er í gerð

Pædiatri

Les meira her: Pædiatri

Reumatologi

Les meira her: Reumatologi

Si-kanningar og venjingar til børn
Venjing í vatni

Les meira her: Venjing í vatni

Samband

Deild

Ergo- og fysioterapi á Suðuroyar Sjúkrahúsi
Sjúkrahúsbrekkan 19, hædd 2
800 Tvøroyri
Inngongd er við høvuðsdyrnar. Far niður trappurnar við høvuðsdyrnar, beint fram og inn á terapideildina á høgru hond við endan av gongini.

Leiðandi starvsfólk

Gurið K. Augustinussen
gurau@ssh.fo

Hent kunning

Finn veg

Adressan er Sjúkrahúsbrekkan 19, 800 Tvøroyri.

Parkering

Parkeringsøki er omanfyri sjúkrahúsið. Hesi eru burturav til sjúklingar og vitjandi á sjúkrahúsinum. Parkeringsøki er eisini eystanfyri við ambulansuinnkoyringina/kapellið. Hesi eru tó ofta upptikin av starvsfólkum. 

Eisini eru kommunal parkeringsøki sunnanfyri sjúkrahúsið.

Tað kann til tíðir vera trupult at finna pláss tætt við sjúkrahúsið. Tí er gott at vera í góðari tíð, ella at seta sjúklingin av við inngongdina og parkera bilin.

Handreinføri

Les faldara um handreinføri her.

Leiðbeiningin

Leiðbeiningin er á 2. hædd á sjúkrahúsinum. Leiðbeiningin er opin mánadag-hósdag frá 8.00-15.30 og fríggjadag frá 8.00-15.00.

Sjúklingar og onnur, ið hava avtalu á Rannsóknarstovuni, Skurðambulatoriinum, Røntgen/CT-skanning, Ergo- og fysioterapiini og Pínuklinikkini, skulu venda sær til leiðbeiningina.

Sjúklingar og onnur, ið skulu avgreiða inn- og útgjaldingar v.m., skulu somuleiðis venda sær til leiðbeiningina.

Tel. 34 33 00

Teldupostur: ssh@ssh.fo

Sjúklingaskrivstovan

Sjúklingaskrivstovan er staðsett í leiðbeiningini á 2. hædd. Her kunnu sjúklingar, ið skulu til viðgerð uttanlands venda sær.

Tel. 34 33 00

Kantinan

Kantinan er á 2. hædd á sjúkrahúsinum og er opin fyri sjúklingum, avvarðandi og starvsfólki allar gerandisdagar frá kl. 11:30-13:00.

Internet

Á Suðuroyar Sjúkrahúsi er gestanet, ið er opið til øll at brúka. Netið eitur Heilsunet-Guest.

Sosialir miðlar

Suðuroyar Sjúkrahús brúkar Facebook til at leggja tíðindi, myndir, kunning og størv út til tykkum at síggja.

Seingjadeildin hevur profil á Instagram.

Tit eru vælkomin at fylgja við. 

Blómur

Á seingjadeildini er loyvt at hava avskornar blómur. Tosa við starvsfólkini um, hvussu tú skalt gera við blómurnar. Urtapottar kunnu ikki vera á deildini.

Send viðmerkingar ella hugskot til okkum fyri at betra um virksemið í Sjúkrahúsverkinum
Rís og rós